fríggjadagur 28. september 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. september 2012 · Nr. 113
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
- Eg kann vera samdur við
nokk so nógvum.
Tað er skoðsmálið, Jan
Christiansen, býráðslimur í
Havn, gevur fíggjarætlanini,
sum samgongan í býráðnum
í Havn, hevur lagt fyri bý
ráðið.
Samgongan í byráðnum
legði uppskotið til fíggjar
ætlan fyri 2013 fyri býráðið
í gjár.
Tað var ikki gamalt, at
andstøðan í býráðnum tekur
undir við fíggjarætlanini.
Men Jan Christiansen úr
andstøðuni sigur við Sosial
in, at hann kann taka undir
við stórum parti av fíggjar
lógini.
- Fíggjarætlanin er akkur
át løgd fram, so vit hava ikki
havt stundir at lesa hana so
gjølliga, sigur hann.
- Men sum heild eru vit
samdir við rættiliga stórum
parti av fíggjarlógini, leggur
hann afturat.
Serliga fegin er hann
um, at skatturin lækkar og
barnafrádrátturin hækkar.
Tað tekur hann sum tekin
um, at trýstið frá andstøðuni
um at fáa skattin niður, hev
ur givið úrslit.
- Samgongan hækkaði
skattaprosentið eitt prosent
í 2010 og 2012 fyri at brúka
eyka inntøkuna at fíggja
Boðanesheimið við.
- Tá lovaði samgongan, at
skatturin skuldi lækka aftur,
tá ið Boðanesheimið var
liðugt.
Men
tað
varð
liðugt,
uttan at samgongan lækkaði
skattaprosentið aftur í ár.
- Eitt prosent í kommu
nuskatti í Havn er einar 30
milliónir. Og sostatt hevur
samgongan tikið 30 millió
nir meiri inn í skatti frá
Havnarborgarum, enn hon
hevði lovað.
Fer ikki at skilja
okkum
Jan Christiansen sigur, at tað
hevur verið eitt hjartamál
hjá andstøðuni at skatturin
skuldi lækkast aftur.
Samstundis hava vit vilj
að,
at
barnafrádrátturin
hækkar upp í 10.000 krónur
fyri hvørt barn.
- Vit hava áhaldandi lagt
trýst samgonguna at fáa
hana at halda síni lyfti og nú
sær tað út til, at tað trýstið
hevur givið úrslit, sigur
hann.
Hann sipar til, at sam
gongan ætlar, at næsta ár
skal
kommunuskatturin
lækka 0,5%, men samstund
is
skal
barnafrádrátturin
hækka 2500 krónur fyri
hvørt barnið, úr 5.500 krón
um, upp í 8000 krónur.
Jan Christiansen sigur, at
tað svarar eisini til umleið
eitt hálvt skattaprosent.
Hann heldur, at hetta er
avgjørt eitt stig tann rætta
vegin og hann væntar ikki,
at hetta fer at skilja sam
gonguna og andstøðuna í
býráðnum.
Nú skal fíggjarætlanin
til viðgerðar í teimum ymsu
nevndunum.
- Tað kann hugsast, at
onkrar skrúvur verða still
aðar afturat, so at skatta
lækkingin kanska verður
eitt sindur minni, men at
barnafrádrátturin afturfyri
verður eitt sindur hægri, so
at úrslitið tilsamans verður
tað sama.
Ikki enn á sinni
Annars dámar Jan Christian
sen lítið, at samgongan ætlar
at nýggi Vesturskúlin, sum
tað er í umbúna at byggja,
partvís skal fíggjast við láni.
Tað er blóðskeivt at binda
komandi ættarlið niður við
eini stórari skuld.
- Við árslok í ár verður
lánibyrðan hjá Tórshavnar
Kommunu einar 185 milliónir.
Vit rinda 25 milliónir um árið
í rentum og avdráttum og vit
eiga at sópa fyri okkara egnu
hurðum og rinda lánið aftur
og ikki leggja byrðarnar á
komandi ættarlið.
Hinvegin ivast Jan Christ
iansen í, um nýggi Vestur
skúlin yvirhøvur verður til
nakað í bræði.
- Tað liggur í kortunum, at
landið skal keypa Venjingar
skúlan til Fróðskaparsetrið
og tað skal partvís fíggja ein
nýggjan superskúla í vestur
býnum, sum kanska fer at
kosta einar 300 milliónir at
byggja.
- Men eg ivist í, um landið
fer at keypa Venjingarskúlan í
hesum døgum, nú samgongan
er komin í neyð av skúla
deplinum í Marknagili, sum
verður nógv dýrari enn mett,
heldur Jan Christiansen.
- Eg vænti, at tað liggur
langt frammi í tíðini, leggur
hann afturat.
Hann heldur, at samgong
an í býráðnum man heldur
ikki vænta sær tað stóra, tí
hon hevur bara sett tríggjar
milliónir av til Vesturskúlan
næsta ár og tað røkkur púra
ongan veg.
Bara á tekniborðið
Jan Christiansen sigur, at
enn dugir hann ikki at siga,
hvussu Vesturskúlin skal
fíggjast, um so er, at onki lán
skal takast. Hann dugir held
ur ikki at siga, hvussu íløgur
nar skulu umraðfestast, skal
Vesturskúlin byggjast uttan
at taka lán.
Kortini harmast hann um,
at Tórshavnar Kommuna
ikki hevur ráð til størri íløg
ur.
- Orsøkin til tað er, at
raksturin er vaksin so ómeta
liga nógv síðstu árini og tí er
onki at ivast í, at raksturin
skal tálmast hesi næstu árini.
Annars heldur hann, at
fíggjarætlanin luktar ov illa
av, at endamálið hjá sam
gonguni er at royna at geva
øllum eina kenslu av, at tey
verða lívgað.
- Tað skal síggja gott út á
pappírinum og tí eru nógvar
ætlanir nevndar. Men tað
er ógvuliga avmarkað við
pengum, sum verður sett
av nógvastaðni og tað sigur
mær so mikið sum tað, at
samgongan væntar ikki, at
hesar ætlanir koma longri
enn á tekniborðið.
Ístaðin mælir hann til, at
býráðið ger eina langtíðar
íløguætlan so at tey vita
akkurát, nær tær ymsu verk
ætlanirnar skulu byggjast.
Trýstið frá okkum hevur givið úrslit
FÍGGJARÆTLAN Eg eri væl nøgdur við,
at samgongan hevur lurtað eftir okkum,
sigur Jan Christiansen, býráðslimur
Tað er blóðskeivt at binda
komandi ættarlið niður við
eini stórari skuld.
Tað heldur Jan Christian
sen, býráðslimur í Havn.
Hann sipar til, at sam
gongan í býráðnum ætlar, at
at nýggi Vesturskúlin, sum
tað er í umbúna at byggja,
partvís skal fíggjast við láni.
- Við árslok í ár verður
lánibyrðan hjá Tórshavnar
Kommunu einar 185 milliónir.
Vit rinda 25 milliónir um árið
í rentum og avdráttum og vit
eiga at sópa fyri okkara egnu
hurðum og rinda lánið aftur
og ikki leggja byrðarnar á
komandi ættarlið. Hinvegin
ivast Jan Christiansen í, um
nýggi Vesturskúlin yvirhøvur
verður til nakað í bræði.
- Tað liggur í kortunum, at
landið skal keypa Venjingar
skúlan til Fróðskaparsetrið
og tað skal partvís fíggja ein
nýggjan superskúla í vestur
býnum, sum kanska fer at
kosta einar 300 milliónir at
byggja.
- Men eg ivist í, um landið
fer at keypa Venjingarskúlan
í hesum døgum, nú sam
gongan er komin í neyð av
skúladeplinum í Marknagili,
sum verður nógv dýrari enn
mett, heldur Jan Christian
sen.
- Eg vænti, at tað liggur
langt frammi í tíðini, leggur
hann afturat.
Hann heldur, at samgong
an í býráðnum man heldur
ikki vænta sær tað stóra, tí
hon hevur bara sett tríggjar
milliónir av til Vesturskúlan
næsta ár og tað røkkur púra
ongan veg.
Bara á tekniborðið
Jan Christiansen sigur, at
enn dugir hann ikki at siga,
hvussu Vesturskúlin skal
fíggjast, um so er, at onki lán
skal takast. Hann dugir held
ur ikki at siga, hvussu íløgur
nar skulu umraðfestast, skal
Vesturskúlin byggjast uttan
at taka lán.
Kortini harmast hann um,
at Tórshavnar Kommuna
ikki hevur ráð til størri íløg
ur.
- Orsøkin til tað er, at
raksturin er vaksin so ómeta
liga nógv síðstu árini og tí er
onki at ivast í, at raksturin
skal tálmast hesi næstu árini.
Annars heldur hann, at
fíggjarætlanin luktar ov illa
av, at endamálið hjá sam
gonguni er at royna at geva
øllum eina kenslu av, at tey
verða lívgað.
- Tað skal síggja gott út á
pappírinum og tí eru nógvar
ætlanir nevndar. Men tað
er ógvuliga avmarkað við
pengum, sum verður sett
av nógvastaðni og tað sigur
mær so mikið sum tað, at
samgongan væntar ikki, at
hesar ætlanir koma longri
enn á tekniborðið.
Ístaðin mælir hann til, at
býráðið ger eina langtíðar
íløguætlan so at tey vita
akkurát, nær tær ymsu verk
ætlanirnar skulu byggjast.1
meira á síðu 24
Vit skulu sópa fyri okkara egnu hurð
Jan nokk so samdur
-Eg vænti ikki, at hetta fer at skilja okkum, sigur Jan Christiansen
Tað kann hugsast, at onkrar
skrúvur verða stillaðar afturat