fríggjadagur 28. september 2012síða 26
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. september 2012 · Nr. 113
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Námsfrøðingur til Sambýlið
á Leitisvegi á Glyvrum
Vit søkja eftir námsfrøðingi til Sambýlið á Leitisvegi 17
á Glyvrum.
Talan er um eitt farloyvisstarv á 40 tímar um vikuna, frá
1. nov. 2012 ella eftir nærri avtalu og fram til 01. nov.
2013
Vit søkja eftir fólki
· við útbúgving sum námsfrøðingur
· sum hevur evni og vilja til at samstarva og samskifta
við avvarðandi hjá búfólkunum og við starvsfelagar
· sum hevur áhugað í at luttaka aktivt í øllum
avbjóðingum á arbeiðsplássinum
· sum er opið fyri broytingum og avbjóðingum
· sum sær møguleikar fram um forðingar
Vit bjóða tær
Eitt spennandi og avbjóðandi starv, sum millum annað
fevnir um at vegleiða búfólkið í øllum tí, sum tey hava
tørv á, og at menna hvønn einstakan til at húsast saman
í felagsskapi. At skapa trivnað og á ein pedagogiskan
hátt tryggja búfólkunum menningarmøguleikar og
saman við teimum skipa innihaldið í gerandisdegnum.
Bara tað besta er gott nokk til okkara búfólk, so vit skipa
javnan fyri fakligum skeiðum fyri starvsfólkið, har tín
vitan kann blíva enn betur.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært avtalu millum Fíggjar
málar áðið og Føroya Pedagogfelag. Setanarøkið er
Almannaverkið, og tænastustaðurin er fyribils Sambýlið
á Leitisvegi 17 á Glyvrum.
Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, og roknast skal við dag
døgn, og vikuskiftisarbeiði.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til leiðaran á
tlf. 297630
Hevur serøkið tín áhuga og vilt tú vera við til at gera
tína ávirkan galdandi, so send eina umsókn.
Umsókn
Umsóknir við hjáløgdum próvskjølum, viðmælum og
C.V. skulu sendast til:
Sambýlið á Leitisvegi 17
625 Glyvrar
Stílað: Poulina Johannesen, leiðari
Umsóknarfreist: 14. oktober 2012
Smyrilsvegur 20 · Postsmoga 3096 · 110 Tórshavn · Tel 360000
Faks 360001 · av@av.fo · www.av.fo
www.av.fo
Almannaverkið er Føroya Størsta arbeiðspláss við 1.700 starvsfólkum,
sum árliga veita 14.000 borgarum eina tænastu ella eina fíggjarliga
veiting. Almannaverkið umsitur 1,7 mia. árliga
Starvslýsing
Trivnaðartænastan
Avloysarar fyri starvsfólk
í farloyvi til Økisdepilin
fyri sinnisveik í Vági
Talan er um eitt starv á 40 tímar um vikuna, í tíðar
skeiðnum 1.desember 2012 og fram til 1. desember
2013 og eitt starv á 40 tímar um vikuna, at byrja skjótast
gjørligt og fram til 1. mai 2013.
Arbeiðið hjá starvsfólkunum fevnir m.a. um
· at stimbra og menna praktiskar og sosialar førleikar
hjá búfólkunum.
· at stimbra ígongdseting av virksemi, ið búfólkini
ynskja ella hava tørv á.
· at geva ráð og vegleiðing í vanligum dagligum virki,
samstundis sum atlit verður tikið til, hvat búfólkini
megna.
· at skipa so fyri, at búfólkini fáa møguleika at leggja
gerandislív sítt soleiðis til rættis, at tað verður
samsvar við egnan tørv og normar.
· at skipa fyri virknistilboðunum, ið eru knýtt at
depilinum.
· at veita stuðul til heimabúgvandi persónar, ið eru
knýttir at virknistilboðunum.
Ynskiligt er, at starvsfólkið hevur/er
· viðkomandi heilsufakliga, terapeutiska ella
námsfrøðiliga útbúgving.
· arbeiðsroyndir við einum skipaðum dagligdegi.
· tol og eina jaliga menniskjafatan.
· evni at handfara og trívast við einum arbeiðsdegi, ið
onki kann sigast um frammanundan.
· áræði, hug og hegni at arbeiða sjálvstøðugt.
· royndir innan psykiatriska økið er ein fyrimunur tó
ikki ein treyt.
· góð samstarvsevnir og vilja at samstarva við aðrar
fakbólkar.
· sálarliga og likamliga væl fyri.
· hug at luttaka á skeiðum / fundarvirksemi, ið mennir
stovnin.
Setanartreytir
Setanarøkið er Almannaverkið og deildir undir tí. Arb
eiðs tíðirnar eru skiftandi, dag, kvøld,nátt,og viku
skiftis vaktir.
Tann ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvi
num, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna
um aðrar uppgávur.
Løn sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og av
varðandi yrkisfelag.
Fleiri upplýsingar um starvið eru at fáa við at venda sær
til leiðaran tlf. 297811
Umsókn
Umsókn við avritið av próvskjølum, viðmælum og C:V.
skal sendast til:
Almannaverkið
Smyrilsvegur 20
Postboks 3096
110 Tórshavn
Umsóknarfreist: 12. oktobur 2012 kl. 12.00
Smyrilsvegur 20 · Postsmoga 3096 · 110 Tórshavn · Tel 360000
Faks 360001 · av@av.fo · www.av.fo
www.av.fo
Almannaverkið er Føroya Størsta arbeiðspláss við 1.700 starvsfólkum,
sum árliga veita 14.000 borgarum eina tænastu ella eina fíggjarliga
veiting. Almannaverkið umsitur 1,7 mia. árliga
Starvslýsing
Stuðulstænastan
Starvsfólk við heilsu frøði
ligari útbúgving til Stuðuls
fólkaskipanina fyri Børn
Eysturoy
Uppgávan er í løtuni at starvast sum náttarvakt hjá
gentu við fjølbreki. Arbeiðstíðin er í meðal 27 tímar um
vikuna - at byrja 1.november 2012.
Um starvsfólk við heilsufrøðiligari útbúgving ikki søkir
starvið kann hjálparfólk verða sett.
Umsókn
Skrivlig umsókn við prógvum og viðmælum skal
sendast til:
Almannaverkið, Børn & Ung
Stuðulsfólkaskipanin fyri børn
Smyrilsvegur 20
Postsmoga 3096
110 Tórshavn
Umsóknarfreist: 12. oktober 2012
Smyrilsvegur 20 · Postsmoga 3096 · 110 Tórshavn · Tel 360000
Faks 360001 · av@av.fo · www.av.fo
www.av.fo
Almannaverkið er Føroya Størsta arbeiðspláss við 1.700 starvsfólkum,
sum árliga veita 14.000 borgarum eina tænastu ella eina fíggjarliga
veiting. Almannaverkið umsitur 1,7 mia. árliga
Starvslýsing
Børn & Ung