fríggjadagur 28. september 2012síða 33
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Fríggjadagur 28. september 2012 · Nr. 113
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Tróndur Arge
Tað er um hetta mundið, at feløg
gera klárt til komandi kappingarár.
Tað sæst eisini aftur á tíðinda
flutninginum, sum meiri og meir
snýr seg um leikarar, ið leingja
sáttmálar við síni feløg. Í HB hevur
einki verið at hoyrt, men fríggja
dagin kom fyrsti sáttalin í hús, tá
felagið longdi sáttmálan við Símun
Samuelsení heili trý ár.
– Tað var eitt ynski frá bæði mær
og felagnum, at sáttmálin var longri
enn komandi kappingarár. Vit blivu
so samdir um, at trý ár var passaligt,
sigur Símun Samuelsen við Rás2.
Símun Samuelsen kom fyri trim
um árum síðani til HB úr íslendska
Keflavík. Hann hevur hesi trý árini
skotið 35 mál í 130 dystum fyri
høvðusstaðarfelagið.
Verjan heldur fram
Rógvi Holm, Alex Jose dos Santos
og Jógvan Rói Davidsen hava allir
spælt í verjuni hjá HB í ár. Teir
hava eisini allir longt sáttmálan
við høvðusstaðarfelagið. Alex Jose
dos Santos kom til HB í fjør frá EB/
Streymi. Brasiliumaðurin húsast
á vinstra bakki hjá HB og tað ger
hann tey komandi trý árini.
Rógvi Holm skifti til HB í 2010
og hevur øll trý árini verið fastur
maður á liðnum. Hann er annars
uppvaksin í AB og hevur eisini
roynt seg í skotska Aberdeen sum
yngri. Hann hevur eisini verið lið
skipari á U21 landsliðnum og var við
í minniliga sigrinum á Russlandi.
Tað hevur tikið eitt sindur av tíð hjá
honum at koma fyri seg í HB.
Rógvi hevur skrivað ein tvey ára
sáttmála.
Eisini raski høgri bakkurin,
Jógvan Rói Davidsen, heldur fram í
felagnum. Hann varð í fjør kosin til
ársins leikara í felagnum og serliga
er tað heilhjartaði innsatsurin, ið
hevur viðvirkað til tað. Hann hev
ur eins og Símun og Alex longt sátt
málan við trimum árum.
Teir yngru leingja
Eisini Tróndur Jensen og Jógvan
Skeel Nolsøe hava longt sínar
sáttmálar við barndómsfelagið.
Tróndur Jensen fekk sínar fyrstu
dystir í bestu deildini í fjør og hev
ur arbeitt seg so smátt inn á fyrsta
liðið. Sáttmálin er galdandi fyri
tvey ár.
Jógvan Skeel Nolsøe, heldur
eisini fram í barndómsfelagnum.
Framherjin hevur spælt 40 dystir
í bestu deildini og skotið fýra mál.
Hann hevur longt sáttmálan í trý
ár.
trondur@sosialurin.fo
Seks leikarar
halda fram í HB
Fótbóltur Símun Samuelsen, Rógvi Holm, Alex Jose dos
Santos, Jógvan Rói Davidsen, Tróndur Jensen og Jógvan
Skeel Nolsøe halda allir fram í HB komandi kappingarár
Føroysku
hondbóltskvinn
urnar fara í dag til Finnlands
har liðið skal spæla venjingar
dystir móti vertunum. Lands
liðsvenjarin, Claus Rasmussen
hevur tikið 14 leikarar út til
dystin.
Tær 14 eru:
Erla Eliasen, Team Amager
Halla Skylv Midjord, Høj
Bára Hansen Neistin
Maria S. Samuelsen, Neistin
Marjun F. Danberg, Neistin
Jacklin Durhuus, Neistin
Birita Wardum, Neistin
Gurið Mortensen, VB
Helga Eyð. Kjærbo, VB
Liljan Djurhuus, VÍF
Durita Christophersen, Stj.
Jórun Skylv Ludvig, Kyndil
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Anja Heinadóttir, Kyndil
trondur@sosialurin.fo
Um vikuskiftið verður fult um
far hjá monnunum í hondbólti.
Fyrsta umfar var farna viku
skiftið. Í Hoyvíkshøllini verður
grannauppgerð millum H71 og
Neistan. Tey møttust eisini í
stórsteypadystinum og tá vann
H71 greiðan sigur á teimum
bláu.
KÍF fær vitjan av Kyndli,
meðan í Vestmanna spæla VÍF
og StÍF.
Allir dystirnir verða klokkan
16.00 sunnudagin.
Sunnudagin 30 september
verða hesir dystir:
H71 - Neistin 16.00
(A104) – í Hoyvík
KÍF - Kyndil 16.00
(A105) – í Kollafirði
VÍF - StÍF 16.00 (A106)
– Vestmanna
trondur@sosialurin.fo
www.hb.fo
Fult umfar hjá
monnunum
Kvinnu
landsliðið til
Finnlands