Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. oktober 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. oktober 2012 · Nr. 114 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pætur Albinus Fríggjadagin í síðstu viku var árligi afturvendandi Vinnu­dagurin hildin í Norð­ ur­landa­húsinum, har útselt var og húsið var á tremur við vinnulívsfólkum og øðr­ um áhugaðum. Evnið var heimamarknaður – heims­ mark­naður, og vóru fyri­lestr­ ar og kjak hesum viðvíkjandi. Størsti spenningurin mill­ um mong var hvør mundi fara avstað við heiðurinum av at vera ársins virki og ár­ sins átak. Hetta er 13. árið á rað, at ársins virki og ársins átak skuldi kjósast. Endamálið við hesi útnevningini er at menna vinnuligan hugburð og økja um virðingina fyri vinnu­ni hjá myndugleikum og borgarum. Endamálið er eisi­ni at geva virkjum, sum á einhvønn hátt hava klárað seg væl, eitt herðaklapp og treys­ti til at halda fram á somu kós. Til at velja Ársins Virki situr ein dómsnevnd, ið er vald av nevndini í Før­ oya Arbeiðsgevarafelag. U­m­framt at leggja dent á fíggjar­lig úrslit seinastu ár­ ini, hyggur dómsnevndin eisini eftir, um fyritøkur hava víst framfýsni og áræði á ymiskum økjum, og um hetta hevur viðført menning og vøkstur av fyritøkuni. Besta átakið er á Tvøroyri Tá ið dagurin var farin at halla, var løtan komin til at fyrst kjósa ársins átak. Tað var Niels Winther, sum trein á pallin at útnevna besta átakið. Ikki óvæntað fór hesin heiðurin til Varðin Pe­lagic, sum hevur skapt veruligt lív í arbeiðslívið á Tvør­oyri. Í taluni grundgav hann frá dóms­nevndini, at pelagiska virk­ið á Tvøroyri, sum hevur skapt 90 arbeiðspláss, er ein fram­úr væl úr greiddum hond­um verkætlan. Hann nevn­di, at pelagiska virkið er eitt hitt størsta av sínum slag í heiminum og er ein varði fyri suðuroynna og Føroyar sum heild. Luna er ársins virki Eftir at ársins átak var kosið, var løtan komin til at kjósa ársins virki. Henda heiðurin fekk laksavirkið Luna í Gøtu. Dóms­nevndin grundgav, at úrslitið hjá Luna hevur verið gott síðstu árini, at tað hevur givið gott avkast til eigarar sínar og at tað als ikki er komið sovandi til tað. Virkið hevur nevniliga ver­ ið uppi á tá og ment seg við stórum denti á gransking og menning, grundgav dóms­ nevndin. Eftir hesar báðar út­nevn­ ing­ar­nar var Vinnudagurin 2012 av, og kundu vinnu­lívs­ fólkini fegnast um, at hesin dagurin, sum er tilevnaður teim­um og teirra yrki, aftur í ár var sera væl vitjaður. albinus@sosialurin.fo Ársins Virki 2012, Luna: - brot úr grundgevingunum: “Fyri meira enn 15 árum síðani tók felagið stig til við treiskni og áhaldni at fáa skipa heilsufrøðiligu lóggávuna innan aling á ta kós, sum hon nú er á. Gjøgnum miðvíst arbeiðið og áhaldandi press eigur felagið sín stóra leiklut í, at heilsufrøðiligu karmarnar fyri alivinnuna í Føroyum eru heimsins bestu.” “Tað ber næstan ikki til at tosa um Luna uttan at koma inn á søguna hjá felagnum. Fyritøkan, sum spretti úr Fiskavirkinum í Gøtu, og sum hevur so langa og stolta siðvenju. Og har persónarnir handan fyritøkuna hava roynt eitt sindur av hvørjum, bæði tá tað gongur væl í alingini í Føroyum, men eisini tá tað gekk minni væl. Teir hava klárað at stýrt skútuni gjøgnum brotaskerini, og tað er tí væl uppiborið, at Luna verður kosið Ársins Virki á Vinnudegnum 2012.” Vinnarar av Ársins Virki: 2000: Havsbrún 2001: Tórshavnar Skipasmiðja 2002: Vónin 2003: Vaðhorn 2004: Reyni Service 2005: Faroe Marine Products 2006: Thor 2007: Eik Banki 2008: ArtiCon 2009: Bakkafrost 2010: Tavan 2011: Vónin 2012: Luna Luna er Ársins Virki 2012 Vinnulív Eitt fullsett Norðurlandahús var fríggjadagin karmur um árliga afturvendandi vinnudagin, har laksavirkið Luna hesaferð fekk heiðurin av at gerast ársins virki. Varðin Pelagic, sum hevur fingið lív í vinnulívið á Tvøroyri, varð kosið ársins átak Ársins Átak 2012, Varðin Pelagic: - brot úr grundgevingunum: “Suðuroyggin hevur í longri tíð enn restin av Føroyum kjakast um fólkafráflyting, og útlitini hava kanska ikki verið tey bjartastu. Tað tykist, sum henda verkætlanin við 90 nýggjum arbeiðsplássum hevur fingið fólk á staðnum at síggja bjartari uppá framtíðina.” “Skjótt hevur tað gingið at fáa henda varðan upp at standa. Byrjað varð í februar-mars mánaða í ár at byggja, og longu í summar stóð alt liðugt at taka í nýtslu. Eitt óvanliga skjótt úr hondum greitt arbeiði, sum uttan iva hevur kravt eina neyva verkætlanarstýring og framúr evni at tillaga seg.”