Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-28, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. september 2012 · Nr. 113 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Kommuna kærir um nólsoyarsiglingina Staðbundna Nólsoyarnevndin hevur heitt á borgar­stjór­an at senda eina grundgivna áheitan til Strand­faraskip Landsins og landsstýrismannin við ábyrgd av sam­ferðslu­málum, við kæru um ta tænastu, nólsoy­ingar í løtuni fáa frá SSL. Nevndin heldur, at ferða­ sambandið er ov vánaligt og ikki nøktandi fyri nólsoyingar og onnur ferðafólk. – Støðan er tann, at hvørja ferð nakað er galið við Teista­ num – og tað er ofta – verður Ternan tikin til flutning um Skopunar- og Hestsfjørð. Longu í apríl varð boðað frá, at um miðjan august fór Ternan at verða tikin úr nóls­ oyarsiglingini heilt út ímóti november. SSL eigur ikki líkinda avloysaraskip og metti tað ikki neyðugt at leiga annað egnað skip at avloysa Ternuna, men beyð nólsoyingum tveir rund­ferð­ ar­bátar, Silju Star og Froy, til siglingina, skrivar Heðin Mortensen, borgarstjóri, í kæruni. Hesir bátar eru ov smáir til siglingina. Aldan kann verða stór í Nólsoyarfirði um veturin, og fólk kenna seg ikki trygg at ferðast við so smáum bátum í ringum veðri. Umleið fimti fólk skulu hvønn morgun inn til Havnar í skúla og til arbeiðis. Fleiri av hesum arbeiða á stovnum, har alneyðugur tørvur er á, at tey møta til tíðina. Ótal av børnum ferðast inn til Havn­ ar fleiri ferðir um vikuna til tónleik og ítrótt, og foreldrini kenna seg ikki trygg at senda børnini við hesum smáu bátunum í ringum veðri. Bátarnir taka 48 fólk í senn. Hetta er ov lítið til ver­ andi tørv. Tá serlig tiltøk eru í Nólsoy má báturin sigla fleiri ferðir. Hetta er bæði trupult er keðiligt fyri tey, sum skipa fyri, tí bíðitíð er at koma um fjørðin. Onkuntíð er neyðugt at víkja frá van­ ligu ferðaskránni, og tað er sera óheppið, tí fólk vita ikki, hvat klokkan tey sleppa til Havnar um morgunin. Bátarnir eru ikki egnaðir til fraktflutning. Tí hevur SSL sett Sam at sigla við frakt tvær ferðir um vikuna. Hetta er alt ov lítið og ógvu­ liga óheppið fyri Mat­vøru­ búðina, ið ikki fær vøru til tíðina. Óheppið er tað eisini, at ongir bilar fáast út til Nólsoyar vanligar dagar. Nóls­oyingar hava eisini tørv á ruskbilum, oljubilum og øðrum. Herfyri var sera pínlig hending í Nólsoy, tá líkbilur­ in ikki slapp í land til eina jarðarferð. Plássið umborð á hesum rundferðabátum er brúkt til stólar. Millum stólarøðirnar er bara ein smøl rás. Ikki ber til at seta vanligt viðføri frá sær, heldur ikki barnavognar og súkklur, sum mugu standa úti á dekkinum í øllum sjó­ rokinum. Truplast er tað fyri rørslu­ tarnað og tey gomlu, sum ikki kunnu klúgva umborð, tá flóð ella fjøra gera um seg. Sleppur ein koyristólur um­ borð, so má hann standa á dekkinum í kuldanum og sjórokinum, fyri ikki at sperra smølu rásina fyri øðrum ferðandi. Tað skuldi verið óneyðugt at greitt mynduleikunum frá, hvussu bundin fólk í Nólsoy eru av hesi farleið. Hetta er teirra lívsæðr. Er tænastan hjá SSL ikki nóg góð, so er væntandi, at tað gongst Nólsoynni sum tað hevur gingist øðrum útoyggjum, at fólk flyta og bygdin doyr spakuliga út. SSL eigur eisini at hava í huga, at valla er nøkur onnur farleið, sum hevur so nógvar fastar pend­ larar. Fari tí at enda at biða SSL og landsstýrismannin við samferðslumálum um at skipa soleiðis fyri, at ein virðilig loysn verður funnin, at Ternan verður sett aftur í fasta sigling um Nóls­oyar­ fjørð, í øðrum lagi, at egnað avloysaraskip verður funnið beinanvegin. Vegna Tórshavnar kommunu og borgarar í Nólsoy Brúkið pengar upp á okkurt meira kreativt Heðin, eg havi stóra respekt fyri tær, og haldi, at tú hevur gjørt eitt pragtfult arbeiði her í Havn. Men, eg má siga, at tá eg læs greinina á torshavn.fo um útbygging á Tórsvølli, tá fór blóð mítt at kóka. Føroyar hava oyst nógvar millónir í handan fótbóltin og hvat? Vøllurin sær penur út, og spælarnir duga líka illa. Ikki skal eg siga, at tað er lætt at spæla fótbólt, men eftir int­ er­nationalum standard­um, so klára vit okkum sim­pel­ then ikki væl. Vit liggja nummar 111 á FIFA-styrkilistanum, og eg haldi, at vit hoyra ikki til í námind so langt uppi. Og hasi ljósini, sum standa sum ein feitur tornur í eyganum, tey fara neyvan at hjálpa uppá bóltspælið. Og hví skal fótbólturin, tann ítrótturin, ið vit duga so illa, vera tann, ið fær allan peningin? Skulu hesir fitti út­ ­lendingar sleppa at sita væl, ímeðan teir hygga, tá før­oyar tapa við BARA 4 mál­um? Hví ikki brúka pengarnir uppá okkurt meira kreativt? Til dømis, so er enn eingin 50 metrar hylur til svimjarar ella nakað høvi fyri at spæla íshockey. Havnin sær gott út, og vit eiga at geva tøkk fyri tað, men kann fótbólturin ikki fara lægri niður á prioritets­ listan? Á myndini sæst Tórsvøllur, sum hann vanliga stendur: Tómur! Ernst á Heygum Kass Heðin Mortensen Borgarstjóri