Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-28, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 28. september 2012 · Nr. 113 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Aksel V. Johannesen Ein byrjan kundi verið, at vit lærdu av teimum mistøkum, sum onnur lond hava gjørt. Lat meg fortelja eina søgu um USA. Fyri umleið 30 árum síðani tók eitt politiskt rák seg upp i pørtum av vesturheiminum,. Serstakliga USA við Ronald Reagan og Ongland við Mar­ gareth Thatcher á odda vóru undangongulond inn­an hetta rák. Politiska ástøðið snýr seg um, at tey múgvandi eru lokomotivið í búskapinum. Gev fyritøkum og teimum vælbjargaðu stórar skatta­ lættar og stórar fyrimunir, so skal teirra nýtsla og teirra íløgur seyra niður gjøgnum alt samfelagið, so øll fáa bita av køkuni. Tá tað regnar á prest, so dryppar á degn. Ástøðið hevur nú verið roynt í umleið 30 ár. Man tað hava virkað eftir ætlan? Ein kanning, sum amerikanska kongressin hevur latið gjørt, vísir, at tann førdi politikk­ urin í USA ikki gevur størri vøkstur, fleiri arbeiðspláss ella størri vælstand. Tvørtur ímóti hevur vøksturin í USA verið lægri enn í norðan­ londum, talið av arbeiðs­ plássum er lækkað og ójavnin millum borgararnar er øktur munandi. Stórur partur av vanligu arbeiðandi fjøldini í USA er vorðin fátækari seinastu 30 árini. Tíggju tey ríkastu pro­ sentini av fólkinum eru tó vorðin munandi ríkari. T.d. so forvinnur ein stjóri í USA í meðal 200 ferðir so nógv sum ein vanligur arbeiðari. Teir fýra hundrað ríkastu amerikanararnir eiga til­ samans 10 túsund milliardir krónur. Tað samsvarar við, at teir kundu goldið allar út­ reiðslurnar á okkara fíggj­ arlóg kontant tvey hundrað ár fram í tíðina. Samstundis, sum ríkir amerikanarar hava yvirflóð av pengum, hava 47 milliónir amerikanarar søkt statin um stuðul til keyp av mati, tí tey hava ikki ráð at keypa mat. Ein politikkur, sum hevur verið góður fyri tey fækstu, og katastrofalur fyri tey flestu. Í Føroyum fingu vit í 2011 eina nýggja samgongu. Hvør er politiska fyrimyndin hjá hesi samgonguni so? Lat okkum hyggja at, hvat samgongan hevur framt. Millum annað hava vit fingið eina nýggja skatta­ skipan. Vit kunnu fegnast um, at miðalinntøkurnar fingu skattalætta, men skatta skipanin vendir sosialt full­ komiliga skeivt. Ein inntøka á 80.000 kr. um mánaðin hevur fingið ein skattalætta á 7.000 krónur. Tað svarar til ein nýggjan flatskerm - hvønn mánaða. Ein inntøka á 22.000 krónur ella lægri fekk ikki lut í skattalættanum. Tvørtur ímóti fingu tey eina skattahækking, við forskatt­ ingini av pensjónum. Fyrr í ár gav ein fyritøka landsstýrinum eitt tilboð at keypa 40.000 tons av makreli fyri 100 milliónir krónur. Landsstýrið takkaði vegna Føroya fólk nei. Landsstýrið vildi heldur geva tilfeingið burtur, fyri lítið og lætt, til ein politiskt útvaldan skara. Og fleiri av teimum, sum fingu lut í gávuni frá Lands­ stýrinum fóru ikki undir at gera skipið klárt til fiskiskap. Nei, tey fóru inn á gólvið hjá advokatskrivstovunum at biðja um hjálp at selja kvo­ tuna víðari. Samstundis, sum sam­ gongan gevur stórar gávur burtur, so hevur samgongan lækkað arbeiðsloysisstuðulin við 2.500 kr um mánaðin. Og samgongan hevur ætl­ anir um, at fremja sparingar innan fólkapensjónina, fyri­ tíðarpensjónina, lestrar­stuð­ ulinum, útbúgving, gransking og innan almenna sam­ ferðslu­kervið. Samgongan førir ein øv­ ugtan Robin Hood politikk har peningur verður fluttur frá teimum fátøku til tey ríku. Samgongan byggir sítt politiska grundarlag á somu ástøði sum Reagan og That­ cher. Argumentini hjá sam­ gongulimum, serliga hjá ein­ um av flokkunum, eru neyvt tey somu sum hjá Reagan og Thatcher. Tað verður ført fram, at tað ikki er gott fyri vanliga føroyingin, um pen­ ingurin og virðini koma okkum øllum til góðar. Hinvegin verður sagt, at tað er gott fyri vanliga føroyingin, um peningurin og virðini enda í lummanum á nøkrum fáum og múgvandi privat persónum. Hesi fara at skapa ein vøkstur, sum skal koma øllum til góðar. Tesan er júst tann sama. Um hugt verður eftir, hvat hesin politikkur hevur gjørt við USA, so síggi eg eina ræðumynd av Føroyum fyri mær ­– har løntakarin verður fátækari og tey ríku ríkari. Har sosiali tryggleikin lækk­ ar, og talið av luksus bilum hækkar. Har samhaldsfestið verður veikari og sjálvsøkni verður sterkari. Er Reagan'sa USA veruliga fyrimyndin hjá okkum før­ oyingum. Ella eiga vit før­ oyingar, at leita okkum íblást­ur hjá einum øðrum fyrrverandi amerikanskum forseta, Franklin Roosevelt, sum segði soleiðis: »Okkara framburður kem­ ur ikki at verða mettur út frá, hvussu stórari yvirflóð tey ríku liva í. Okkara fram­ burður kemur at verða mett­ ur út frá, hvussu okkara ríki­ dømi verður býtt milllum borgararnar«. Hvar enda vit sum sam­ felag og einstaklingar, um vit gloyma týdningin av sam­ haldsfesti. Lat meg taka eitt dømi. Eg havi ein vinmann, sum sigldi við einum føroyskum fiskiskipi. Fyri einum lítlum ári síðani fekk hann sekkin. Eigarin av skipinum valdi at skifta føroysku manningina út við bíliga undirlønta út­ lendska arbeiðsmegi. Talan er tíverri ikki um nakað ein­ dømi. Hetta kallast sosial dump­ ing. Tá hetta letur seg gera, missir arbeiðandi fjøldin øll rættindi, sum fakfelgsrørslan hevur vunnið og stríðst fyri í meira enn 100 ár. Um vit føroyingar ikki standa saman við fiski­monn­ unum og rópa varskó, tá traðkað verður á vunnin rættindi hjá teimum, hvør væntar tú fer at rópa varskó fyri teg, um tín arbeiðgevari traðkar á tíni rættindi, og skiftir teg út við ein undir­ løntan útlending. Eitt gamalt svenskt orða­ tak sigur »Ongin kann alt. Øll kunnu okkurt, men saman kunnu vit alt«. Tað er júst saman at vit standa sterk. Einsamøll standa vit veik. Lat meg taka eitt annað dømi: Gagnar tað okkum sum samfelag og sum einstak­ling­ ar, at skerja arbeiðsloysis­ stuðulin við 12,5 prosentum? Vit kunnu øll koma í ta støðu, at vit standa uttan arbeiði. Um vit, sum hava arbeiði, ikki tryggja teimum, sum missa arbeiðið rímilig livikor, hvør skal so tryggja okkum rímilig livikor, tá vit missa arbeiðið? Eg havi álit á, at tit fara at tryggja Javnaðarflokkinum ta neyðugu undirtøkuna, so vit kunnu koma at valdinum aftur. Og tá fara vit at tryggja øllum lut í okkara ríkidømi. Skattalættin skal umleggjast, so tað fyrst og fremst eru lægru- og miðal inntøkurnar, ið fáa lut í skattalættanum. Vit fara at tryggja, at okk­ ara nátúrutilfeingi ikki verð­ ur latið ókeypis til nakrar einstalkingar at spekulera við. Nátúrutilfeingið er ogn Føroya fólks, og inntøkurnar frá nátúrutilfeinginum skulu koma øllum føroyingum til góða. Ongin skal sleppa at reka vinnu í Føroyum, uttan at viðkomandi hevur sáttmála við løntakarfeløgini, og hesir sáttmálar skulu fylgjast. Inntøkurnar frá okkara tilfeingisrættindum skulu tryggja okkum góðar væl­ ferðar­skipanir. Tryggja, at vit raðfesta gransking, so nýggjar vinnur kunnu spíra og verandi vinnur endurnýggja seg. Tryggja, at okkara ung­ dómur í størri mun fær møgu­leikan at útbúgva seg í Føroyum. Tryggja, at mentan verður raðfest so fólki, ið her bú­ leikast trívast. Politikkur snýr seg um at fremja nøkur val – um at raðfesta. Um at velja, hvussu vit ynskja at fordeila og gagnnýta okkara ríkidømi. Javnaðarflokkurin vil taka nøkur onnur val, enn sitandi samgonga. Aftur til spurningin. Hvussu gera vit tað gott at búgva í Føroyum? Hvussu gera vit Føroyar til eitt land, sum fólk vilja flyta til, heldur enn at flyta frá? Royndirnar frá USA vísa okkum, at tað gera vit ikki við at byggja okkara samfelag á sjálvsøkni og tankan um, at einhvør er sær sjálvum næstur. Tað gera vit við at tryggja øllum lut í ríkidøminum. Við at taka ábyrgd fyri okkum sjálvum, okkara medmenn­ iskj­um og samfelagnum. Tað er sum einstaklingar í einum felagsskapi, har vit taka hond um hvønn annan at vit veruliga kenna okkum trygg og fræls. Tað eru tílík lond fólk støðast í. Tað er tílík lond fólk vilja búgva í. Takk fyri og góðan fólka­ fund. kjak Røða á Fólkafundinum 2012 Hvussu gera vit tað gott at búgva í Føroyum? Hvussu gera vit Føroyar til eitt land, sum fólk vilja flyta til, heldur enn at flyta frá? Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins