Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-28, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. september 2012 · Nr. 113 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Binda børn til stríðsvognar sum livandi skjøldur ræðuleikar í sýrialandi Kríggj Barnahjálparfelagsskapurin Redd Barna vil vera við, at sýrisk børn verða pínd til deyða, og felags­ skapurin vil nú hava ST at savna próvtilfar fyri hesum og at draga teir seku til svars fyri sínar illgerðir Árni Joensen – Børn í Sýrialandi eru ikki tilvildarlig offur í krígnum. Tey eru sum amboð, og tað er ein partur av krígsførsluni at brúka tey. Eitt nú at pína tey fyri at revsa foreldur teirra ella fyri at fáa upplýsingar um foreldrini. Tað sigur samskiftisstjórin í Redd Barna, Lise Hegna, við norska kringvarpið. Søgur­ nar eru so ræðandi og siga frá einari so ráari framferð, sigur hon, at tað er torført at ímynda sær tær. Brúka skúlar til píning Børnini hava greitt hjálpar­ fólki frá, at tey blivu tikin og flutt til skúlar, sum í veru­ leik­anum vóru umbygdir til píningarstøðir. – Ein tíggju ára gamal drong­ur segði frá, at hann var millum hundrað børn, sum blivu tikin og flutt til ein skúla, har tey noyddust at vera í fleiri dagar. Teir báðar fyrstu dagarnar skuldu tey standa uppi, og hesa tíðina fingu tey hvørki mat ella vatn. So bleiv drongurin hongdur upp undir loft í skúl­anum og sligin, sigur Lise Hegna við NRK. Hon sigur eisini frá ein­ um øðrum drongi, sum sá her­menn pína ein seks ára gamlan drong, tí teir vildu hava upplýsingar um for­ eld­ur hansara. Drongurin bleiv so illa viðfarin, at hann doyði. Binda børn upp á stríðsvognar Tað finnast eisini frásagnir um børn, sum verða brúkt sum liv­andi skjøldur. Eitt nú hevur ein pápi greitt frá, at hann sá børn, sum vóru bund­in upp á síðuna á stríðs­ vogn­um, sum koyrdu ikki í ein bý. – Eingin skýtur eftir sín­um børnum, sigur Lise Hegna. Altjóða Redd Barna- fel­ags­skapurin, Save the Children, fór í gjár undir at savna undir­skriftir við tí fyri eyga at leggja trýst á ST og aðal­skrivaran, Ban Ki-moon. – Kríggið í Sýrialandi er eitt kríggj við børn. Børn har líða undir ófatiligum og eirinda­leysum harðskapi. Teim­um tørvar hjálp nú og hjálp til at leggja tær skelk­ andi upplivingarnar til viks. Tað ræður um at savna frá­ sagn­irnar hjá børnunum, so tær kunnu brúkast sum próv­tilfar ímóti teimum, sum hava ábyrgdina av teimum ræðu­ligu gerðunum, tá krígg­ ið eina ferð endar, sigur aðal­ skriv­arin í Redd Barna, Tose R. Wang, við norska kring­ varpið. Sálarligar trupulleikar Nógv børn í Sýrialandi hava álvarsamar sálarligar trupul­ leikar eftir at hava verið eygna­vitni til dráp, píning og annan ágang undir borg­ ara­krígnum. Tað sigur Redd Barna, sum hevur tosað við nógv børn, sum eru flýdd und­an krígnum til granna­ londini Jordan og Libanon. Hjálparfelagsskapurin sigur, at tað finnast mong dømi um, at allar greinarnar í ST-samtykt nummar 1612 um børn í kríggi verða brotnar í Sýrialandi, og felagsskapurin vil hava ST at taka neyðug stig til tess at skjalprógva ágang­in ímóti børnunum Saman við øðrum felags­ skapum roynir Redd Barna at hjálpa teimum flýddu børn­ unum við mati og øðrum. Men tað er so nógv annað enn svongd, sum nívir tey. – Okkara starvsfólk síggja børn, sum skaða seg sjálvi, sum hava marruna, pissa undir seg, brúka harðskap ímóti øðrum børnum og bera sorg, sigur Tore R. Wang. 65 prosent eru børn Meiri enn 60 prosent av teim­ um, sum eru flýdd úr Sýria­ landi til grannalondini, eru børn. Í einari frágreiðing, sum Redd Barna legði fram í New York í gjár, kom fram, at næstan øll børnini, sum felags­skapurin hevur tosað við, hava sagt frá, at tey hava mist onkran av sínum næstu í krígnum. Fyrradagin var serligi Sýria-sendimaðurin hjá ST, Lakhdar Brahimi, í New York og kunnaði ST um arbeiði sítt. Á einum tíðindafundi aftaná segði hann, at støðan í land­inum er sera ring, og at hon versnar í hvørjum. Formliga er Sýrialand ikki á dagsskránni undir setanini av ST-aðalfundinum, men tað er einki at ivast í, at krepp­an verður ein týðandi part­ur av orðaskiftinum har kort­ini. Sýrialand fekk eisini drúgva umrøðu, tá Barack Obama fór á røðarapallin í aðalfundinum í gjár. Hann legði Iran undir at hjálpa stýr­inum í Damaskus, so tað kann halda fram við sínum harðskapi. – Vit siga enn einaferð, at tíðin er farin frá stýrinum hjá Bashar al-Assad, so tað sýriska fólkið kann sleppa burt­ur úr tess líðingum og fara undir ein nýggjan dag, segði amerikanski forsetin mill­um annað í røðuni. Ósemja í ST Á tí afturlatna fundinum við ST-trygdarráðið fyrradagin greiddi Lakhdar Brahimi um­ boðunum frá sínari vitj­an í Damaskus og teimum fyrstu samrøðunum við tað sýriska stýrið. Hann legði ikki fingr­ arnar ímillum, men segði, at kríggið bara versnar, og at nú hóttir hungur eisini landið. – Støðan í Sýrialandi er ein hóttan ímóti øllum Mið­ eystri og ímóti friði og trygd í heim­inum, segði ST-sendi­ maðurin, sum er fyrverandi algerskur uttanríkisráðharri, og sum tók við sum Sýria- sendimaður eftir Kofi Annan, sum mátti geva skarvin yvir. Eftir tí, sum higartil er hent, verður tað ikki lætt hjá Brahimi at sannføra ST-trygdar­ráðið um nøkur muna­góð tiltøk í sambandi við Sýria­land. Higartil hava Russ­land og Kina hvørki ver­ ið til at høgga ella at stinga í, og enn er einki, sum bendir á nakra broyting har. arni@sosialurin.fo Hesin smádrongurin, Manal, er millum tey mongu túsund sýrisku børnini, sum hava sæð ræðuleikarnar í krígnum Mynd: NRK Børn verða savnað saman í skúlum og pínd Mynd: NRK 65 prosent av teimum, sum eru flýdd úr Sýrialandi til grannalondini, eru børn. Men tey hava ikki gloymt kríggið Mynd: NRK Sýria-sendimaðurin hjá ST, Lakhdar Brahimi, sigur, at kríggið versnar í hvørjum, men altjóða samfelagið kann ikki semjast um at steðga tí Mynd: Google