Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-28, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 28. september 2012 · Nr. 113 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak kommunuval 2012 Gjald fyri valgreinar Vit taka nú gjald fyri valgreinar í sambandi kommunuvalið. Valgreinar eru greinar frá valevnum og greinar, sum blaðstjórnin metir sum valgreinar. Kostnaðurin er í lutfallinum 1.000 kr fyri fjórðingssíðu. Trivnaðarkósin skal haldast Vinnupolitikkur og sosialpolitikkur eru javnsettar síður av somu søk, sum skulu raðfestast frammarlaga komandi fýra árini, um tað skal eydnast at halda kósina fyri trivnaði og menning í Tórshavnar Kommunu Góðir vinnuligir karmar og ein munadyggur sosialpoli­ tikkur, sum gevur borgar­ unum góð kor uttan fyri arbeiðsplássið, eiga at verða grundarsteinarnir undir pol­ itikkinum hjá komandi bý­ ráðssamgongu í Tórshavnar Kommunu. Farnu fýru árini hevur sitandi býráð við einum virkis­fýsnum borgarstjóra á odda gjørt nógv átøk fyri at skapa trivnað og menning í kommununi. Tá vit løgdu til brots fyri fýra árum síðani, var mítt yvirskipaða, pol­ itiska mál at stuðla upp undir øll tiltøk, sum kundu fremja trivnað. Fíggjarkreppan tók seg samstundis upp, og vit fóru í holt við eina vakstr­ arætlan, sum m.a. skuldi verða eitt amboð til at berja okkum ígjøgnum ringar tíðir og til at standa ímóti aftur­ gongd. Vakstrarætlanin, hevur verið ov lítið frammi. Men hon er framvegis eitt gott amboð, ið vit kunnu brúka komandi fýra árini at sam­ antvinna vinnulív, mentan og sosialpolitikk, sum óloysi­ liga eiga at ganga hond í hond, um vit veruliga vilja trivnað og vøkstur í Tórs­ havnar Kommunu. Vinnan eigur at fáa bestu umstøður frá kommununi, ið skal vera viðspælari hjá vinnu­lívinum. Tórshavnar Kommuna skal taka stig til eitt ráðgevandi vinnuforum at geva vinnulívsfólkum stuð­ul og íblástur. Sam­ stundis skulu bæði foreldur og børn kenna seg trygg í nærumhvørvinum. Tey skulu kenna seg vís í, at tey búgva í eini kommunu, sum raðfestir trivnaðin hjá sínum borg­ arum fremst. Vit hava seinnu árini bygt skúlar í Hoyvík og á Argjum, vit hava stovnað ung­dóms­ klubb í Hoyvík, har ítróttar­ høllin eisini er útbygd. Fleiri spæliøki eru gjørd í Havnini, og útstykkingar eru eisini farnar fram í hesum seinasta valskeiðnum. Barnaansingin í kom­mu­ nu­ni er í tryggum kørmum, men vit kunnu laga hana meira eftir tørvinum hjá for­ eldrunum, og tí eigur at verða møguligt at fáa barnaansing í t.d. hálva tíð. Frítíðarskúli til børn í triðja flokki hevði ivaleyst eisini verið ein kær­ komin møguleiki hjá nógvum foreldrum. Barnakekkur á 10.000 kr. fyri barnið og hægri botn­ frádráttur eru ítøkilig stig, sum stuðla barnafamiljunum. Fyri framman standa eisini ynskir um tryggari ferðslu, baðiland, fótbóltshøll, ment­ anar- og ungdómshús, við­ arlund í Dalinum Langa, íbúðarbyggingar og ynskið um ein lívligari miðbý við einum fjølbroyttum mat­ stovuumhvørvi. Alt til tess at skapa trivnað og fjálga um borgaran, sum eigur at hava møguleikan fyri einum ríkum fríðtíðarlívi uttan fyri arb­ eiðs­pláss og skúlagátt. Tann kommunan, sum meg­nar at skapa trivnað, megnar eisini at geva vinnu­ lívinumstøðuga arbeiðsmegi. Tí tað er har fólk vilja vera. Tað er framtíðar býurin. Mítt yvirskipaða mál er at skapa trivnað og vøkstur, soleiðis at borgarar í Tórs­ havnar Kommunu hava bestu korini bæði til arbeiðis og í frítíðini. Eg fari virkis­ fýsinog miðvíst til verka við einum jaligum hugburði, og tískil leggi eg nógva orku í at røkka settum málum. Tú finnur meira frá mær á www.bogiandreasen.fo. Eg fari fram ímóti valinum í stuttum greinum at lýsa míni politisku sjónarmið, sum hava til endamáls at skapa trivnað og vøkstur í Tórs­havnar Kommunu við serligum denti á vinnu, mentan og sosialpolitikk. Skattabluffið hjá Fólkaflokkinum – nú til kommunvalið 2012 Tað skal valdast, sum poli­ tikarar nú bjóða og yvirbjóða hvønn annan. Vastríðið er farið í gongd, men hjá fólka­ flokkinum er tað aftur­ vendandi bluff. Tað kenna eisini tey flestu til í sambandi við flatskattin, har tikið var frá teimum, ið minni hava til at geva teimum, sum høvdu nógmikið frammanundan. Nú verður lovað og hálovað við barnakekki og hækkan av botnfrádráttinum í kom­ munuskattinum. Men eitt sindur av trúvirði má hóast alt krevjast av teimum, ið stilla seg upp og bjóða seg fram. Barnakekkur Ein kommuna hevur ikki hei­ mild til at útskriva kekk­ar til borgararnar, so hetta er bluff. Um tað so varð møguligt, so hevði hetta bara økt um almennu umsitingina av eini slíkari skipan Hækkan av botnfrádráttinum Valevnini hjá Fólkaflokkinum hava boðað frá, at tey hava havt eina telefonsamrøðu vestur til Jørgen í Sørvági, og segði hann seg vilja taka undir við hesum. Hetta er eisini bluff, tí ein slík skipan skal viðgerast av Føroya løgtingi, og hvat høvdu hinar kommunurnar sagt til tað ? Bluff! Lækkan av kommunu­ skatti og hækkan av barnafrádrátti Tað er tað, sum samgongan í Tórshavnar býráði ynskir at føra í verki. Hetta vil eisini geva barnafamiljum ein lætta, ið er tiltrongdur umframt ein lætta til allar borgarar í høvuðsstaðarkommununi. Eg ynski framhaldandi at arbeiða fyri einum góðum høvuðsstaði, har tað skal verða rúmsátt og liviligt hjá øllum borgarum. Nógv er framt í seinasta valskeiði og nógvar ítøkiligar ætlanir eru klárar at fremja í verki Bogi Andreasen Høvuðstaðurin í Norðuratlantshavinum Ein livandi høvuðsstaður er ein fólkaríkur staður, har fólk í øllum aldri fylla býar­ myndina. Tað er ein býur sum er innbjóðandi og lokkandi, við pulserandi lívi, frá morgni til myrkurs. Bygningarnir eru bústaðir til fólkið, og gongu­ fólkið eigur Gongu­gøtuna. Har eru vælvitjaðir handlar og matstovur. Konsert- og sjónleikarhús full og eitt bló­ m­andi listarumhvørvi. Ment­ a­nar­stovnar, listasavn og bókasøvn við spennandi og avbjóðandi tilboðum. Eitt universitet sum hevur lestrartilboð á altjóða støði, við einum slóðbrótandi, vinnu­fremjandi, nýskapanar- og íverksetanarstovni. Tað er ein býur fyri øll, har ymiskleikin verður boðin vælkomin. Har børn og fam­ iljur teirra trívast og ung­ dómurin mennist og har tey eldru fegnast um lívið.  Har er stutt til orðanna og samstarv millum politikarar og fakkunleika er ein sjálv­ fylgja. Hetta skal vera okkara Tórshavn, tann býur vit vilja búgva í. Rógvi á Rógvu  Á lista E Jákup Símun Simonsen býráðslimur Tjóðveldi listi E