Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. september 2012 · Nr. 113 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna: post@sosialurin.fo Jólini, hvat er tað? Mamma, hví halda vit jól? Spurningarnir eru nógvir hjá børnum. Tey royna at læra seg um samfelagið, vanar og virðir annars hjá tí familju tey eru í og í tí samfelagi tey eru ein partur av. Eg havi altíð greitt mínum børnum frá, at á jólum hátíðarhalda vit, at Jesus hevur føðingardag. Hann varð føddur á jólum og tískil er hetta ein hátíð, har vit hátíðarhalda, at hann gjørdist ein partur av heiminum, sum vit liva í. MEN, jólini eru so nógv annað, og tey standa ofta í andsøgn við tað minimalistiska fjósið, har Jesus varð føddur. Fyri summi merkja jólini hugni, fyri onnur eru tey ein døpur tíð, og tískil gleða tey seg til, at jólini eru farin afturum. Og so eru tað tey sum gleða seg til inntøkurnar av jólunum og hini sum hugsa um harðar arbeiðstímar fyri at gjalda fyri jólini. Minnist aftur á tíðina sum barn, tá tíðin fram til 1. desember var drúgv. Nógv var at bíða eftir, men tá heystfrítíðin var farin aftur um, so var ikki lang tíð til jóla. Minnist tíðina í Keypmannahavn fyrst í hesi øld. Eg helt, at danir vóru púra í ørviti. Jólini byrjaðu nærum í oktober mánaði. Nissur vóru at síggja ymsastaðni, og meg minnist, at eg helt tað vera gott, at vit í Føroyum ofta hava so góða tíð og í hesum førinum var tað gott, at jólini ikki vóru so tíðliga at síggja. Men alt hetta er broytt. Børnini og eg sjálv hava nóg illa fingið beinið inn um skúlagátt eftir summarfrítíðina. Heystfrítíðin er ikki komin enn, men nú ein dagin kom eitt lýsingarblað inn um hurðina. JÓLABORÐHALD av øllum slagi. Eg skilji væl at fólk hava nógv at gera, og at nógv skal passa saman fyri at fáa allar jólafrokostar at passa inn í kalendaran hjá fólki, men halló! Er tað ikki at tuga tað eitt sindur at fara at hugsa um jól um hálvan september? Er orsøkin tann, at fólk ikki hava tíð at vera til jólaborðhald, ella er hon tann, at nógv fólk skulu til hesi jólaborðhald, og tí verða fyritøkur noyddar at verða úti um seg í góðari tíð fyri at fáa pláss? Eg skilji ikki, at jólaborðhald skulu verða seld um hálvan september. Raðfylgjan plagdi at vera tann, at tá summarið var av kom heystfrítíðin og fyri summi eisini tíðin, har slaktið er á skránni. Hetta er um hálvan oktober. Eina tíð eftir hetta verður farið at hugsa um jólini og hervið eisini jólaborðhald. Men ikki um hálvan september, tá sólini illa nokk er farin úr bygdini. Come on. Hava tit sum bíleggja hesar lýsingar ikki hugsað um, at hesar lýsingar kunnu geva bakslag og gera, at tit verða noydd til at brúka enn meira pening upp á lýsingar. Eg haldi ikki, at tað eru so nógv fólk sum hugsa um jólaborðhald longu nú. Men kanska fari eg skeiv. Ein partur av hesum intensa hugna, rokið og stákan er tað góða við jólunum og tískil er tað irriteandi, at seta fólk í støðuna av verða noydd at hugsa um jólini longu nú. Onkur hugsar kanska, á ja, handan hugnaliga tíðin er ávegis. Onnur, tey sum hugsa eins og eg seta í hálsin. Á, nei er tað nú at eg skal byrja at hugsa um at keypa allar jólagávurnar? Er tað nú vit skulu ganga til jólahugna í barnagarði og skúla og skriva søgur. Halló – alt hetta kann bíða inntil seinast í november – ella tað haldi eg. Eyðgerð Mørkøre Kruse EYGA MÁLIÐ Jólini nærkast í hvørjum Svikagerðin hjá Nyrup móti Thorning Der findes politikere, der falder for fristelsen at tage let på sandheden for at sætte sig selv i relief over for partiet og offentligheden. Det var, hvad forhenværende stats­minister Nyrup Ras­ mus­sen præsterede på social­ demokratiets kongres i week- enden. Veloplagt og frydefuld læste han op af et nyheds­ telegram fra Reuters Bureau, der beskrev partiets elendige situation som regering og historisk ringe menings­mål­ inger for derefter at røbe, at nyhedstelegrammet var fra september 1993 og møntet på den daværende Nyrup Ras­ mussen regering. Forsam­l­ ingen brød ud i vild jubel og nogle billige points var i hus Det han bevidst undlod at fortælle var, at en udefra kommende økonomisk bølge var ved at ramme Danmark og i høj grad medvirkende til at han som regeringchef overlevede til 2001. Poul Schuter ( K ) valgte at slippe tøjlerne. Venstre var med rette fortørnet over, at han ikke tog et valg med mulighed for opnåelse af genvalg af VK-regeringen. Med andre ord. Nyrup Rasmussen fik regeringsmagten serveret på et sølvfad. Nyrup Rasmussen var sulten efter flere billige points nu hvor han var kom­ met så godt i gang. Til trods for, at Helle Thorning tydeligt over for forsamlingen havde slået fast, at en dagpenge­ reform var udelukket, præ­s­ terede han det uhørte at demonstrere, a t der kun skulle 70 mio. til at hjælpe dem, der bliver ramt den 1. januar. Han så bort fra, at det på længere sigt vil blive en kostbar historie. Han undlod heller ikke, at opfordre Magrethe Vestager til at gi sig, hvad han bør vide er uladsiggørlig. Det er aldrig før sket, at en forhenværende statsminister møder op på en kongres for af forfænge­lig­ hedsmæssige grunde at pla­ cere sig i centrum ovenikøbet ved at stikke en kniv i ryggen på sin efterfølger fremfor at støtte hende gør han det vanskeligere både for partiet og Helle Thorning, der er hårdt trængte. Hvor tarveligt, men han fik, hvad han var ude efter. En stående hyldest, rig på klapsalver. Helle Thorning og finans­mini­s­ teren blev siddende for­stå­ eligt nok efter Nyrup Ras­ mussens forræderi.. Nyrup Rasmussen har påført sit parti stor skade, hvilket åbenbart ikke siger de dele­ gerede noget, hvad Nyrup Rasmussen formentlig også har satset på. • Helle Thorning, der er hårdt trængt valgte helt rig­ tigt at holde en livfuld, mor­ som og selvironisk tale, blandet med nogle for­håb­ ninger til fremtiden. En flot tale efter sigende, men ud­ sigten til, som Nyrup Ras­ mussen i 1993, at blive holdt oppe af verdensøkonomien har lange udsigter Býráðið og vinnulívið Tann nýggi oddafiskurin í Fólka­flokkinum í Havn roynir at selja seg sum tann stóra vinmannin hjá vinnu­lívinum í Tórshavnar kom­munu. Tað skal hann eisini gera, nú hann umboðar handan flokkin. Men slóðin eftir hann í so máta er ikki til at taka feil av. Bogi Andreasen hevur hesi seinastu fýra árini sitið til háborðs á Vaglinum í vinnu­ málum. Saman við borgar­ stjóranum og nýggja sam­ herja sínum Sjúrði Olsen skuldi hann skumpa undir vinnulívið í kommununi og fáa nakað nýtt at henda í Havn. Men sum Bogi so bein­ rakið segði á uppstillingar­ fundi í sínum nýggja felag Havnar Framburðsfelag, so kom onki burtur úr hesum arbeiði! Hugsi ikki, teir ætlaðu tað heldur. Parolan hjá teirra flokki í býráðnum hevur verið, at vinnumál skal kom­ munan als ikki nerta við. Tað arroganta svarið, tá slík mál vórðu umrødd, var, at hatta skuldi vinnan sjálv orðna. Síðani Fólkaflokkurin í minniluta kom í ta støðu, at hann í býráðsins formans­ skapi kundi taka hvørkratak á borgarstjóran í vinnu­mál­ um, lá væl fyri at drepa ætlanirnar um at birta upp undir eitt fjølbroytt og ný­ hugsandi vinnulív í Tórs­ havnar kommunu. Tað var so skjótt, at tað lirraði ikki í prátinum um virðir og visjónir og vinnu­ menning. Tá Fólkaflokkurin hevði fingið makt sum hann hevði akt í vinnu- og visjóns­ málum, spann ikki í vinnu­ menningardeildini ella nøkr­ um øðrum líknandi ini­tia­tivi. Havi ongantíð skilt, hví Fólkaflokkurin var so hart móti uppskotinum hjá Tjóð­ veldi og Javnaðarflokkinum um, at kommunan skuldi gera sær greitt, hvat vinnulív fanst í høvuðsstaðnum og saman við vinnuni sjálvari leita upp og eggja til nýggjar leiðir at ganga. Tað var ikki annað enn neyðug hjálp til sjálvhjálp. Tí minni enn helmingurin av lønunum í høvuðsstaðnum koma úr privatum vinnulívi. Tað bendir á, at okkum vantar íbirtarar og fram­ leiðarar, ið kunnu fáa hjólini at mala betri. Mín sannføring er, at trivnaður og vinnulív ganga hond í hond, og høvuðs­ staðurin kann neyvan í longd­ini liva við, at fram­ leiðsluvinnurnar hvørva. Eitt nýtt býráð eigur at standa sum ein maður aftan fyri eina stevnu, sum ítøki­ liga, skjótt og greitt fer undir tey neyðugu stigini, ið skula meðvirka til at menna hitt skapandi vinnulívið í Tórs­ havnar kommunu. Tað er ein týðandi fortreyt fyri framtíðini her. www.jogvanarge.com Jógvan Arge valevni fyri Tjóðveldi Lista E Erik Ludvigsen Klosterjordet 6 Aalborg