fríggjadagur 28. september 2012síða 35
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Fríggjadagur 28. september 2012 · Nr. 113
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Effo-deildin upptakt 26. umfar
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 EB/Streymur
25
15
7
3
46
25
+21
52
2 ÍF
25
15
5
5
51
22
+29
50
3 KÍ
25
12
6
7
49
39
+10
42
4 HB
25
12
5
8
53
33
+20
41
5 Víkingur
25
11
8
6
38
31
+7
41
6 B36
25
10
6
9
41
35
+6
36
7 NSÍ
25
9
3
13
36
39
-3
30
8 TB
25
5
9
11
28
43
-15
24
9 B68
25
5
6
14
19
41
-22
21
10 FC Suðuroy
25
2
3
20
14
67
-53
9
Effodeildin
Jóannes Hansen
Tá ið HB hvørki vinnur FM ella
steypakappingina, so kann ikki
sigast annað, enn at kappingarárið
er kiksað. Undir øllum umstøðum
halda teir í sigursvanda felagnum
seg ikki hava rokkið málið, tá ið teir
ikki eru bestir í aðrari ella hinari
kappingini ella helst í teimum
báðum!
Minsta málið er at kvalifisera
seg til altjóða fótbólt. Leingi hevur
eisini tað málið verið langt burtur,
men úrslitini seinastu vikurnar
hava lagað tað soleiðis, at nú er
møguleikin at vinna atgongumerki
til altjóða fótbólt ikki heilt burtur.
Tríggjar tær seinastu ferðirnar
hevur HB vunnið fulla úrtøku við
málmuninum 10-0. Úrslitini hjá HB
og kappingarneytunum hava lagað
seg soleiðis, at tað nú bara er eitt
stig fram til KÍ, sum undan tveimum
teimum seinastu umførunum er á
Europa Cup plássi. Málmunurin hjá
HB er síðstu vikurnar styrknaður
so mikið nógv, at um tað skuldi
komið soleiðis fyri, at liðini eftir 27
umfør eru jøvn í stigum, so verður
HB frammanfyri.
HB verjuspælið var leingi trilv
andi. Tølini tríggjar tær seinastu
ferðirnar siga, at tað er vorðið hópin
tættari, og í gjárkvøldið kunngjørdi
HB, at nýggir sáttmálar eru undir
skrivaðir við fýra, sum í ár hava
verið við til at manna verjuna.
Alex José dos Santos og Jógvan
Rói Davidsen hava skrivað undir trý
ára sáttmálar, sum bera við sær, at
teir vera í HB hópinum fram til og
við 2015. Tróndur Jensen og Rógvi
S. Holm hava skrivað undir tvey ára
sáttmálar, sum bera við sær, at teir
vera í HB hópinum fram til og við
2014.
Allir teir, sum seinastu vikurnar
hava verið við til at manna HB
liðið, eru tøkir undan TB vitjanini í
morgin. Merkisvert er tað, at Símun
Rógvi Hansen nú hevur vunnið
plássið millum stólparnar. Hann
hevur verið málverji tvær tær
seinastu ferðirnar, tá ið Teitur M.
Gestsson hevur sitið á beinkinum.
Fram til og við 23. umfar var Teitur
M. Gestsson fastur maður í mál
inum.
TB spælarar í Estlandi
Stríð fyri at sleppa undan niður
flyting er á dagsskrá hjá aldurs
forsetanum.
Síðsta
sunnudag
eydnaðist tað TB við 1-0 sigri í
Runavík at fáa ávísan lætta í botn
stríðnum, har tað framvegis er
stórur spenningur.
Undan vitjanini í Gundadali er
tað greitt, at tríggir av ungu monn
unum, sum plaga at vera við til at
manna besta liðið, ikki vera við ímóti
HB. Talan er um Eirik Magnusarson,
sum seinastu ferðirnar hevur verið
fastur vongverji í høgru, Ragnar
Tausen, sum hevur verið miðvallari
í vinstru og Poul Ingason, sum
onkra ferðina hevur verið skiftur
inn í álopið.
Ólavsøkuaftan endaði tað 4-1 til
heimaliðið, tá ið HB hevði vitjan av
TB.
HB - TB
Dagfinn Forná
leygardagin klokkan 16.00
Jóannes Hansen
FSF gjørdi í gjár av, at næstsíðsta
umfarið skal avgreiðast leygardagin
og ikki sunnudagin, og harvið verða
bæði tey seinastu umførini í bestu
fótbóltsdeildini spæld leygardag.
Tað verður eingin sunnudags
dystur í fótbólti aftrat í 2012. Tað er
greitt, eftir at FSF í gjár gjørdi av,
at 26. og næstsíðsta umfarið í bestu
deildini skal avgreiðast leygardagin
og ikki sunnudagin. Síðsta umfarið
er í skránni ásett at vera leygar
dagin 6. oktober.
Orsøkin, til at teir fimm dystirnir
eru fluttir frá sunnudegnum og til
leygardagin, er, at hann sigur frá
røttuliga ólagaligum veðri næstu
dagarnar. Serliga ófantaligt verður
roknað við, at veðrið verður sunnu
dagin. Tí eru dystirnir fluttir fram
til leygardagin, tá ið fyrsta bríkslið
í øllum fimm støðunum verður
klokkan 16.00.
Teir fimm dystirnir eru Víkingur-
KÍ, NSÍ-B36, B68-EB/Streymur, HB-
TB og FC Suðuroy-ÍF.
Leygardagin 6. oktober klokkan
15.00 verður síðsta umfarið, og tá
eru dystirnir hesir: KÍ-FC Suðuroy,
ÍF-HB,
EB/Streymur-NSÍ,
B36-
Víkingur og TB-B68.
Tað er púra víst, at Víkingur
næsta summar fer at taka
lut í europeisku kappingini.
Klaksvíkingar
vilja
fegnir
vinna sær atgongumerki til
altjóða fótbólt. Leingi hevur
tað sæð hampuliga gott út tí
viðvíkjandi. Tað er framvegis
upp til KÍ sjálvt at gera av, um
talan skal vera um at spæla
í Europa næsta kappingarár,
men nú er tað ikki frítt, at tað
sansar at.
Í morgin skal KÍ spæla í
Sarpugerði. Tað verður ókeypis
at koyra undir Leirvíksfirði, og
tað fara ivaleyst nógv KÍ við
haldsfólk undir fjørðin.
Setningurin hjá KÍ er at
vinna fulla úrtøku. Um tað
ikki eydnast, so er møguleikin
stórur fyri, at HB við heimasigri
á TB kann lyfta seg framum KÍ
í kappingini um Europa Cup
pláss, og harvið dettur KÍ av
bronsuplássinum og aftur á
fimta plássið.
– Vit kenna treytirnar,
og hóast tað var vónbrot at
tapa á heimavølli ímóti B36,
so rokna við avgjørt við, at
tað skal bera til at vinna fulla
úrtøku í Sarpugerði, sigur KÍ
liðformaðurin Hjalgrím Elttør.
Jógvan Isaksen og Ivan
Joensen eru tøkir aftur eftir
leikbann, og harvið er kapp
ingini um plássini á KÍ liðnum
uppaftur størri, enn hon hevur
verið.
Eisini Víkingur tapti fyri
viku síðani á heimavølli. Hóast
3-2 tapið ímóti EB/Streymi,
so er Víkingur framvegis við í
kappingini um bronsuplássið.
Altjóða atgongumerkið varð
tryggjað við sigrinum í steypa
finaluni.
Hesa ferð er Evrard Blé – iva
leyst ársins spælari í Víkingi –
leikbannaður. Sølvi Vatnhamar,
sum er staddur í Danmark í
lestrarørindum, var ikki heima
síðsta vikuskifti, og tað er lítið
sannlíkt, at hann hesa ferð
kemur heim at hjálpa til.
Víkingur - KÍ
Rúni Gaardbo
leygardagin klokkan 16.00
Sunnudagurin strikaður
HB tevjar altjóða
atgongumerki
Fótbóltur Fýra av HB spælarunum hava bundið
seg at felagnum í fleiri ár aftrat, og fleiri av TB
spælarunum eru burturstaddir í landsliðsørindum
Lagnuløta
hjá KÍ