Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. september 2012 · Nr. 113 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tónleikarin hesaferð í Ghetto Føroyar var Dánjal á Neystabø, sum býr og spælir nógvan tónleik í Danmark. Í februar í ár gav Dánjal út fløguna The Bubble, sum hevur fingið sera góð ummæli bæði í Føroyum og í Danmark. Nú ætlar Dánjal sær til Týsklands, har hann skal á eina rundferð kring landið. Dánjal er ein sera kendur tónleikari í Føroyum. Seinastu árini hevur hann eitt nú verið ein av oddamonnunum í Ævintýraferðini, sum hann ger saman við Búa Dam. Í summar takkaði Ævintýraferðin fyri seg við einum braki á Ólavsøku. Tú kanst fara inn á Facebook síðuna hjá Ghetto Føroyar, og har síggja Dánjal spæla tvey nýggj løg av fløguni The Bubble. Eitt av løgunum, sum Dánjal framførdi í Ghetto Føroyar, hevur hann skrivað til lítlu dóttur sína. - Tað skal vera kul at ganga á Fróð­skaparsetrinum. Tað skal gerast eins natúrligt at fara á Fróð­skaparsetrið, sum tað er at fara á miðnámsskúla eftir fólka­skúlan. Og tað kann einans gerast við, at Fróðskaparsetrið fær ein vakran bústað, sum er sera sjónligur í samfelagnum - og up­p­lagt er, at leggja Setrið saman við Marknagilsskúlanum. Tað var boðskapurin hjá trim­ um útisetum í Keyp­manna­havn, tá ið Ghetto Føroyar var á skrán­ ni í gjár. Sveinur Dam lesur í hesum døg­u­m útbúgvingarvísund, og hansara hugsan er, at Setrið hevur tørv á finna sín veg inn í hugaheimin hjá ungum mið­ náms­skúlanæmingum, soleiðis at tað gerst púra natúrligt at velja Fróðskaparsetrið, tá ið ein hægri útbúgving skal fáast. - Tað tók mær nógv ár at finna útav hvar Fróðskaparsetrið yvir­ høvur heldur til. Tað er ov fjart í huganum hjá nógvum. Vit vita, at har sita nakrir lærarar og gransk­ arar, men júst hvat gongur fyri seg á Setrinum eru tað alt ov fá sum vita, heldur Sveinur Dam. Ann Kristina Svabo Simonsen og Esbern Patursson hava bæði lis­ið á Fróðskaparsetrinum. Tey lata sera væl at Setrinum, og valdu tað einans frá, tí at út­búgv­ ing­ar­møguleikarnir vóru ov fáir. Tey eru bæði samd um, at undir­vísingin á Setrinum er á høg­um støði, men at tað sosiala halt­ar eitt sindur. - Vit vóru einans 12 í flokki­ num, og tað viðførdi eisini, at sum so einki sosialt gekk fyri seg. Eg føldi ikki, at tað var nakað lestrar­umhvørvi á Setrinum, greið­ur Esbern Patursson frá. Hjá Ann Kristinu var tó øðr­ vísi. Í hennara flokki vóru 60 næm­ing­ar, og tí var mangan tíð til eina veitslu. Tó so saknaði Ann Kris­tina eitt lestrarumhvørvi á Setri­num. - Lestrarumhvørvi kann heilt vist gerast betur, og tað má tað, um fleiri lesandi skulu trívast har, heldur Ann Kristina. Eisini Sveinur Dam vís­ur á týdningin av einum lestrar­ um­hvørvi, og tað, at næm­ingar kenna seg sum partur av einari størri eind. - Tað skal vera kul at ganga á Setri­num. Miðnámsnæmingar skulu síggja Setrið, og halda tað vera nakað heilt serstakt og spenn­andi, og at tað er kul at ganga har. Men tað ber einans til, um ein hóskandi bygningur fæst til vega, og lestrarumhvørvið gerst sjónligt í samfelagnum, held­ur Sveinur Dam. Fróðskaparsetrið skal niðan í Marknagil Dánjal til Týsklands á rundferð