fríggjadagur 28. september 2012síða 34
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. september 2012 · Nr. 113
34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Effo-deildin upptakt 26. umfar
Jóannes Hansen
Talan er um merkisverda uppgerð
á fleiri økjum, tá ið EB/Streymur
seinnapartin í morgin fer á Svanga
skarð at verja oddasessin.
Støðutalvan sigur, at tað er mest
upplagdi FM favoritturin, sum vitjar,
og at tað er høvuðskandidaturin til
seinna plássið, sum ber niðurflyting
við sær, sum er vertur.
B68 hevur 21 stig, og EB/
Streymur hevur 52 stig. B68 hevur
skorað 19 mál, og EB/Streymur hev
ur skorað 46 mál. Tað eru farin 25
mál ígjøgnum hjá EB/Streymi og 41
hjá B68.
Ábyrgdarmaður
fyri
heima
liðnum er Bill Jacobsen, og Heðin
Askham hevur ábyrgdina fyri EB/
Streymi. Seinnapartin í morgin
verða teir í hálvanannan tíma
kappingarneytar. Umframt at vera
kappingarneytar, so síggja venj
ararnir seg eisini at vera arbeiðs
felagar. Bill og Heðin eru uppaftur
meiri starvsfelagar, enn teir eru tað
saman við øðrum, tí teir báðir hava
í felag ábyrgdina av U-21 landslið
num.
Einki er givið
Royndasti maður á EB/Streyma
liðnum er liðformaðurin Egil á Bø.
Eftir javnleikin á heimavølli ímóti KÍ
staðfesti hann, at ÍF nú var topplið,
og at tað ikki kundi sigast annað,
enn at tað var uppiborið, um ÍF
helt tørn um oddasessin og harvið
tryggjaði sær meistaraheitið.
Nú er EB/Streymur aftur topplið
og harvið FM favorittur. Egil á Bø
ásannar, at støðutalvan leggur upp
til, at hann og liðfelagarnir eru
favorittar at vinna á Svangaskarði
í morgin, men hann roknar við sera
torførari avbjóðing, tí tað er felags
fyri bæði liðini, at tað er sigurin,
sum telur:
– Vit høvdu umrokerað eitt sind
ur undan síðsta vikuskifti, og tað
riggaði væl við 4-4-2 spælskipan,
har Sorin Anghel var heilt frammi
saman við Arnbirni Hansen. Allir
eru tøkir, men tað verður ikki fyrr
enn í morgin, at vit fáa at síggja,
hvussu liðið fer at síggja út. B68
spælir fyri lívinum í bestu deildini,
og ímóti ÍF vístu toftamenn sera
góðan hugburð. Teir hava ikki
minni at spæla fyri hesa ferð, og tað
mugu vit rokna við fer at síggjast á
avrikinum ímóti okkum.
Men tað kann ikki sigast annað,
enn at tit eru stórfavorittar at
vinna FM?
– Tað bíða okkum tvær torførar
avbjóðingar.
Eingin
veit
betri
enn vit, at tað ber væl til at missa
á stokkinum. Tí mugu vit vera
fokuseraðir, og so fáa vit at síggja,
hvørjum tað endar við.
Tað er møguleiki fyri, at tit
kunnu tryggja tykkum FM á
Svangaskarði?
– Tað hava vit yvirhøvur ikki
hugsað um, og tað er ikki nakað,
sum vit á nakran hátt kalkulera
við.
Tvey skot eftir
Venjingarnar á Toftum hava verið
góðar hesar báðu seinastu vikurnar.
Tað var ikki nógv niðurflyting
yvir avrikinum ímóti ÍF. Tá varð
liðformaðurin Jann Ingi Petersen
útvístur, og tískil er hann leik
bannaður í morgin. Einar T. Hansen
er tøkur aftur eftir leikbann. Remi
Langgaard og Niklas Joensen eru
tøkir aftur eftir skaðasteðg. Harald
R. Højgaard er burturstaddur við
U-19 landsliðnum.
B68 er trý stig og sjey mál aftan
fyri TB. Um toftamenn skulu sleppa
undan niðurflytingini, so er tað ein
treyt, at teir hesa ferð vinna eitt stig
meiri, enn TB ger, og at teir so vinna
á útivølli ímóti TB í síðsta umfari.
– Vit hava tvey skot eftir í byrs
uni. Vit kenna treytirnar, og vit
kenna mótstøðuliðið. Nú fyrireika
vit okkum til hesa uppgávuna, og
vit trúgva uppá, at tað skal bera til
soleiðis, sum tað vísti seg at bera til
ímóti ÍF, sigur Bill Jacobsen. Hetta
er triðja avbjóðingin hjá honum
í ár við B68. Í fyrsta dystinum
taptu hann og B68 stórt ímóti HB
í Gundadali. So eydnaðist at vinna
eitt stig á heimavølli ímóti ÍF. Nú er
síðsta avbjóðingin í ár á heimavølli
á skránni. Um tað ikki skal verða
leygardagsfótbóltur næsta ár, so er
neyðugt hjá B68 at vinna í hvussu
so er eitt stig!
B68 - EB/Streymur:
Ransin N. Djurhuus
leygardagin klokkan 16.00
Tað hevur í ár ikki verið verri
enn ilt hjá NSÍ, sum í morgin
fyri síðstu ferð í ár spælir á
heimavølli. Undan kappingar
byrjan var málið at sleppa
undan
niðurflyting
og
at
samanspæla nýtt lið. Tað málið
er væl og virðiliga rokið.
Kári Reynheim fer í morgin
fyri seinastu ferð í ár at hava
ábyrgdina á heimavølli, tá ið
B36, sum Kári í fleiri ár um
boðaði, fer at vitja við Løkin.
Um Kári Reynheim aftur í 2013
verður oddamaður hevur enn
einki verið at frætt um.
Felags fyri bæði NSÍ og B36
er, at tey hvørki kunnu røkka
heiðursmerkjum ella verða
rakt av niðurflyting.
Hjá B36 vóru Jákup á Borg
og Heini í Skorini ikki tøkir
í 4-3 sigrinum í Klaksvík.
Símun Hansen er tøkur aftur
eftir leikbann. Rasmus Dan
Sørensen skoraði fyrsta málið
í Klaksvík. Hann er ikki tøkur
hesa ferð, tí hann er við U-19
landsliðnum í Estlandi. Tað
eru Patrick Larsen og eykamál
verjin Jákup Højgaard eisini.
Hjá NSÍ er sentrali mið
vallarin Magnus Olsen leik
bannaður í morgin. Ein annar
sentralur miðvallari, Andras
Frederiksberg, er tøkur aftur,
eftir at hann var leikbannaður
í 1-0 heimatapinum ímóti TB.
NSÍ - B36
Páll Augustinussen
leygardagin klokkan 16.00
Fuglfirðingar eru á veg til
Vágs. Í FC Suðuroy hava teir
fyri langari tíð síðani stað
fest veruleikan, sum er, at teir
næsta ár skulu spæla í næst
bestu deildini. Hóast niður
flytingin er veruleiki, so hevur
setningurin seinastu ferðirnar
verið at skava so mikið av
stigum saman, at talan ikki
verður um niðurflyting við
færri stigum enn nakað annað
felag, sum er flutt niður.
Møguleiki er framvegis at
røkka setningin, men á Vágs
eiði síðsta sunnudag ímóti HB
var avrikið ikki serliga sannfør
andi. Stutt undan dystarbyrjan
ta ferðina varð greitt, at tað
ikki var loyvt Høgna Midjord
at spæla við. Orsøkin er, at
hann er leigaður úr HB og til
FC Suðuroy.
Hesa ferð er vinstri vong
verjin Jón Áki Jacobsen ikki
tøkur. Hann er við U-19 lands
liðnum í EM undankapping í
Estlandi.
ÍF hevur fokus á uppgávuni,
sum er at vinna fulla úrtøku í
Vági. Fyri einari viku síðani var
ÍF oddalið, og tað hevði sjálv
andi verið hópin hugaligari at
farið um Suðuroyarfjørð og
suður á Vágseið, um liðið fram
vegis var á FM kós.
– Vit mugu bara staðfesta,
at nú er EB/Streymur stór
favorittur at vinna FM. Tað
eydnaðist okkum ikki at vinna
meiri enn eitt stig í málleysa
javnleikinum á Toftum. Nú
skal EB/Streymur spæla á
Svangaskarði, og eg ivist ikki
í, at tað fer at eydnast EB/
Streymi at vinna fulla úrtøku
í morgin, sigur ÍF málverjin
Jákup Mikkelsen.
Bogi Løkin er langtíðar
skaddur. Hann var við til at
vinna FM við NSÍ í 2007. Burtur
sæð frá honum er veteranurin
í ÍF málinum tann einasti á
liðnum, sum hevur roynt at
vinna FM. Jákup Mikkelsen var
føroyameistari við KÍ í 1991 og
við B36 í 2005. Og so varð hann
danskur meistari við Herfølge
í 2000.
Á Toftum var miðvallarin
Karl Løkin leikbannaður. Hann
er tøkur aftur og verður í ferða
lagnum suður til Vágs.
joannes@sosialurin.fo
FC Suðuroy - ÍF:
Lars Múller
leygardagin klokkan 16.00
FM møgu
leikin er fokin
Ungu B36 spæl
ararnir í Estlandi
Egil heldur FM stríðið
vera púra opið
Fótbóltur EB/Streyma liðformaðurin heldur, at royndirnar í ár
og undanfarnu árini eiga at hava lært hann og liðfelagarnar, at
tað framvegis er trongur vegur fram ímóti meistaraheitinum
Myndir: Álvur Haraldsen