fríggjadagur 28. september 2012síða 52
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 113 · 28. september 2012
14
VIKUSKIFTI
sóparin
Dagurin
september30.
Saman við Gullit og van Basten gjørdist Frank Rijkaard ímyndin
av flótandi fótbóltsspælinum hjá Hollandi, sum eftir tvær
kiksaðar HM-undankappingarnar aftur reis móti tindunum í
1988. Sunnudagin fyllir eleganti miðvallarsweeparin 50 ár
snøggi
Dean doyr
Tann 30. september 1955 letur James Dean lív í bilvanlukku. James Dean var
ein av bjartastu stjørnunum innan filmsídnaðin. Hann hevði leiklutir í Rebel
Without a Cause, East of Eden og Giant, og í øllum trimum førum sýndi hann
framúr sjónleikaraevnir. Hóast hann bert gjørdist 24 ára gamal, kom hann
í 1999 á eitt 18. pláss á listanum yvir bestu sjónleikarar, tá amerikanski
filmsstovnurin, AFI, gjørdi eina lista fyri fyrstu 100 árini hjá ídnaðinum.
Jumbo-Jet
Tað vekir stóran ans, tá amerikanska Boeing-verksmiðjan
tann 30. september 1968 sýnir fram nýggja Boeing 747.
Flogfarið er síðani vorðið kent sum Jumbo-Jet, og var
talan í fleiri ár um heimsins størsta ferðamannaflogfar.
Ein støða, sum flogfarið tó misti í 2007, tá fyrstu Airbus
380 fløgførini fóru í rutuflúgving.
Fótbóltur
Jákup Mørk
post@sosialurin.fo
Í 70’unum hevði Holland at kalla koll
velt fótbóltsheiminum. Hóast fólkatalið
í landinum ikki borgaði fyri tí stóra, so
bergtóku Cruyff og liðfelagar hansara
allan fótbóltsheiminum við flótandi
álopsfótbólti. Totalfótbóltur varð
nýggja gandaorðið, har allir spælarar
kundu spæla á øllum plássum, og har
tað tí var vónleyst at byrgja upp fyri
støðuga álopsspælinum. Í øllum førum
næstan vónleyst, tí vesturtýska fótbólts
maskinan var ikki soleiðis at basa í
HM-finaluni í 1974. Og tá Holland
aftur spældi seg í HM-finaluna fýra ár
seinni, hildu tey flestu, at Holland varð
steðgað av politisku korruptiónini hjá
Videla og hansara hernaðarjuntu.
Framvegis aldi Holland framúr fót
bóltsspælarar, men tvær kiksaðar HM-
undankappingar á rað bóru boð um, at
lítla fótbóltsstórveldið ikki longur var
heilt tað sama.
Eitt nýtt ættarlið av fótbóltsspælarum
vildi tað tó øðrvísi. Etniska fjølbroytni í
landinum er stórt, og millum komandi
stórspælarar vóru fleiri við afrikonskum
upruna.
Ein av hesum spældi í Ajax. Hóast
blaðungur, so vísti Frank Rijkaard fót
bóltsevnir, sum á bestu døgunum leiddu
tankarnar móti sjálvum Beckenbauer.
Leikluturin sum skrellimaður á mið
vøllinum vekir ofta minnir um harðar
hálsar, sum ikki fýra fyri kontantum
spæli, men í Rijkaard hevði Ajax ein
spælara, sum megnaði tað mesta, uttan
at gera sær dælt av minni penu síð
unum av fótbóltinum.
Eins og Gullit, so hevði Rijkaard
ættarbond úr Surinam, og longu 17 ára
gamal vóru boð eftir honum, tá legen
dariski Leo Beenhakker setti hann á
besta liðið. Longu í fyrsta dystinum
sýndi hann stórspæl á verjukenda mið
vøllinum, umframt at hann skoraði eitt
mál, og skjótt varð hann fastur maður
á Ajax-miðvøllinum.
Rýmdi frá Cruyff
Í Hollandi eru tað ikki tey nógvu, sum
tora at tosa ímóti Cruyff, men tað var júst
tað, sum Rijkaard tordi. Stórspælandi
var hann partur av einum Ajax-liði,
sum aftur var í ferð við at leggja Europa
fyri føtur sínar. Við Cruyff á beinkinum,
Rijkaard á miðvøllinum og van Basten
í álopinum eydnaðist at vinna trý
hollendskt meistaraheiti og tríggjar
steypakappingar í árunum 1980 til 1987,
og veruligar ábendingar um stórlið
sóust, tá Ajax í 1987 vann europisku
kappingina fyri steypavinnarar.
Rijkaard fann seg tó ikki í øllum,
sum Cruyff kom við, og á heysti 1987
rýmdi hann frá venjing og segði, at hann
ongan tíð aftur fór at spæla undir leiðslu
av hollendska fótbóltsgudinum.
Endin varð, at Sporting keypti spæl
aran, men hann spældi ongan tíð ein
tann einasta dyst fyri portugisiska stór
felagið. Fyrsta árið varð hann læntur til
Real Zaragoza, og longu á sumri 1988
vildi Milan hava fatur á spælaranum.
Hetta eftir eina framúr EM-kapping,
har Rijkaard saman við van Basten
og Gullit var borganin fyri hollendska
sigrinum.
Teir tríggir vóru nú allir í AC
Milan, sum komandi árini fullkomuliga
domineraði europiskan fótbólt. Tvey
meistaraheitið og tvey Europa-Cup fyri
meistaralið gjørdist talan um, áðrenn
Rijkaard í 1993 vendi aftur til Ajax, har
seinasta bragdið stóð fyri framman.
Sum verjustýrimaður megnaði Rijkaard
her at stýra Ajax til Champions League-
finaluna móti AC Milan, og her gjørdist
Patrick Kluivert stóra hetjan, tá hann
skeyt einasta málið í finaludystinum.
Bæði við Hollandi og Ajax hevði
Rijkaard prógvað, at lítla landið aftur
taldist millum tey stóru í fótbóltinum. Í
báðum førum við flótandi álopsfótbólti
sum sterkasta vápninum.
Framvegis virkin
Og Rijkaard er enn virkin innan fót
bóltsheimin. Longu í 1998 stóð hann á
odda fyri hollendska landsliðnum, og
síðani hevur venjarayrkið fevnt um
størv hjá Sparta Rotterdam, Barcelona,
Galatasary og Saudi Arabia, har hann
nú er landsliðsvenjari.
Best man hann vera kendur fyri ár
ini í Barcelona (2003-2008), har hann
við Ronaldinho á liðnum stóð á odda
fyri kanska mest undirhaldandi fót
bóltinum í Europa. Mong halda tó,
at hann hevur hug at lata spælarum
sínum dekan ov nógva ábyrgd, men
eingin ivi er tó um, at tað framvegis er
spælistílur hansara, sum er sjónligur í
Barcelona, tó at Guardiola og Vilanova
seinnu árini hava ment spælistílin enn
meira.