Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-28, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. september 2012 · Nr. 113 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lægri skattur og hægri barnafrádráttur Fíggjarætlan Tórshavnar kommunu 2013: Ein beinleiðis lækking í skattatrýstinum við hálvum prosenti og ein hækking av barnafrádráttinum við 45%, svarar á leið til kostnaðin av einum skattaprosenti, men er lutfalsliga ein størri bati fyri barnafamiljurnar. Uppskotið til fíggjarætlan hjá Tórshavnar Kommunu er lagt fyri býráðið. Uppskotið javnvigar við 613 mill. kr.   Í 2012 javnvigaði fíggjarætlanin við 636 mill. kr. Fíggjarætlanin er løgd út frá teirri fortreyt, at skattaprosentið lækkar úr 20,75% til 20,25% og barna­ frádrátturin hækkar við 45% úr 5.500 kr. upp í 8.000 kr. Rakstarútreiðslurnar verða í 2013 í alt 507 mill. kr. og íløgurnar knappliga 98 mill. kr. Harafturat verða gjørdar íløgur á útvið 10 mill. kr., sum verða fíggjaðar av ikki brúkt­ um íløgujáttanum frá undan­ farnum árum. Rakstrarútreiðslurnar økj­ast soleiðis við 7 mill. kr. og svarar tað til eina hækking á 1,3%. Men brúkaraprístalið er frá 2. ársfjórðingi 2011 til 2. ársfjórðing í 2012 hækkað úr 118,4 til 121. Hetta er ein vøkst­ ur á 2,2%. Hetta merkir, at kostnaðarstøðið er hækk­að væl meira enn vøksturin í rakstrarútreiðslunum.   Samgongan hevur lagt seg eftir, at raksturin skal økjast sum minst, uttan at hetta nervar tænastustøðið. Íløgurnar eru slakar 98 mill., umframt tær nevndu 10 mill. Lániskuldin hjá kommununi verður áleið 184 mill. kr. við árslok, og tá er ikki roknað við nýggjum lántøkum í 2013. Partur av láninum er ikki tikin enn, soleiðis at láni­ skuldin í dag er 145 mill. kr.     Inntøkumetingarnar fyri 2013 Í 2013 væntar Tórshavnar kommuna eina skattainntøku uppá 613 mill. kr. Inntøku­ me­tingin byggir á eina fram­ skriving av persóns­skatta­inn­ tøkunum fyrstu 8 mán­að­irnar í 2012. Í fíggjarætlanini fyri 2012 er roknað við eini inntøkuhækking á 2% í mun til framskrivingina. Ein hækk­ ing í skattskyldugu inntøkuni uppá 1% gevur áleið 8 mill. kr. í meirinntøku. Landsbankin hevur gjørt eina meting av lønarút­gjald­ ingunum í   2013. Roknað verð­ur við einum vøkstri, sum í besta føri er 6,2% og í ringasta føri 0,3%.   Íløgur Íløgur verða gjørdar fyri 108 mill. kr. tilsamans. Hetta er lægri enn í 2011, men skyldast fyrst og fremst, at skatturin lækkar og barnafrádrátturin hækkar. Umframt íløguætl­ anina á 108 mill. eru eisini tøkar ikki brúktar íløgu­játt­ anir frá undanfarnu árum, sum nú er 122 mill. Ov drúgt er at nevna allar íløgurnar, men ein sundurgreining er við í uppskotinum til fíggj­ arætlan. Tríggjar tær størstu íløgurnar eru: • Brúgv um Sandá 25 mill. kr. • Tórsvøllur 10 mill. kr. • Renovatión 10 mill. kr.   Játtan er eisini sett av til at halda fram við arbeiðinum at byggja nýggjan Musikkskúla. Projekteringin verður liðug í 2013, tá lendisarbeiðið eisini kann byrja. Somuleiðis er játtan sett av til svimjihyl og nýggjan Vesturskúla, soleiðis at fyrireikingararbeiðið við hesum stóru verkætlanunum kann halda fram. Fremjingin av vatnveitingar- og kloakk­ eringsskipanin heldur eisini fram. Altíð eru fleiri ynskir um játtanir bæði til rakstur og íløgur, men hetta er tað, sum fíggjarstøðan hjá kommunu­ ni kann bera, uttan at láni­ byrðan verður økt. Tað merkir samstundis, at skulu broyt­ingar gerast í uppskoti­ num, so eigur tað at verða gjørt við at broyta raðfesting­ arnar.   Fíggjarviðurskifti annars Partafelagsskatturin er mett­ ur at verða 18 mill. kr. Hetta eru 4 mill. kr. minni enn í 2012. Kommununar partur av partafelagsskattinum lækk­ aði eftir at tað almenna broytti býtislykilin millum land og kommunur. Parta­ felagsskatturin fyri 2013 verð­ur álíknaður skatt­skyld­ ugu úrslitunum í 2012. Tí er sera torført at meta um, hvussu nógv kemur inn í skatti. Metingin er varin og grundað á fyribils útmeld­ ingar.   Við árslok 2012 verður lánibyrðan hjá kommununi áleið 184 mill. kr. Við ársbyrjan var lániskuldin 154  mió. kr. Fíggjarnevndin samtykti at taka lán uppá 50 mill. kr. í 2011. Hetta lánið er ikki tikið enn, tí er lániskuldin sum nú er 145 mill. kr.  Í fíggjar­ætl­ anini fyri 2013 verða kr. 9 mill. kr. goldnar í rentum, og avdráttir á 17 mill. kr verða fíggjaðir av meirinntøkum frá 2011 og 2012. Gjaldførið hjá kommununi er nøktandi, hóast stórar upphæddir eru lagdar út fyri útstykkingar o.a. Pengar eru tøkir, tí partur av íløgunum eru seinkaðar í mun til ætl­ anina, og játtaninar eru flutt­ ar fram til seinni fíggjarár. Tað er ein stórur fyrimun­ ur at kunna fíggja dagliga tørvin við egnum gjaldføri, tí tá slepst undan at søkja fígging í peningastovnunum. Mett verður, at eitt minsta gjaldføri á 60-70 mill. kr. er hóskandi. Høvuðsbroytingarnar í rakstrarútreiðslunum eru hesar:   Tilhald til heimleys Tørvur er á einum tilhaldi, ella sonevndari hitastovu, til heimleys í dagtímunum. Frels­unarherurin og Blái Krossur hava bútilboð til heimleys við stuðli úr lands­ kassanum sbrt. forsorg­ ar­lógini, men hetta er í høvuðs­heitum eitt tilboð um nátt­arvist. Í dagtímunum hava tey heimleysu einki skipað tilhald við tí úrsliti, at hesi halda til úti á gøtuni. Samgongan hevur sett sær fyri at skipa eina hita­ stovu fyri heimleysum í dagtímunum, og hevur tí sett hálva millión av til rakstur. Umframt at veita eitt til­ haldsstað til samveru undir skipaðum viðurskiftum, er hitastovan eitt tilboð, tey heimleysu frítt kunnu brúka, og har tey kunnu fáa nærveru og umsorgan. Ætlanin er at gera avtalu við hjálparfelags­ skap at standa fyri hita­ stovuni.   Hallarstuðul Samgongan hevur sett sær fyri at økja stuðulin ella endurgjaldið til hallarleiguna hjá ítróttafeløgunum. Í dag fáa feløgini 40% av hallar­ leiguni aftur. Í fíggjarætlanini er skotið upp at økja stuðulin til 60%, og verður hetta at lætta um raksturin hjá feløg­ unum.   Ungdómsvirksemi Samgongan hevur lagt stóran dent á barna- og ungdóms­ mentan, fyrst við Margarin­ fabrikkini, síðani við skip­ aðum ungdómsvirksemi í Nólsoy. Fyri tveimum árum síðan var skjøtil settur á ungdómshús í Hoyvík undir heitinum Klubb 188, og í fjør eisini í Vesturbýnum. Sam­ gongan hevur sett eina millión av í rakstri til nýggj ungdómstilboð á Argjum, á Velbastað, í Kollafirði og í Kaldbak eftir nakað sama leisti.   Frítíðartilboð til skúlanæmingar í 3. flokki Sum eina roynd hevur kommunan í ár skipað frítíð­ artilboð til skúlanæmingar í 3. flokki í frítíðarskúlunum. Tiltakið hevur fingið góða undirtøku. Samgongan hevur sett sær fyri at halda fram við tilboðnum eftir somu skipan sum frítíðarskúlarnir annars við foreldragjaldi, tó við aðrari normering.   Hildið verður fram við ”ókeypis” Bussleiðini eftir sama leisti. Hækkaði systki­ nafrádrátturin og lækkaða dagsstovnagjaldið verður óbroytt. Nýggj lóggáva við­ víkjandi bygging, tilbúgving og drekkivatni er ávegis. Meira verður játtað til asfalt og kavarudding, og hildið verður fram at umleggja gøtuljósini til orkusparandi skipanir.  Samanumtikið kann sig­ ast, at hetta er tað sum fíggjarstøðan hjá kommununi kann bera, uttan at láni­ byrðan verður økt, og at rakstrarútreiðslurnar vaksa væl minni enn kostnað­ar­ støðið. Harnæst heldur sam­ gongan lyftið um at lækka skattatrýstið við tí, sum svarar til á leið ta upphædd, sum eitt skattaprosent kost­ ar, tó soleiðis, at barna­ familjurnar verða tær, sum fáa mest burturúr. Íløgurnar annars eru hesar: Birkilund Játtaðar eru 3 mió kr. til fyrireikingar at byggja dagstovn í staðin fyri verandi Birkilund. Í íløguætlanini eru 3 mió kr. aftrat settar av til fyrireikingar. Mett verður, at fyrireikingararbeiðið er komið so mikið áleiðis, at projektering kann byrja í 2013, og útbjóðing og bygging fremjast í 2014-2015. Dagføring av skúlum 3 mió. kr. eru settar av í 2012 at fyrireika nýggjan Vestur­ skúla í staðin fyri Venjing­ arskúlan og Kommunu­ skúlan. Íløgan er so mikið stór og ávirkar í stóran mun møguleikarnar at fremja aðr­ ar byggingar, at mælt verður til at lánifíggja ein part. Á íløguætlanini fyri 2013 eru settar 2 mió kr. aftrat til fyrireikingar. Eysturskúlin Lon E mangl­ ar at dagførast. Væntandi kemur hetta at kosta uml. 6 mió kr. Hetta verður fíggjað við 4 mió. kr. av játtanini fyri 2012 og 2 mió. kr. í 2013. Tá ið hetta er gjørt, er skúlin liðugt dagførdur. Næstur skúli í røðini at verða dagførdur er Hoyvíkar skúli at byrja í 2013, har eru settar 2 mió kr. av. Musikkskúlin Musikkskúlin hevur eina samlaða játtan á 11,7 mió. kr sum er. Væntandi verður arbeiðið at projektera skúlan liðugt í 2013 og arbeiðið kann tá bjóðast út. Væntað verður, at arbeiðið er komið so væl áleiðis, at jørðarbeiðið kann gerast á heysti 2013. Mettur kostnaður fyri projektering og jørðarbeiði er uml. 13 mió. kr. og tí verður mælt til at seta 1,3 mió. kr. aftrat í 2013. Verkætlanin hongur saman við vegarbeiðum á Sundsvegnum, eitt nú ferðslu- og atkomuviðurskifti og fjarhita. Mentunartiltøk o.a. Arbeiðið at gera Reinsaríið til rútmiskt spælistað og ment­ an­arhøli annars heldur fram. Settar eru 3 mió kr. av til endamálið í 2013. Ítróttaranlegg FSF og TK gera eftir ætlan samstarvsavtalu um útbygg­ ing av Tórsvølli sum samlaða verkætlan at fáa stadion liðugt og at lúka øll altjóða krøv, herundir býtið av fígg­ ing millum partarnar, sum skulu seta íløgur av á hvørj­ um ári. Ætlanin er eisini at ein partur av fíggingini skal koma frá grunnum o.ø. Býráðið hevur samtykt at játta kr. 35 mió til endamálið árini 2013-2015. Í 2013 eru 10 mió kr. settar av. Høllin á Hálsi Stórur tørvur er á at skifta takið og gera aðrar dag­før­ ingar eitt nú á útveggir v.m., tí er neyðugt við 10 mió. kr. í 2013 og nakað tað sama til samans árini 2014-2015. Tá er meginparturin av høllini dagførdur. Hoyvíkshøllin/ Kollafjørður Ætlanin er at gera nýggja portalin til Hoyvíkshøllina lidna, serliga loftshæddina, ið ætlandi skal vera kantina. 2,3 mió kr. eru settar av til endamálið. Til høllina í Kolla­ firði eru 3 miljónir avsettar. Arbeiðið byrjar nú. Svimjihøll Játtaðar verða 5 mió kr. aftrat til fyrireikingar til 50 metra svimjihylin, so at samlaða játtanin verður 10 mió kr. Vøllur í Hoyvík Settar eru 1 mió kr. aftrat til at byggja fótbóltsvøll í Hoy­ vík. Fríðkan av kommununi Talan verður um eina ætlan, sum umfatar Skálatrøð, gongugøtuna og miðbýin annars. Kirkjugarðar Kommunan hevur lógar­ ásettar skyldur viðv. kirkju­ gørðum. Nú lendisviður­skift­ ini eru komin uppá pláss, ber til at fara undir at gera kirkjugarðin í Kaldbak og í Hoyvík. Eisini er neyðugt við støðugari útbygging av kirkju­garðinum við Velba­ stað­vegin. Tað koma yvir 130 nýggj gravstøð árliga. Kloakkir o.a. Fyri at røkka á mál við spillvatnsætlanin hjá Tórs­ havnar kommunu eru 6 miljónir settar av í 2013. Írestandi fíggingin er mett til kr. 13 mió. Glyvursvegur við brúgv um Sandá Talan er um tvær rund­ koyringar, íbindingarvegir til brúnna og sjálva brúnna. Arbeiðið er boðið út sum heildararbeiðstøka í aug. 2012. Tilboðini koma inn í oktober 2012. Eftir ætlan verður projekteringin liðug um árskiftið og arbeiðið byrjar fyrst í 2013 og skal verða liðugt í mai 2014. Uml. 14 mió eru játtaðar í 2011 og 2012, meðan restin skal fíggjast av íløgum í 2013 og 2014. Sundsvegur Sundsvegur hevur ein týð­ andi leiklut sum ferðslu­sam­ band frá norðastu býling­ unum í býnum, til ringvegin og miðbýin. Og Sundsvegur­ in kemur at fáa enn størri týdning, tá nýggjur inn­ komuvegur verður gjørdur, og í samband við ferðslu­ viðurskiftini við komandi musikskúlan og í Sortudýki annars. Sundsvegurin hevur eisini ein týðandi leiklut í víðari menningini av fjar­ hitanetinum í býnum, sum enn hevur nógva tøka orku. Súkklubreytir Arbeiðið við at gera skipaðar súkklubreytir heldur fram. Renovasjón Ketilin á brennistøðini og tilhoyrandi skipanir skulu skiftast út. Arbeiðið er boðið út. Miðbýarætlan 6 miljónir standa avsettar til eina heildarætlan um trivna í miðbýnum. Golfvøllurin Golfvøllurin á Glyvursnesi er størsta ferðavinnupolitiska átak í Føroyum í langa tíð. Arbeiðið at gera vøllin lidnan er byrjað, nú flagið av Tórsvølli er lagt út. 5 miljónir eru tøkar til arbeiðið. Vegna Tórshavnar býráð Heðin Mortensen borgarstjóri