fríggjadagur 28. september 2012síða 53
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 113 · 28. september 2012
15
VIKUSKIFTI
Fakta
Frank Rijkaard
Føddur 30. september 1962
Spælt við: Ajax, Zaragoza, Milan,
Holland (73 landsdystir)
Vunnið: Hollendskur meistari
(5), hollendskur steypavinnari
(3), hollendsk super-cup (2),
italskur meistari (2), italska
super-cup (2), UEFA Cup Winners
Cup (1), UEFA Champions
League (3), Intercontinental
Cup (2), EM-vinnari (1)
Venjari hjá: Hollandi, Sparta
Rotterdam, Barcelona,
Galatasary, Saudi Arabia
Á vøllinum var Rijkaard aloftast
borganin fyri reinum og vøkrum spæli.
Men dagin í dag stendur ein einstøk
skitin hending eftir
UHeimssøgan sigur, at talan er um alt annað enn
vanligan fótbóltsdyst, tá Holland og Týskland bresta
saman.
Í Hollandi vekir tað framvegis óhugnalig minni, tá
tosað verður um Týskland og annan veraldarbardaga.
Týska kravið um lebensraum gekk millum
annað út yvir Holland, sum við etniskt blandaðu
fólkasamanseting síni varð sagt vera eitt verri
fólkaslag enn týskarar.
Talan varð tí eisini um landasorg, tá hollendski
totalfótbólturin í 1974 mátti lúta fyri Beckenbauer
og hansara monnum, og enn størri var gleðin, tá
Holland loksins stóð á sigurspallinum, tá teir vunnu
EM-endaspælið í júst Týsklandi. Millum annað við at
basa vertunum í hálvfinaluni.
Tvey ár seinni var pallurin Italia og 1/8-finala í HM-
endaspælinum. Sjálvandi í Milano, har Rijkaard, Gullit
og van Basten átti heimavøll við AC Milan, meðan
Klinsmann, Matthäus og Brehme spældu sínar
heimadystir á sama leikvølli – tó fyri Inter Milan.
Týskland vann dystin 2-1, men tað var tann eina
hendingin, sum stóð eftir.
Góðir 20 minuttir vóru spældir, tá Rijkaard fekk
gult kort fyri at fella týska Rudi Völler. Beint eftir
hetta spýtir Rijkaard í nakkan á Völler, sum fær gult
kort, tá hann roynir at gera dómaran varugan við
hetta. Tá frísparkið verður sent innfyri, roynir Völler
at filma seg til brotsspark, og tað skapar somikið
av øði, at bæði hann og Rijkaard fáa seinna gula
frá dómaranum. Völler fyri sjónleik og Rijkaard fyri
traðkað eftir týska mótstøðumanninum. Ávegis
av vøllinum sóu alheims sjónvarpshyggjarar,
hvussu Rijkaard enn einaferð spýtti eftir Völler,
og síðani hava týsk bløð mest sum einvíst skriva
um hollendsku lama’ina, tá Rijkaard hevur verið á
breddanum.
Lama’in
Nanny Fine
Fran Drescher, sum er best kend fyri leiklut sín sum Fran
Fine í sendirøðini, the Nanny, varð borin í heim 30. september
1957. Fyrsta leiklutin hevði hon í 1977, tá hon var við í
Saturday Night Fever, men hóast hon javnan var at síggja
á hvíta løriftinum, so var tað ikki fyrr enn í 1993, tá fyrstu
partarnir við Nanny Fine komu á skíggjan.
Jeltsin svav
Tað gekk ikki heilt eftir forskriftunum, tá írski forsetin, Albert Reynolds
skuldi hitta russiska starvsfelagan, Boris Jeltsin, tann 30. september
1994. Ístaðin fyri Jeltsin kom varaforsetin, Oleg Soskovets, á fund, og
hann bar boðini um, at Jeltsin svav. Almenna umberingin var, at Jeltsin
hevði trupulleikar við blóðtrýstinum, og at læknin tí hevði sagt, at tað var
best, um hann ikki fór av flogfarinum, sum stóð á flogvøllinum.