fríggjadagur 28. september 2012síða 25
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Fríggjadagur 28. september 2012 · Nr. 113
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tórshavnar
kommuna
Tórshavnar kommuna er høvuðsstaðarkommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari umsitingini.
Vit leggja stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava ein nútímans leiðsluhátt, har starvsfólkamenning er
avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta innanhýsis samskifti og samskifti við borgaran høgt. Hetta fyri at tú og borgarin altíð
skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo
www.torshavn.fo
Søkt verður eftir býarbókavørði í
Tórshavnar kommunu
Býarbókasavnið hevur ein týðandi leiklut í gerandis-
degnum hjá fólki í býnum, ungum sum eldri. Sum
mentanar- og kunningardepil í miðbýnum og við
tænastum um talgildu miðlarnar skal Býarbókasavnið
áhaldandi mennast og vera ein fjøltáttaður, nýskap-
andi, sjónligur og virkin stovnur, ið røkkur út um
vanliga bókasavnsvirksemið.
Bókasavnið hevur tríggjar deildir, barnabókasavn,
útlán fyri vaksin og lesistovu. Á bókasavninum eru
14 starvsfólk.
Hølini hjá býarbókasavninum eru víðkað og broytt,
soleiðis at ein partur av bókasavninum nú er í veg-
hæddini við kaféumhvørvi, sjálvgreiðslu, teldum v.m.
Aðrar útbyggingarætlanir eru ávegis.
Meira fæst at vita um Býarbókasavnið á heimasíðuni
www.bbs.fo.
Kommunan bjóðar
eitt áhugavert starv við fjølbroyttum og mennandi
uppgávum og avbjóðingum.
Nakrar av høvuðsuppgávunum eru:
• at leiða og hava ábyrgd av dagliga virkseminum
á býarbókasavninum
• at tryggja eitt tíðarhóskandi, mennandi og
dygdargott umhvørvi
• at tryggja, at býarbókasavnið støðugt mennir
og skapar nýggjar tænastur og nýtt virksemi
samsvarandi tørvi ella møguleikum
• at tryggja, at bókasavnið hevur fullgóða
fíggjarstýring og fremur úrslit
• at fylgja við og kunna seg um menning á økinum
Førleikakrøv
• Akademisk bókavarðaútbúgving frá lærdum
háskúla ella bókavarðaútbúgving frá viðurkendum
bókasavnsskúla
• Royndir í leiðslu
• Royndir í bókasavnsarbeiði
• Góður teldukunnleiki og áhugi fyri kunningartøkni
Persónligir eginleikar
Umráðandi er, at viðkomandi hevur góð leiðslu- og
samstarvsevni, er fyrikomandi, dugir væl at samskifta
bæði innan- og uttanhýsis og kann virka í góðum
samstarvi við starvsfelagar. Neyðugt er at hava
hugsjónir um virksemið á bókasavninum og kunna
ganga á odda.
Setanarviðurskifti
Starvið er eitt fulltíðarstarv og verður sett skjótast
til ber. Starvið verður lønt sambært sáttmála við
avvarðandi yrkisfelag.
Umsókn
saman við upplýsingum um útbúgving og royndir skulu
vera Tórshavnar kommunu, Postrúm 32, 110 Tórshavn,
í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 26. oktober 2012
kl. 12.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Jákup Simonsen, mentamálaleiðara, ella Jóan Petur
Hentze, trivnaðarstjóra, á tlf. 302010.
Leiðari til Býarbókasavnið
Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin
Birkilund eftir einum pedagogi til vøggustovu at
arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 1. november
2012 ella eftir nærri avtalu. Starvið er tíðarav-
markað fram til 28. februar 2013.
Um pedagogur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í
tíðaravmarkað starv.
SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs-
gevarafelag Føroya.
UMSÓKN
saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving
og royndir skal vera Dagstovninum Birkilund,
Vípuvegur 3, 100 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi
mánadagin 15. oktober 2012.
MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Janu Egholm, stovnsleiðara, tlf. 233030.
PEDAGOGUR
Býarbókasavnið søkir eftir bókavørði at byrja
skjótast gjørligt. Starvið er fulltíðarstarv, og
setanartíðin er til 31. juli 2013.
Arbeiðið er vanligt bókavarðaarbeiði, so sum
vaktir í útláninum og á barnabókasavninum,
bókarøkt og bókaval, og haraftrat at vera við til at
skipa fyri tiltøkum.
FØRLEIKAKRØV O.A.
• Prógv frá viðurkendum bókasavnsskúla.
• Ein stórur partur av arbeiðinum á Býarbóka-
savninum fer fram í toymum, og tí krevst, at
umsøkjarin hevur góð samstarvsevni og dugir
at laga seg til skiftandi umstøður.
SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður lønt sambært sáttmála.
UMSÓKN
Umsóknir skulu vera Býarbókasavninum, Niels
Finsens gøta 7, 100 Tórshavn ella bbs@bbs.fo,
í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 19. oktober
2012.
MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær
BÓKAVØRÐUR
www.torshavn.fo
Leys størv í
Tórshavnar kommunu
TÓRSHAVNAR
KOMMUNA
Søkt verður eftir skrivstovufólki til Tjarnargarð
at arbeiða 32 tímar um vikuna.
Søkt verður eisini eftir starvsfólki til køkin á
Tjarnargarði. Talan er um avloysarastarv 40 tímar
um vikuna í 14 mánaðir.
FØRLEIKAKRØV TIL SKRIVSTOVUFÓLK
• Skrivstovuútbúgving
• Kunnleika og arbeiðsroyndir í Lønarskipan
Landsins og Navision
• Góð samstarvsevni og røkin
FØRLEIKAKRØV TIL KØKSFÓLK
• Kunnleika til arbeiði í køki, ynskiligt við
útbúgving innan økið
• Góð samstarvsevni og røkin
VIT KUNNU BJÓÐA
• Góðar samstarvfelagar
• Gott arbeiðsumhvørvi
• Møguleka fyri førleikamenning
SETANARVIÐURSKIFTI
Starvssetan verður í samráð við avvarðandi
yrkisfelag.
UMSÓKN
saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving
og royndir skal vera Tórshavnar kommunu,
Postboks 32, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi
mánadagin 15. oktober 2012.
SKRIVSTOVU- OG KØKSFÓLK
MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær
Hensiu Einarsson, leiðara, tlf. 214075 ella
hensia@torshavn.fo.
til Randi Nolsøe, bókavørð, á tlf. 302030 ella
bbs@bbs.fo.
Onnur størv í Tórshavnar Kommunu
– Lesið meira á www.torshavn.fo
Byggifrøðingur – Húsaumsitingin
Umsóknarfreist 15.10.2012