mánadagur 1. oktober 2012síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 1. oktober 2012 · Nr. 114
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
– Heitt verður á landsstýris
mannin í vinnumálum um
at fyrireika og at leggja fyri
Løgtingið lógaruppskot, ið
ger tað møguligt hjá lesandi
at koma í ALS eftir lokn
an lestur, sigur Eyðgunn
Samuelsen, løgtingskvinna
fyri Javnaðarflokkin í upp
skotinum.
Hon vísir á, at eitt tað
størsta vandamálið í okkara
samfelag er tann ovurstóra
fráflytingin av landinum.
– Fyri at fáa tamarhald á
hesum vandamáli og at fáa
fólk at koma heimaftur til
Føroyar er tað umráðandi,
at forðingar í føroyskari lóg
gávu verða tiknar burtur.
Eisini fólk, ið taka hægri út
búgving her heima, møta
forðingum í sambandi við
upptøku í ALS-skipanina, um
tey ikki fáa starv beint eftir
loknan lestur, sigur Eyðgunn
Samuelsen í viðmerking til
uppskotið.
Hon heldur, at ein stór
forðing hjá teimum, ið hava
lokið útbúgving, er, at tey
ikki hava møguleika at inn
lima seg í ALS, meðan tey
søkja sær arbeiði.
Hava a-kassa
í Danmark
– Skipanin í okkara granna
londum er soleiðis háttað,
at lesandi kunnu innlima
seg í ein a-kassa eftir lokn
an lestur. Í Danmark kun
nu lesandi, í seinasta lagi 14
dagar eftir at tey hava fing
ið prógv, innlima seg í ein
a-kassa og fáa útgoldið eina
upphædd á 646 krónur um
dagin, ella 13.907 kr um mán
aðin, í mesta lagi í 2 ár, sigur
hon.
Henda upphædd er lægri
enn tann upphædd, tey, ið
eru arbeiðsleys, fáa. Arbeiðs
leys fáa útgoldið 788 krónur
um dagin, ella 17.073 kr um
mánaðin.
Meginreglan í ALS er, at
viðkomandi hevur eitt út
rokningargrundarlag, og at
viðkomandi betalir inn í ALS.
– Sum áður nevnt hava
nógv lesandi arbeiði við síðu
na av lestrinum, og nógv av
teimum, ið lesa uttanlands,
arbeiða
í
Føroyum
um
summarið. Sostatt hava tey
flestu lesandi goldið inn í
ALS í styttri ella longri tíðar
skeið, meðan tey hava nomið
sær útbúgving, sigur Eyð
gunn Samuelsen.
Tingkvinnan kundi hugs
að sær, at tey lesandi, ið
komu inn í ALS, tá ið tey flyta
heim, ella hava lokið prógv í
Føroyum, fáa eina sámiliga
upphædd, ið ger tað møgu
ligt at klára seg í eitt avmark
að tíðarskeið. Upphæddin
eigur at verða sett í mun til
aðrar veitingar hjá ALS, og
tíðarskeiðið kundi til dømis
verið eitt ár.
Størri møguleikar
í Føroyum
–
Nógv
lesandi
arbeiða,
meðan tey lesa. Ein møgu
leiki kundi tí verið, at inn
tøkan seinastu 12 mánaðirnar
taldi við sum útrokningar
grundarlag. Meginreglan má
tó vera eitt minsta útgjald
fyri øll, heldur hon.
Hon vísir á, at henda skip
an hevði gjørt tað møguligt at
flutt heimaftur eftir loknan
lestur og fyribyrgt, at liðug
útbúgvin í Føroyum flyta
av landinum. Møguleikin at
fáa eitt arbeiðið í Føroyum
skuldi, tá samanum kemur,
verið størri, tá ið viðkomandi
eru stødd í Føroyum, enn um
søkjast skal uttanlands frá.
Eisini fyri tey
í Føroyum
– Ein vansi við onga skip
an at hava í Føroyum fyri
henda yrkisbólk er, at enn
fleiri lesandi velja at búseta
seg uttanlands eftir loknan
lestur.
Ofta
fáa
lesandi
børn stutt eftir, at lesturin
er liðugur, og verður ein tá
noyddur at reiðrast uttan
lands, er sannlíkt fyri, at tey
seta kós heimaftur verri,
enn um tey høvdu møgu
leikan at koma heim bein
anvegin. Tí eigur eisini at
verða funnin ein loysn fyri
henda yrkisbólk viðvíkjandi
atgongd til barsilsskipanina,
sigur Eyðgunn Samuelsen.
Á sama hátt er hjá teim
um, ið hava lokið útbúgving
her heima. Mugu tey ganga
arbeiðsleys uttan fíggjar
ligan stuðul, er tað nær
liggjandi, at tey leita sær av
landinum, har tey hava fleiri
møguleikar, heldur hon.
– Við eini tílíkari skipan,
kunnu vit, við at lata fólk fáa
ALS gjald í tildømis eitt ár
fáa fleiri borgarar, ið koma
at gjalda inn í skipanina eitt
heilt arbeiðslív. Avbjóðing
arnar í føroyska samfelag
num eru stórar, ikki minst er
verandi fólkasamansetingin
ein avbjóðing nógv ár fram.
Tí eiga vit at gera alt, ið letur
seg gera, fyri at fáa tær forð
ingar av vegnum, ið eru við
til at økja ella fasthalda stóru
fráflytingina, sigur Eyðgunn
Samuelsen.
Vil hava ALS at gjalda
til nýútbúgving
POLITIKKUR Eyðgunn Samuelsen hevur lagt fram uppskot til samtyktar, har løgtingið heitir á
landsstýrismannin í vinnumálum um at tryggja fólki stuðul úr ALS eftir loknan lestur
Eftir loknan lestur
í Danmark fært tú
slakar 14.000 krónur úr
a-kassanum. Í Føroyum fær
ein nýútbúgvin arbeiðsleysur
ikki eina krónur. Hetta vil
Eyðgunn Samuelsen broyta
Í Danmark kunnu lesandi, í
seinasta lagi 14 dagar eftir at tey
hava fingið prógv, innlima seg í ein
a-kassa og fáa útgoldið eina upphædd
á 646 krónur um dagin, ella 13.907 kr
um mánaðin, í mesta lagi í 2 ár