Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. oktober 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. oktober 2012 · Nr. 114 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Tað var leygardagin í hinari viku­ni, at teir høvdu ver­ið á fjalli norðuri í Dal á Kun­ oyn­ni. Hetta var nakað norðan fyri Kunoyar bygd. Seyðin fluttu teir heim í báti. - Tríggir menn vóru eftir í bátinum, og vit høvdu fing­ið allan seyðin í bátin, tá ið tað leyp, sigur Hans Pauli Purkhús, sum røktar tann hagan. Hetta var ikki eitt oman­ lop, men bakkin oman móti sjón­um skrædnaði. Teir blivu ikki sørt heitir um oyruni, tí hálvan tíma fyri, at bakkin skrædnaði, høvdu teir sitið á sama bakka og etið og drukkið kaffi. - Hevði bakkin skrædnað eitt lítið sindur fyrr, sigur Hans Pauli Purkhús. Hann helt tað vera nokk­so løgið, at bakkin skul­di skrædna júst henda dag­in, tí tað er so sjáldan, at fólk er á tí leiðini. Myndir: Poul Nicolái Steinberg Bakkin skrædnaði Hálvan tíma fyri, at tað leyp í Kunoy, hevði fjallfólkið sitið júst har Randi Jacobsen Tað var eitt ódnartak í 1980, tá ið farið varð undir fyri­ reik­ing­arnar til at byggja røktar- og um­lætt­ing­ar­heim­ ið Lágargarð í Havn. Tørvurin á røktar­pláss­ um í Suður­strey­moy var ovur­honds stórur, og um­ støður­nar á røktar­deild­ini á Lands­sjúkra­húsi­num vóru vána­lig­ar. Hóast ongar politiskar ætlan­ir vóru um at byggja eldra­heim, vóru nakrar eld­ sál­ir, sum ikki vildu bara lata standa til. Starvsfólk á røktar­deild­ ini og á B8 á Lands­sjúkra­ húsinum fór undir at savna pening inn, og ein long røð av tiltøkum vóru til frama fyri heimið. 30. september 1987 fluttu tvey tey fyrstu fólkini inn á Lágargarð at búgva. Og 14 aftrat fluttu inn so við og við í Heimarustovu. Árið eftir lótu hinar deildirnar upp, og fleiri kundu flyta inn. Ein broyting frá tá til nú er, at fólkini eru eldri, tá ið tey koma inn at búgva. Miðalaldurin i fjør var 86,9 ár, og elsta fólkið nú er 103 ár. Eitt fólk hevur búð á Lágar­garði øll 25 árini. Hesi árini hava yvir 1000 fólk antin búð ella verið til um­lætting á Lágargarði. Nógvir pensjonistar koma regluliga í virkis- og venj­ing­ ar­stovuna, sum langur bíði­ listi er til. Lágargarður ger eisini døgurð­ar til pensjonistar, sum búgva heima, og til aðr­ ar stovnar í økinum. Umleið 140 fólk hava gleði av hesi tæn­astu. Á Lágargarði uppliva tey, at nógv eldri fólk blomstra, tá ið tey eru komin inn og eru fall­in til. Tað kemur millum ann­að av, at matarlysturin batnar, tá ið tey eru saman við øðrum í staðin fyri at sita einsa­møll heima og eta. Men fyri tað um hús­fólk­ ini eru fleiri, noyðast tey ikki altíð at vera saman. Hava tey hug at vera fyri seg sjálv, kunnu tey altíð fara inn á kam­ar sítt og lata hurðina aft­ur, sigur Meta av Fløtum, leið­ari. Hon ivast ikki í, at Lágar­ garður telist millum tey bes­ tu røktar- og um­lætt­ing­ar­ heim­ini. Í sambandi við ársdagin hevði Lágargarður opið hús í gjár. Liva leingi á Lágargarði Miðalaldurin á búfólkunum á 25 ára gamla røktar- og umlættingar­ heiminum Lágargarði í Havn er høgur, og elsta fólkið er 103 ár Starvsfólkini siga, at fólk stórtrivast á Lágargarði, har tey eisini hava uttandura virksemi. Summi vitja bara í dagtímunum Mynd: Álvur Haraldsen