Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. oktober 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. oktober 2012 · Nr. 114 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo mánadagsblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tað hevur gingið illa í hond hjá Gamla Sjálvstýrinum sein­astu árini. Eftir at flokk­ ur­in fekk tveir Kár­ar vald­ar á ting við næst­sein­asta løg­ tings­val, sum var í 2008, so eru nógv­ir týð­andi lim­ir farn­ ir úr flokk­i­num, sum hev­ur sum sið­venju, at numm­ar eitt á list­a­num til komm­un­ u­val­ið í Havn við vissu rýmir í ann­an flokk. Tað seinasta nýggja er, at Ron­ald F. Poulsen, sum hevur um­boð­að Sjálv­stýrisflokkin í Tórs­havnar býráð í meira enn 16 ár, nú still­ar upp fyri Sam­ bands­flokk­in. Síggja vit burt­ ur frá Heina Ol­sen, sum eitt skifti í 1973 um­boð­aði Sjálv­ stýr­is­flokk­in í bý­ráð­num í Havn, so hev­ur eing­in ann­ar nú­liv­andi per­són­ur um­boð­að flokk­in í bý­ráð­num, síðani Ron­ald F. Poulsen tók við sæt­i­num, tá Ebbe Mortensen doyði í 1980. Á seinasta býráðsvalið í Havn fekk flokk­ur­in 539 at­kvøð­ur. Av teim­um fekk Sigrun Mohr tær 314. Men hon er á list­a­num hjá Javn­að­ ar­flokk­i­num hes­a­ferð. Heð­in D. Poul­sen, sum var næst­ur við 175 at­kvøð­um tyk­ist eis­ini vera rýmd­ur úr flokk­i­num. Hini bæði á listanum fingu til­sam­ans 42 atkvøður. Fyrrverandi formaðurin Sám­al Pet­ur í Grund er farin til Fram­sókn, og fyrrverandi for­kvinnan Helena Dam á Neyst­abø ­er farin til Javn­að­ ar­flokk­in. Meðan flokkurin tykist liggja væl fyri í Klaksvík við var­a­borg­ar­stjór­a­num, so eru út­lit­ini fyri at fáa umboð valt í Havn verri enn á teimum trim­um seinastu valunum, har flokk­ur­in ikki megnaði at koma upp um gáttina sum er 7,7 prosent ella 786 at­kvøð­ur við sein­asta val. Á løg­tings­ val­i­num í fjør fekk flokk­ur­in 3,6% av at­kvøð­u­num í Havn. Sjálvstýrisflokkurin hev­ ur í øll­um før­um skapt ta sið­venju, at tann, sum fær flest­ar at­kvøð­ur á Sjálv­stýr­ is­list­a­num í Havn rýmir til ann­an flokk: – Í 2008 fekk Sigrun Mohr flest­ar atkvøður, 314. Hon rýmdi til Javnaðarflokkin. – Í 2004 fekk Ingeborg Godt­fred flestar atkvøður, 204. Hon rýmdi til Tjóðveldi – Í 2000 fekk Ronald F. Poul­sen flest­ar at­kvøð­ur, 121. Og hann rýmdi til Sam­bands­ flokk­in. Fólkavøkstur er vorðið nýggja pol­ it­iska slag­orð­ið hjá øllum flokkum. Øll eru sjálv­andi samd um, at vit skulu gera alt fyri at varð­veita fólk­ ið í hes­um landi og at fáa fólk, sum eru far­in utt­an­lands at nema sær út­búgv­ing, heimaftur. Vit hava fyrr á hesum stað víst á, at vit hava skip­an­ir í Før­oy­um og í Dan­mark sum bein­leiðis lokka ný­út­búnar før­oy­ing­ar at verða ver­ andi í Dan­mark, með­an tey leita sær eft­ir ar­beiði, held­ur enn at flyta heim til Føroya. Okkara arbeiðsloysisskipan er slett ikki fyri ný­útbúgvin fólk – um tey so koma úr Føroyum ella utt­an­ lands. Hetta er ein veikleiki, tí í eitt nú Dan­mark hava tey a-kassa sum loft­ar ný­út­búnum fólkum, sum fáa slak­ar 14.000 krónur um mánaðin, með­an tey í Føroyum fáa 0 krónur. Hví tá flyta heim til Føroya? Tingkvinnan Eyðgunn Samu­el­ sen hevur lagt fyri tingið uppskot til sam­tykt­ar, har heitt verður á lands­stýr­is­mannin í vinnumálum, Johan Dahl, um at fyrireika og at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot, ið ger tað møguligt hjá lesandi at koma í ALS eftir loknan lestur. Galdandi skipan loyvir ikki hes­um. Men fyri tað um skipanin er so stirvin, so er ikki vist, at hon ikki kann broytast. Og tað er júst tað, sum er uppgávan hjá politikarunum, at gera okkara skipanir soleiðis, at tær ikki reka fólk av landinum – ella bein­leiðis forða fólki at flyta heimaftur. Tann stóri trupulleikin er, at fólk ikki kunnu tekna seg í ar­beiðs­ loys­is­skip­an­ina, meðan tey søkja ar­beiði eftir loknan lestur. Og tá er tað líka mikið, um tey hava goldið nógv í skipanina, áðrenn tey fóru undir lesturin, um tað er var her heima ella uttanlands. Loysunarorðið hjá lands­stýr­i­ num upp á allar slíkar spurningar er bú­skap­ar­vøkstur, sum nærmast er vorðið ein floskul. Tað skerst ikki burt, at pol­itikarar mugu gera nøk­ ur ítøkilig tiltøk til tess at fáa fólk at flyta heimaftur til hetta landið, so fólka­talið ikki minkar til óbóta­ lig­an skaða. Hetta málið, um at tryggja teim­ um, sum júst hava nomið sær út­ búgv­ing, fíggjarligt grundarlag, með­an tey skulu finna sær arbeiði og finna seg til rættis í okkara sam­ felag, er ein trupulleiki, sum ikki má und­ir­metast. Annað er so tað, at gott hevði verið við eini ná­grein­i­lig­ari gjøgn­ um­gongd av, hvør tørvur er á hvørj­ um útbúgvingum, sum fólk kundu fyrihildið seg til, tá tey velja sær útbúgvingarleið. Men í øllum førum eiga øll segl at verða sett so­leðis, at hesin trupulleikin verðu­r loystur á einhvønn hátt. Kann­ing­ar vísa, at 150 ikki velja at flyta heim­aft­ ur  hvørt ár. Hetta er eitt ov stórt tilfeingi at lata fara fyri skeytið... Okkurt munagott má ger­ast fyri at fáa fólkið heimaftur Fáa útbúgvið fólk heimaftur Eisini Ronald svíkur Gamla Sjálvstýri Vallut­ tøk­an í 1946 Zakarias Wang kjak á síðu 26 Søgan end­ur­tek­ ur seg Sirið Stenberg kjak á síðu 26 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tríggir toppskorarar í Sjálvstýrisflokkinum eru rýmdir: Ingeborg Godtfred, 204 atkvøður í 2004. Ronald F. Poulsen, 121 atkvøður í 2000. Sigrun Mohr, 314 atkvøður í 2008 Jenis av Rana, for­mað­ur í Mið­flokk­i­ num var í iva, um flokk­ur­in skuldi stilla upp til bý­ráðs­ val­ið í Havn, men tey ungu strongdu á Randi Jacobsen Tað gongur illa hjá summum pol­it­iskum valfeløgum at finna fólk, sum eru til reið­ ar at stilla upp til komm­un­ u­val­ið. Miðflokkurin, sum bara still­ar upp í Havn, hevur trup­ult við at finna fólk. – Til seinasta val høvdu vit bara fýra valevni, og eg iv­að­ist í, um vit skuldu stilla upp hesa ferð, men tey ungu í flokkinum vildu tað so, sigur Jenis av Rana, for­ mað­ur í Fólka­flokk­i­num. Hann veit ikki, hvussu tað ber til, men hann heldur, at nógv yvirmeta arbeiðið i val­stríð­num. Tey siga seg ikki hava orku til at føra val­stríð, sigur hann. Higartil hevur Mið­flokk­ ur­in fingið seks valevni á list­an til býráðsvalið í Havn. Je4nis av Rana vón­ar at finna fólk aftrat, so val­evn­ ini verða 10-12. Tað kann væl henda, at Jen­is av Rana eisini verður at síggja á listanum. Striltið at finna valevni