Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. september 2012 · Nr. 113 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pætur Albinus Skúlaárið í Føroya Studenta­ skúla og HF-skeiði er í ár nakað serligt. 1. september fylti skúlin nevniliga 75 ár, og í tí sambandi fer skúl­in saman við hinum mið­náms­ skúlu­num í høvuðsstaðnum at framføra ein sangleik, eins og gjørt varð í 1997 í sam­ bandi við at skúlin tá fylti 60 ár. Sangleikurin, sum hev­ur heitið Audition og er fyrsti føroyskt skrivaði sang­leik­ urin síðani Skeyk, verður frumsýndur í Norð­ur­landa­ húsinum tann 16. november. Um somu tíð fer skúlin eisi­ni at geva út eitt 75 ára minn­ ingar­rit. Í fótasporunum Skeyks Tað byrjaði í smáum á Før­ oya Studentaskúla og HF- skeiði í Hoydølum seint í 1980-árunum, og síðani hevur tað bara vundið upp á seg. Tað, at framføra sangleikir og sein­ni eisini gera sangleikir. Í 1997 var stóra gjøgn­um­ brotið á hesum økinum, tá ið Studenta­skúlin í samstarvi við Norðurlandahúsið fram­ førdi føroyskt skrivaða sang­ leikin Skeyk, sum veruliga gjørdist eitt hitt, men í grund­ini kundi verið eitt enn størri hitt. Longu fimm dagar eftir at atgongumerkini vórðu sett til sølu, vóru allar fram­førslurnar útseldar við einari víðari fráboðan um, at ongar eykasýningar vóru møgu­ligar av teirri orsøk, at Norður­landahúsið skuldi hýsa sangkappingini Prix Før­oyar. Føroyskur burturav Audition er fyrsti upp­runa­ før­oyski sangleikurin síðani Skeyk varð framførdur í 1997. Tað eru teir báðir Trónd­ur Bogason og Dánial ­Hoy­dal, ið hava skrivað leik­ in. Annfinnur Heinesen er leik­stjóri. Annfinnur var høvuðs­leikari í Skeyk og var eisini leikstjóri, tá ið Jesus Christ Superstar varð fram­ førd­ur fyri tveimum árum síðani. Vígdis Hentze Olsen er koreo­grafur og Hans Pauli Tór­garð er tónleikaleiðari. Hans Pauli kemur at hava orkest­ur og kór undir hond. Tónleikaligi parturin av leiki­num verður meiri um­ fat­andi hesaferð við eitt nú strúkar­um. Føroyingar í Kiev Sangleikurin snýr seg um føroyingar, sum hava vunn­ ið luttøku í evropeiskari sang­kapping í Kiev, Ukreina, har tað tó skjótt stinga seg trupul­leikar upp, og søgu­ gongd­in fer at vera merkt av politiskum stríði, sviki og rumbli í fjøl­miðlu­num. 60 leikarar vera á sjál­va pallinum. Harnæst vera 30 tónleikarar, og tá ið saman­ um­kemur við fyri­skipar­um og hjálparum annars kemur samlaða talið upp á umleið 200 fólk, ið á einhvønn hátt eru knýtt at leikinum. Allir miðnámsskúlarnir í Havn eru tilknýttir. Føroya Studenta­skúli og HF-skeið hevur leikararnar, musikk­ skúlin stendur fyri tón­ leika­liga partinum, timbur­ deild­in á tekniska skúla smíð­ar pallin, næmingar í marknaðarførslu á Handils­ skúla­num mark­nað­ar­føra leikin og á tann og yms­ar aðrar hættir eru allir mið­ náms­skúlar­nir í høvuðs­stað­ num tilknýttir. albinus@sosialurin.fo Miðnámsskúlanæmingar framføra føroyskan sangleik Sangleikur Fyri fyrstu ferð síðani Skeyk varð framførdur fyri 15 árum síðani, verður ein upprunaføroyskur sangleikur framførdur í vetur. Hetta verður í Norðurlandahúsinum 16. novembur, tá ið 60 miðnámsskúlanæmingar í høvuðsstaðnum framføra spennandi leik, sum Tróndur Bogason og Dánial Hoydal hava skrivað Annfinnur Heinesen, sum er leikstjóri í Audi­ tion og sjálvur var ein av høvuðsleikarunum í Skeyk, metir, at hes­in nýggi føroyski sang­leik­ urin kann fáa eitt størri gjøg­num­brot enn tað, sum Skeyk fekk fyri 15 ár­ um síðani. - Ja, tað haldi eg fyri vist, at tú kanst siga. Tann leikurin hevði tann fyrimunin, at tað ongan­ tíð høvdu verið leikir av slík­um slag. Tað hava ver­ ið framførdir nógvir leikir síðani tá, men bara tað, at hetta er ein nýskrivaður før­oysk­ur leikur hjá Boga­ son og Hoydal (Tróndi og Dániali, red.), haldi eg kann gera, at tað verður so­mik­ið nógv forvitni og gleði rundan um, at hann kann blíva størri. Í øllum før­um vóni eg, at nógv fólk koma at hyggja eftir hon­um, sigur Annfinnur Heine­sen, leikstjóri. Hetta verður størri enn Skeyk Leikararnir, ið koma at mynda leikin, verða: Bjarta, høvuðsleiklutur: Silja Samuelsen Ulrike: Eva Maria Brynhildardóttir Oddur: Páll Brim Vicki: Anna Maria Wraae Van Houten: Jóhanna Niclasen Volodymyr: Bjørn Mohr Pierre: Jón á Steig Álvur-gubbi: Mike Viderø Kabaretti: Danny Baldursson