Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-28, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 28. september 2012 · Nr. 113 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Við Norrönu mánadagin 17. september komu 76 motor­súkklu­koyrarar úr Hol­landi til at ferðast kring landið við 62 motor­ súkkl­um. Hetta er triðju ferð at blaðið Promotor, sum er størsta MC-blað í Hol­ landi, skipar fyri ferð­um til Føroyar. Fyri­skip­ar­ar av túrinum siga, at stórur áhugi er fyri at koma til Føroyar. Tey eru berg­tikin av føroysku náttúru­ni og fólkinum, sum her býr. Føroyar er eitt spennandi land fyri motor­súkklu­ koyrarar. Í ferðalagnum eru motorsúkklur av øll­ um sløgum. Stór ferðafrásøgn um túrin í Føroyum verður í blaðnum Promotor. Frá­ søgnin kann eisini lesast á heimasíðuni: www.anwbmotor.nl. Há­ lend­ska feðra­lagið fór heim aftur við Norrönu hós­dag­in. Ludvík sýnir fram Býarmyndir Listarsýning við málningum hjá Ludvík Breckmann. Á Østrøms Fabrikk mánadagin, tann 1. oktober, kl. 16, hevur Ludvík Breckmann fernisering við málningum. Ludvík kallar framsýningina ‘Býarmyndir’, tí flestu málningarnir eru býarmyndir í Havn og Keypmannahavn. tíðindi – Vælkendi føroyski vallara­ tónleikari, Sámal Ravns­fjall, og Føroya størsta blues­orkes­ tur, Frobiar Sóknar Blue­ sorkestur, fara m. a. sam­an og hvør sær at spæla góð­an og kendan bygda- og vallara­ blues í Spaniastovu leygar­ kvøldið 27. september. Tað siga fyrireikararnir í tíð­inda­skrivi, og teir greiða so­leið­is frá luttakarunum: Um Sámal Ravnsfjall: Hev­ur sungið, spælt gittar og munnharpu gjøgnum gott og væl tríati ár. Árini 83- 86 spældi hann gøtutónleik í Suðurevropa, mest í Italia. Í 2002 gav hann, saman við Jóan Jakku Guttesen, út fløgu­na »Vágaverk«. Annars hevur hann spælt við fleiri bólkum, mill­ um annað “Knarvar” sum hann spældi við í fleiri ár. Harafturat er hann at hoyra á fleiri fløguútgávum sum munnharpuleikari og sang­ ari. Stílurin er fólka­tón­leik­ ur, blandaður við blues og country. Um Frobiar Sóknar Blues­ orkestur: Spælir lurtara­ vinar­ligan blues í ymisk­ um stílum. Íblásturin er blueseyðkenni frá 60'unum, tó í nútímans tulk­ing. Tilfar fær bólkurin frá blues­ meistar­u­m sum Muddy Waters, Otis Rush, Freddie King, Fleetwood Mac, Eric Clapton, Stevie Ray Vaughan, og Paul Lamb & the King­ snakes, sum síða­ni verð­ ur evnað til ein ser­stak­an Suðuroyarblues. Hetta so gott sum garant­ er­ar eina svingandi, autent­ iska og undirhaldandi fram­ førslu. Manningin hevur síðani 2007 verið : Dennis Lave, trumm­ir, og Dávid Jacobsen, gitar, Páll Holm Lave, gitar, og Pætur Dam, orgul, Vilhelm Meyer, bass, og Kristian Hol­bæk, sang. Hetta eru garvaðir tón­ leikar­ar við røtur í blues og blues­baseraðum 70'ara rocki, sum vildu royna nakað nýtt, og ikki kann sigast annað enn at teir svinga. Bólkurin spæl­ir væl, hevur humor og karisma og framúr gott sam­ band við áhoyrararnar. Vitjan av motor­súkklum úr Hollandi Í sambandi við at J. Símun Hansen og Robert Joensen í ár høvdu fylt hundrað, verður skip­að fyri heiðursløtu í Skúla­ num við Ósánna leygar­ dagin 29. sept 2012 – kl. 14.00. Gunvá við Keldu, borgarstjóri bjóðar væl­ kom­in og greiðir frá um tiltakið. Ingrið H. Dals­ gaard, dóttir J. Símun Han­sen greiðir frá um pápa sín – sama ger Mag­ na Thomasen um pápa sín, Robert Joensen. Jóan Pauli Joensen, professor, dr. phil. & fil.dr., greiðir frá um bók­ment­ir­ nar hjá Robert og Símun og tann týdning, tær hava havt fyri sína samtíð og síðani. Felagssangur, barna­ kór og 17 Sangarar eru eisini á skránni. Alex Sól­stein og Jógvan við Keldu fara at greiða frá um J. Símun Hansen og Robert Joensen, hvussu teir minnast hesar menn sum sínar starvsfelagar – Robert fór í 1941 í starv sum skrivari hjá Klaks­ víkar Kommunu, og var hann har til 1982. Símun var lærari í Klaksvík frá 1950 til 1978. Eftir framløgurnar, verður boðið til ein kaffi­ munn, samstundis sum fram­sýn­ingar við bóka­ verkum teirra verða at síggja, eisini ljóð- og films­br­ot verða at síggja í skúla­stovu­num uppat mið­høll­ini í Skúla­num við Ós­ánna. Framsýningin stendur uppi í Skúlanum við Ós­ ánna leygardagin 29. og sunnudagin 30. sep­tem­ ber. Vikuna eftir verð­ ur ein partur av hesi framsýning eisini at síggja á Klaksvíkar bóka­ savni. Robert og Símun 100 ár Bygda- og vallarablues í Spaniastovu