fríggjadagur 28. september 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 28. september 2012 · Nr. 113
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Hans Pauli Strøm
Fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður
fyri Javnaðarflokkin
Útlit fyri nýggjum
progressivum
stjórnarsamstarvi?
E
ftir reformpolitiska
stagnatión í eini fimtan ár
trokar á við nýggjum
progressivum stjórnarsamstarvi
at fremja nýskipanir á grundleggj
andi samfelagsøkjum. Politiska
andstøðan vísir seg at hava vilja og
visjónir til at vera kjarnin í slíkum
stjórnarsamstarvi, men meira skal
til. Her verður avgerandi, at
Sambandsflokkurin við núverandi
leiðslu ikki beinir fyri sær sjálvum
og hvørvur í høgrareaktioneru
fólkaflokssugguni, men at hann
fæst at venda aftur á fyrrverandi
ábyrgdarfullu, sosialliberalu
sambandsleiðina.
Politiska uppgávan
Endamálið við politiska virksemi
num hjá løgtingi og landsstýri
kann lýsast í tveimum:
– at seta og halda politisku kósina
fyri samfelagsmenningina eftir
teim virðum og hugsjónum, sum
stóra fjøldin av fólkinum kann
standa saman um, og
– støðugt at broyta og tillaga
samfelagsbygnaðin, so at fyri
treytirnar fyri búskapi, vinnu,
livikorum og mentan til eina og
hvørja tíð kunnu skapa best
møguligu menningarumstøður
fyri landið og fólkið.
Samfelagsmenningin fer ikki fram
í eini javnari og støðugari gongd,
men heldur í lopum. Ytri umstøður
hava sína ávirkan. Men høvuðs
orsøkin er, at samfelagsligi
bygnaðurin og politisku fyritreyt
irnar ikki broytast so hvørt, sum
tørvur er á tí, men eru heldur
stirvin og koma eftir eina tíð at
virka sum forðingar og bremsur
fyri samfelagsmenningina. T.d. so
sum í Føroyum í 50-unum og aftur
nú síðstu 15 árini .
Oftast hendir kortini onki, fyrr
enn forðingarnar hava hópað seg
so mikið upp, at ikki slepst longur
undan stórtøknum reformum at
fremja neyðugu broytingarnar.
Reformtíðarskeið
í politisku søguni
Hetta sæst aftur í nýggjari
politisku søguni í Føroyum, har
tað við ára millumbilum eru
tíðarskeið, har loysast má upp fyri
samfelagsmenningini við
nýskapandi reformum.
Fyrsta stóra dømið er
samgongan millum Javnaðar-,
Sambands- og Sjálvstýrisflokkin
1959-63, sum m.a. við kollvelt
andi nýggjum pensjónslógum
framdi størsta sosialreformin
nakrantíð, ið lyfti Føroyar og
korini hjá gomlum, avlamnum,
brekaðum og forsyrgjaraleysum
úr olmussulóggávu og armóðs
umstøðum frá 30-unum upp í
norðurlendskar sosialpolitiskar
lívsfyritreytir.
Aftrat Realinum, sum ríkis
myndugleikarnir reistu við parti
av Marshall-pengunum, kom
nýtt fíggingargrundarlag fyri
vinnumenningina við tí mikla
sonevnda 60-miljóna
grunninum, ið saman við nýggja
økismenningargrunninum
løgdu lunnar undir fullkomi
ligari endurnýggjan av fiski
vinnuni á sjógvi og landi.
Næsta stóra reformtíðarskeiðið
kom við søguliga samstarvinum
millum Javnaðar-, Tjóðveldis- og
Fólkaflokkin árini 1975-80, sum
lyftu Føroyar á øllum samfelags
økjum inn í nútíðina. Yvirtøkur
av samfelagsuppgávum, sum
ongantíð sæð áður ella síðani.
Uppbygging av nýggjari
politiskari og fyrisitingarligari
skipan, ið bygdi á egnar førleikar
og fyritreytir. Politiska ábyrgd
av nýggjum sjálvstøðugum
leikluti í Ríkisfelagsskapinum, ið
skapti eitt til tá ókent og óroynt
internationalt virkisføri, m. a. í
fiskivinnusamráðingum og
skipan av egnum handilssátt
málum.
Harumframt vóru í hesum
tíðarskeiði við stórfingnum
nýskapanum á almanna-,
heilsu-, útbúgvingar- og
íbúðarpolitiska umframt á
samferðslu og samskiftis
økinum, lunnarnir lagdir undir
ta dynamisku norðurlendsku
vælferðarsamfelagsskipan, vit
kenna í dag.
Fyrru helvt av 1990-unum skapti
ta stóra samfelagsskrædlið
fyritreytirnar fyri at fremja
víðfevndar reformar við m.a.
vinnu- og fíggjarpolitiskum
lógarverki, niðurlaging av
studningspolitikkinum,
sosialpolitiskum framtøkum
sum Samhaldsfasta og ALS,
umframt grundleggjandi
nýggjar stýriskipanar- og
fyrisitingarlógir.
Upphópaður tørvur á
nýskipandi reformum
Síðstu fimtan árini hevur tørvurin
á grundleggjandi og átrokandi
reformum við neyðugum
nýskipanum hópað seg upp:
Ein fiskivinnureformur at loysa
høvuðsvinnuna úr naggatódn,
spilli og spekulatión fram til
búskaparliga og lívfrøðiliga
burðardygd í nýggjari
vitanargrundaðari menning.
Kommunureformur at lyfta
lokala sjálvræði úr eini høpis
leysari og avoldaðari kommunu
skipan upp í nakrar hóskandi
virkisførar, sterkar og vælvirk
andi eindir.
Skúla- og útbúgvingarpolitiskur
reformur, við munandi upprað
festing av grund- og hægri
útbúgving, gransking og
samskipan av øllum lærdum
virksemi og hægstu fakligu
vitan í nýggjum universiteti.
Pensjónsreformur, sum byggir á
tær tríggjar súlurnar: fólkapen
sjón, samhaldsfasta og sáttmála
bundnar eftirlønarskipanir á
arbeiðsmarknaðinum
Sosial- og familjupolitiskur
reformur, við sosialari bústaðar
fígging, brúkarapolitiskum
fyriskipanum, príseftirliti, betri
farloyvis- og stuðulsskipanum
hjá barnafamiljum.
Arbeiðsmarknaðarpolitiskur
reformur, at skipa neyðuga
trýpartasamstarvið millum
fakfeløg, vinnu og politiska
myndugleikan, m.a. við
arbeiðsmarknaðardepli og arbei
ðsmarknaðarútbúgvingarskipan
Mentanarpolitiskur reformur at
skapa tjóðpall og fíggjarligar
fyriskipanir at lyfta
virkisumstøðurnar hjá
yrkislistafólkum, eins og
menningargrunn fyri mentanar-
og listarverkætlanum, eisini
miðandi út í heimin.
Nýtt stjórnarsamstarv
treyt fyri reformum
Ikki minst er tað tørvurin á einum
nýggjum framburðshugaðum
politikki, sum má til fyri at venda
ta skeivu gongdini í fólkatalinum,
ið ger tað átrokandi at fáa nýggja
progressiva leiðslu í landinum at
avloysa høgraradikalu afturhalds
samgonguna.
Við teimum royndum, ið eru
gjørdar øll tey síðstu 15 árini,
tykist greitt, at ein avgjørd
fyritreyt fyri at fremja reformar
nar er nýtt stjórnarsamstarv, har
Fólkaflokkurin verður settur frá
valdinum. Á øllum reformøkjum
er Fólkaflokkurin ein blokerandi
minniluti.
Tí er tað upp til verandi andstøðu
flokkar at mynda kjarnuna í
nýggja stjórnarsamstarvinum. Tað
hava teir longu nú í hálvtannað ár
víst vilja og hegni til. Men meira
krevst. Teir mugu longu nú skipa
seg enn betur í politiska arbeiði
num sum politiska alternativið til
afturhaldssamgonguna hjá Jørgen
& Kaj Leo.
Javnaðarflokkurin má
hava Sambandið við
Men tað krevst eisini meir aftrat
hesi kjarnuni, líka mikið hvussu
væl hon arbeiðir. Javnaðarflokk
urin má hava Sambandsflokkin
við í slíkt stjórnarsamstarv.
Størsta uppgávan hjá Javnaðar
flokkinum frameftir verður at
skapa neyðuga reformgrundar
lagið undir eini framtíðartrygging
av einum samhaldsføstum
vælferðarsamfelag. Hetta gerst
ikki uttan traditiónsríka
samstarvið við tann sosialliberala
Sambandsflokkin. Í øðrum lagi er
hetta neyðugt fyri at tryggja, at
nýggja progressiva stjórnar
samstarvið fær ta neyðugu
politisku breiddina og politisku
undirtøkuna frá stóru fjøldini av
Føroya fólki. Í triðja lagi má
Javnaðarflokkurin hava Sam
bandsflokkin við fyri at tryggja, at
ein tilvildarligur loysingarmeir
iluti ikki stingur seg upp og
kollveltir stjórnarrættarligu
trygdina í Ríkisfelagsskapinum.
Tíbetur er tað ikki bara gamli
formaðurin, ið stúrir fyri Sam
bandsflokkinum. Síggja vit burtur
frá fólkafloksvonginum við Kaj
Leo, Bjørn, Bárði og Alfred, eru
nógv sum alment og í práti millum
manna óttast fyri framtíðini hjá
Sambandsflokkinum. Ikki bara tí
at Kaj Leo nú bekennir seg sum
fullveldisdroymara, men fult so
nógv av teirri orsøk, at Kaj Leo
hevur snarað Sambandsflokkin
burtur frá tí klassisku sosial
liberalu sambandshugsjónini um
norðurlendska vælferðarsam
felagið – inn á ta reaktioneru,
høgraradikalu fólkaflokskósina
hjá Jørgen Niclasen á la Bush og
Berlusconi.
Fíggjarlógararbeiði avgerandi
vegamót fyri Sambandið
Jørgen Niclasen hevur lagt
fíggjarlógaruppskotið fyri tingið.
Har eru so nógvir hersknir bitar, ið
áttu at verið ringir at svølgt hjá
einum sosialliberalum flokki. Her
vera tí eisini nógv høvi hjá
Sambandinum at steðga á og gera
vart við sína støðu. Viðgerðin fram
til jólar fer at vísa, hvat vigar
tyngri hjá Sambandinum, virð
ingin fyri sosialliberalu norður
lendsku vælferðarhugsjónini, ella
loyaliteturin móti høgraradikalu
fólkaflokskósini afturfyri lutin í
politisku maktini.
Hans Pauli Strøm
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen