mánadagur 1. oktober 2012síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 1. oktober 2012 · Nr. 114
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Játtanin til Strandferðslu
na verður munandi skerd
næsta ár.
Tað sæst í uppskotinum
til fíggjarlóg fyri næsta ár,
sum samgongan nú hevur
lagt fyri Løgtingið.
- Sum tað sær út í løtuni,
verður játtanin til Strand
ferðsluna slakar átta millión
ir minni enn í ár, staðfestir
Bogi Mortensen, stjóri á
Strandferðsluna.
Men hvørja ávirkan hetta
fer at fáa á ferðaætlanina og
prísin á ferðaseðlum, er enn
ov tíðliga at siga.
- Nú skulu neyvar út
rokningar gerast og allar
útreiðslurnar skulu gjøg
numgangast
nágreiniliga,
áðrenn vit fáa sagt nakað
um tann spurningin, leggur
hann afturat.
Men nú skal uppskotið
til fíggjarlóg til viðgerðar
í Løgtinginum og hvussu
endaliga
úrslitið
verður,
veldst sjálvandi um, hvat
verður samtykt har.
7,7 milliónir
Í rundum tølum verður játt
anin til Strandferðsluna 7,7
milliónir minni, enn hon er í
ár, tá ið ein eykajáttan upp á
12,3 milliónir í ár, er tald við.
Í ár hevði Strandferðslan
eina játtan upp á 135 millión
ir, men næsta ár ætlar sam
gongan
at
játta
Strand
ferðsluni 139 milliónir.
Sostatt verður játtanin
fýra milliónir hægri næsta
ár, enn hon er í ár.
Men í játtanini í ár er ein
serlig játtan til umvælingar
á Teistan upp á 3,5 milliónir,
sum verður lagt afturat van
liga rakstrinum næsta ár.
- Sostatt verður játtanin til
raksturin á Strandferðsluni
tilsamans 7,5 milliónir hægri
næsta ár, enn hon er í ár.
- Men í ár fær Strand
ferðslan eina eykajáttan upp
á 12,3 milliónir. Harafturat
koma nýgg altjóða krøv um
hvílitíðir til sjófólk í gildi
og tað fer at kosta Strand
ferðsluni 2,9 milliónir krónir.
- Verður tørvurin hjá
Strandferðslini
næsta
ár
roknaður eftir tørvinum í ár,
skuldi Strandferðslan tískil
fingið 15,2 meiri næsta ár, enn
vit brúka í ár, sigur stjórin á
Strandferðsluna.
- Men vit fáa 7,5 milliónir,
og verður einans mett útfrá
tørvinum í ár, kemur Strand
ferðslan sostatt at mangla
7,7 milliónir næsta ár, sigur
stjórin á Strandferðsluni.
Nógv óvissa
Fortreytin fyri hesum er, at
oljuprísurin, og allar aðrar
útreiðslur, halda sær á tí
stigi, tær eru beint nú.
- Eitt nú er tað ein spurn
ingur, hvussu verður við
lønarhækkingum.
Í
hesum
sambandi
kann
viðmerkjast,
at
í
løtuni
verður
samráðst
ímillum
Starvsmanna
felagið
og
lønardeildini
hjá
Fíggjarmálaráðnum
um
nýggjar
sáttmala
fyri
manningarnar
hjá
Strandferðsluni og síðani í
oktober í fjør hava samráð
ingar verið um sáttmála fyri
navigatørararnar, men tær
eru ikki lidnar enn. Men enda
tær við lønarhækkingum,
verða tær afturvirkandi frá
1. oktober í fjør.
Men so skal eisini leggjast
afturat, at onkrar smærri
játtanir til ábøtur, sum verið
í vanliga rakstrinum í ár,
verða lagdar í serliga játtan
næsta ár.
Talan er um 3,5 milliónir.
Samstundis fellur eitt av
gjald á tungolju burtur, og
tað bøtir sjálvsagt eisini um
støðuna.
Men
Bogi
Mortensen
sigur, at alt hetta ger, at ógvu
liga nágreiniligar útrokn
ingar mugu gerast, hvussu
hetta fer at ávirka siglingina
og ferðaseðlaprísin.
- Eitt, sum verður sera av
gerðandi, er, hvussu gongdin
í oljuprísinum verður næsta
ár.
Verður oljan dýrari enn
hon er í dag, verður tað
sjálvandi enn torførari hjá
Strandferðsluni.
Hann leggur afturat, at
sum oljuprísurin er í dag,
kostar ein túrur við Smyrli
aftur og fram um Suðuroy
arfjørð einar 2,6 milliónur
krónur.
Tað er ongin ivi um, at
Strandferðslan noyðist at
skerja siglingina næsta ár.
Tað ivast Kristin Michel
sen, tingmaður fyri Javn
aðarflokkin ikki í.
Í
løgtinginum
hevur
hann spurt Bárð Nielsen,
formann í fíggjarnevndini
hjá Løgtinginum, um hann
kundi liva við, at túratalið
verður skert.
Men hetta vildi Bárður
Nielsen ikki taka støðu
til, men hann væntaði, at
kemur tað hartil, verður
spurningurin tikin upp tá.
Hann fer eisini at taka
spurningin um tænastu
støðið til allar partar í
landinum upp, nú fíggjar
lógin fyri næsta ár kemur
til viðgerðar.
Annars ásannar sam
gongan, at tað er stór óvissa
um oljuprísirnar. Hækkar
oljuprísurin eina krónu fyri
liturin, kann talan gerast
um eina eykaútreiðslu hjá
Strandferðsluni upp á 10
milliónir krónur og tað hev
ur samgongan ikki lagt upp
fyri.
Í
Fíggjarlógini
hevur
samgongan heldur ikki lagt
upp fyri, at kostnaðurin av
at hava gomul skip í sigling
veksur ár fyri ár.
- Fyri at kunna halda
játtanina kann tað sostatt
verða neyðugt at skerja
túratalið hjá Strandferðslu
ni og Bygdaleiðum, ella at
hækka prísirnir á ferða
seðlum, ella kanska bæði
tvey, ásannar samgongan.
Ein bumba
Annars liggur ein bumba
upp á góðar 20 milliónir
undir Strandferðsluni.
Tað kemur av, at Tvør
oyrar
Kommuna
hevur
stevnt
Strandferðsluna
eftir havnargjaldi, aftur til
23. desember 2004, fyri sigl
ingina hjá Smyrli á Tvør
oyarar havn, tá ferjulegan
á Krambatanga varð tikin í
brúk.
Føroya Rættur gav Tvør
oyrar Kommunu viðhald.
Strandferðslan
kærdi
málið til landsrættin, sum
gav Strandferðsluni viðhald
í, at hon skuldi ikki rinda
havnargjald.
Men síðani hevur Tvør
oyrar Kommunu gjørt av at
fara í Hægstarætt við máli
num.
Men skuldi Tvøroyrar
Kommuna eisini fingið við
hald í Hægstarætti, noyðist
Strandferðslan at gjalda,
men samgongan hevur ikki
sett nakað av á fíggjarlógini
til tað endamálið.
Túratalið má skerjast næsta ár
Annars liggur ein bumba
upp á góðar 20 milliónir undir
Strandferðsluni
Strandferðslan
í trongum skóm
SKERJING Játtanin til Strandferðsluna verður munandi skerd næsta ár
Leiðslan á Strandferðsluni
skal av álvara leggja seg
í selarnar fyri at finna
sparingar næsta ár, tí
játtanin minkar nógv
Sparingar
Hvørja ferð oljan dýrkar
eina krónu fyri liturin,
kostar tað Strandferðslu
ni 10 milliónir krónur í
eykaútreiðslum.
Tað
upplýsir
sam
gongan, nú hon hevur lagt
uppskot til fíggjarlóg fyri
næsta ár, fyri Løgtingið.
Annars
sigur
sam
gongan í fíggjarlógini, at
endamálið við at hækka
játtanina
er
nettupp
leggja upp fyri, at oljan
dýrkar.
Somuleiðis er lagt upp
fyri, at nýggjar reglur
um hvílitíð hjá manning
unum føra við sær eina
eyka útreiðslu upp á 2,9
millión.
Kortini ásannar sam
gongan, at tað er stór
óvissa um oljuprísirnar.
- Hækkar oljuprísurin
eina krónu fyri liturin,
kann talan gerast um
eina eykaútreiðslu hjá
Strandferðsluni upp á 10
milliónir krónur, sigur
samgongan.
Í Fíggjarlógini hevur
samgongan heldur ikki
lagt upp fyri, at kostn
aðurin av at hava gomul
skip í sigling veksur ár
fyri ár.
- Fyri at kunna halda
játtanina kann tað so
statt
verða
neyðugt
at skerja túratalið hjá
Strandferðsluni og Bygda
leiðum, ella at hækka
prísirnir á ferðaseðlum,
ella kanska bæði tvey,
ásannar samgongan.
10
milliónir