Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-28, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2012síða 42

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 113 · 28. september 2012 4 VIKUSKIFTI Frímerki Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Lukturin av turrum fiski møtir mær í lift­ini og vitnar um, at eg eri komin í rætt hús. Konstakademin í Stockholm er karm­ur um ferniseringina av nýggj­ astu føroysku frímerkjunum. Á borð­ inum er borðreitt við lomviga, skerpi­ kjøti, hvonn, grind og turrum fiski, og gestirnir skola matin niður við før­ oyskari øl. Teir báðir høvuðspersónarnir Edward Fuglø og Jan Håfstrøm er um­ ring­aðir av fólki, ið vilja tosa ella hava ein autograf á myndina, tey taka við sær heim. Jan og Edward hava onga langa søgu saman, uttan tað var í summar tá Jan Håfstrøm luttók í Summarframsýningini í Norðurlandahúsinum, at hann fekk eyga á listina hjá Edward Fuglø. Håfstrøm hevur síðani 2001 nýtt Mr Walker úr amerikansku teknirøðini Fantomet í sínum listaverkum, og tá hann kom til Føroyar í summar helt hann tað vera tíð uppá, at Mr Walker kom til Føroya eisini. Mr Walker er Jan Håfstrømsa alter ego, sum eisini líkist pápa hansara. – Eg fekk íblástur til hesa myndina av føroyska landslagnum. Tá eg sá ein máln­ing, sum Edward Fuglø hevði gjørt, tók eg ein part av honum og setti mín Mr Walker inn í hansara málning, greið­ur listamaðurin frá. Tað var myndin »Favorite Camping­ spot« frá 2008 hjá Edwardi Fuglø. Tað, sum Jan Håfstrøm tá hevði gjørt, var ein sokallað parafrasa – at lista­fólk taka ein part av einum kunst­ verki hjá einum øðrum og nýta tað til eitt nýtt verk. – Tað er als ikki óvanligt at man ger hetta, men at tað endar á einum frí­merki er sera óvanligt, sigur Jan Håfstrøm. Jan Håfstrøm hevur fingið fleiri virðislønir og hevur umboðað Svøríki fýra ferðir á listastevnuni »La biennale di Venezia«. Edward frætti til Klaksvíkar, at ein sviði var farin í holt við hansara mynd inni á Steinprent. Hann fór til Havnar at forvitnast og tað var í hesum høpi at stjórin í Norðurlandahúsinum, Niels Halm, kom við hugskotinum um at Edward skuldi gera tað sama við eitt lista­verk hjá Jan Håfstrøm. – Eg valdi myndina »Hin góði deyð­ in« har ein barnakista verður borð­in fram av katólskum munkum. Eg skifti kistuna út við eitt stórt egg, ið symboli­ ser­ar vón og framtíð, sigur Edward Fuglø. Nú eitur myndin av munkunum »Egg procession for Jan« og myndin av Mr Walker í Føroyum eitur »Mr Walker on the Faroes«. Parafrasan hjá Jan Håfstrøm gjørd­ist ein dupultparafrasa og Posta, ið vildi hava tvey frímerki, sum lýstu norður­ lendska samtíðarlist fekk tvey avbera flott merki. – At eg eri fyrsti útlendingur, sum ger eitt føroyskt frímerki handlar nógv um mítt samstarv við Edward. At hann er føroyingur og at vit funnu hendan hátt­in at samstarva uppá. Áhugavert er eis­ini, at Posta yvirhøvur er opið fyri einum slíkum samstarvi, sigur Jan Håfstrøm. Nógv fólk vóru komin til ferniser­ ingina, har aðrar myndir hjá báðum lista­monnunum eisini hingu á vegg­inum. Mystiski Mr Walker og ein stórur toskur hjá Edwardi full­ fíggjaðu hvør annan. Fólk frá Posta høvdu úr at gera við at skera grind og skerpi­kjøt til tey for­vitnu, og før­ oyskt, svenskt, danskt og ís­ lendskt var tosa í einum her­ ligum norð­ ur­lendsk­um vav­greyti. Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur ein útlendskur listamaður teknað eitt føroyskt frímerki. Heilt útlendskt er tað tó ikki, eftirsum tað er eitt samstarv, ein sokallað parafrasa, millum Edward Fuglø og víðagitna sviðan Jan Håfstrøm Norðurlendskt samstarv á føroyskum frímerki Edward Fuglø