Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2012síða 13

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 28. september 2012 · Nr. 113 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 BankNordik stuðlar sendingini Eg spurdi einaferð ein poli­ti­ kara, hvat hansara eftir­mæli fer at vera. Hann svaraði: ”Tað veldst, hvør skrivar tað.” og tað er hetta, sum er sannleikin í sannleikanum. Sjálvur hugdi eg ikki at dyst­i­num, men smílið gjørdist rætti­liga nógv størri, tá ein vin­maður sunnudagin vísti mær live-score á telefonini hjá sær. Fyrst sá eg, at Manchester Uni­ted vann 2-1 á Liverpool. Síðan, at ungi Jonjo Shelvey hevði fingið reytt kort, og at Uni­ted fekk eitt brotsspark, sum teir skoraðu uppá. Tá eg síðan sjálvur fór á net­ið, sá eg Liverpoolararnar grenja um dystin. ”Tað var ikki reytt kort”, ”Johnny Evans var líka nógv um tað”, ”brot­sparkið var alt ov bílígt”, ”Manchest­er hevur keypt dómaran.” So gjørdist veruleikin onkurs­vegna ein annar: Nú vann United, men summi hil­ du uppá, at teir høvdu snýtt. Tað sama gjørdi seg galdandi á Fólkafundinum 2012, har mest umrøddi lutur­ in, fólk kundu ogna sær, var eitt fostur, sum skuldi eitast at vera nakrar fáar vikur gamalt og var gjørt úr gummi. Onkur, sum fekk ilt í aftur­ partin av figurinum, spurdi skjótt ein lækna, um fostur veruliga vóru so stór og líktust so nógv børnum eftir so fáum vikum. Læknin, sum er rætti­liga frísinnaður sjálvur, svaraði, at tað passaði nokk ikki heilt, at dukkufostrið, sum felagsskapurin Pro Vita býtti út, var so ungt. Tað vil so siga, at Pro Vita hevði hesa dukkuna, sum líkt­ist einum fostri, og at fólk blivu ávirkað - fyri ikki at siga pro­vo­kerað - av at síggja lítla barn­ið. ”At hugsa sær, at Pro Vita er á fíggjarlógini”, segði onkur. Men skulu fólk nú vera fyri teim­um røttu tingunum fyri at vera á fíggjarlógini? Hvat við Kris, sum heldur religión vera svarið úr einari og hvørj­ ari kreppu? Og hvat við demo­ krat­ia, sum virkar ímóti helvt­ ini av samfelagnum? Marner Jacobsen, fyrr­ver­ andi forstjóri í Eik, sum vit kom­andi árini fara at hoyra mest um í samband við eitt rættar­mál, royndi eisini at leggja veruleikan út í vikuni: ”Eg havi góða samvitsku uppá tann mátan, at eg alla tíð­ina havi handlað uppá ein máta, sum eg helt vera best fyri bankan.” Hann greiddi eisini frá, hvussu óvart fíggj­ ar­kreppan kom á hann, um hvussu hann ongantíð er komin til orðana í málinum og hvussu myndugleikarnir broyttu hugburð til bankar og pengar. Síðani kom tað mest av­ gerandi, nú Marner Jacobsen royn­di at vinna sær eitt sind­ ur av sympati milllum fólkið, tá hann grundleggjandi segði tvey ting: ”Eg misti eisini peng­ar” og ”Verði eg dømdur, so komi eg aldrin fyri meg aftur fíggjarliga.” Men skulu vit ikki í tílíkum før­um lata okkara skipanir virka? Óhefta dómsvaldið døm­ir ella frídømir Marner. Politik­ar­arnir, sum vit sjálvi hava valt, avgera lagnuna hjá Pro Vita. Og dómarin gjørdi av, at United gjørdi røttu tingini fyri at vinna. At vit aftaná ikki eru samd, tað er jú okkara demokratiski rætt­ur, hóast vit neyvan fáa nak­að burturúr tí. Og politikarin hann fær nokk eitt rættiliga negativt eftir­mæli, um eg verði biðin um at skriva tað. Liverpool, Pro Vita og Eik-stjórin Ghetto klumman Sigmundur Ísfeld hevur seinastu árini verið sendimaður í London, men seinastu tríggjar vikurnar hevur hann verið í nýggjum starvi í Keypmannahavn, har tað mesta tíðin er brúkt til at vitja onnur sendifólk. - Í summum førum hava tað verið kurteisisvitjanir, har mann heilsar uppá og presenterar seg, men í øðrum førum, so er tað okkurt mál, mann hevur havt liggjandi, sum mann vil hava gongd á aftur, segði Sigmundur Ísfeld, sendimaður. Ein spurningur, sum ofta hevur verið settur í samband við sendistovur, er spurningurin, um tað er neyðugt hjá Føroyum at hava eina sendistovu í Danmark. Hetta varð Sigmundur Ísfeld eisini spurdur um. - Hatta er ein sera viðkomandi spurningur, sum eg ofta fái, og sjálvandi er tað í summum førum eins gott at føroyingar samstarva við danir, men veruleikin er hann, at øll lond í heiminum hava eina uttanríkistænastu, og tað er ein sannroynd at danir ikki altíð hava sama áhuga í føroyskum viðurskiftum. Harafturat vísti sendimaðurin á, at hóast tað er lætt at koma á tal við telefon ella teldupostum, so er lættari at samskifta við fólk, um mann hevur hitt tey. - Tá ið mann kennir fólk, so er lættari at taka telefonina og siga hey, takk fyri seinast, og so at nevna, at mann hevur hendan og hendan trupulleikan, greiddi Sigmundur Ísfeld frá. Hóast Sigmundur Ísfeld hevur skift London út við Keypmannahavn, so staðfestir hann, at nógv snýr seg um tað sama. - Grundleggjandi snýr tað seg um tað sama, at hava eitt netverk og seta seg inn í samfelagið, so mann kann vera eygu, oyru og muður hjá Føroyum í hesum landinum. Men tá tað er sagt, so eru tað nógv fleiri mál, sum versera ímillum føroyskar og danskar myndugleikar enn tað gera ímillum føroyskar og enskar, segði sendimaðurin. Nýggjur sendi­ maður í býnum Ghetto Føroyar er sending hjá Rás2, beinleiðis úr Keypmannahavn hvønn hósdag klokkan 14-16. Talan er um frískt, frekt og festligt útisetaradio. Lív Højsted Horsdal, Barbara Holm, Rógvi Nybo, Eirikur í Jákupsstovu og Rólant Waag Dam gera sendingina, saman við Búgva Øster og Magna Høgnesen, ið standa fyri tekniska partinum. Á hesum síðum sæst nakað av tí, borðreitt var við í seinastu sending. »Dáma« Ghetto Føroyar á Facebook, har tú sært myndir, kanst hoyra kjak og aðrar samrøður, umframt at føstu tættirnar, sum eru live tónleikur, Klumman, Útisetin og Endabresturin. Sendimaðurin í Keypmannahavn, Sigmundur Ísfeld, hevur seinastu tríggjar vikurnar brúkt tað mesta av tíðini uppá at knýta sambond, tí maðurin er spildurnýggjur í býnum