Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. oktober 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 1. oktober 2012 · Nr. 114 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pætur Albinus Atli Gregersen, sum er stjóri í ársins virki, Luna, fegnast um herðaklappið, teimum varð givið, men hann leggur dent á, at øll starvsfólkini eiga henda heiðurin. - Hetta var ikki ein út­ nevn­ing av ársins leiðslu. Nú tosar tú við stjóran, men tað er virkið, sum hevur heið­ urin, sigur Atli, sum mána­ morgun­in gav sær stundir at vitja øll starvsfólk síni og ynsk­ja teimum tillukku. - Fólk merkja, at tað, tey gera til dagligt, gevur ein prís, og at tey halda á, heldur hann fram. Hevur nakað at siga Atli Gregersen vísir á, at tað í nú­tíðar­samfelagnum hevur týdn­ing at vera sjónligur, og at hesin heiðurin hjálpir við tí. - Sjálvandi hevur tað eitt sind­ur at siga, at vit blíva kendari, tí í mun til støddina eru v­it lítið kendir, og hetta er við til at taka okkum fram í ljósið. Hetta hevur týdning fyri okkara samleika, stað­ fest­ir hann. Luna er við at gera seg gald­andi á heims­mark­ naði­num, og selur í løtuni meiri enn helvtina av fram­ leidda laksinum til USA. Harafturat selja teir til Ong­lands, Fraklands, Kina og heilt til Suðurafrika. Laks­urin verður fluttur úr Føroyum til eina av heim­ sins størstu flogvallum, Heath­row í London, og haða­ni verður laksurin flog­ in til keyparar kring heimin. Stórur dentur verður lagd­ur á at framleiða bestu vøruna við best møguligu góðs­ku­ni, og í strembanini eftir hesum hevur virkið sett Duritu Nielsen at taka sær av góðskuni og menningini. Hon hevur Ph.D-prógv í mat­vøru­ verkfrøði. Hiddenfjord Tá ið vit leita okkum upp­ lýsingar um Luna, er heitið Hiddenfjord afturvendandi í ein somikið stóran mun, at ein ókendur ivast í, um hetta er navnið á fyritøkuni. Atli Greger­sen kennist við hetta, men vísir á, at Hiddenfjord, sum er heitið á laksinum, teir framleiða, er tað, sum teir marknaðarføra seg við. - Felagið, sum alir laksin, eitur Luna, men longu fyri nógv­um árum síðani valdu vit ikki at marknaðarføra okkum við hesum heitinum, sum merkir máni á latíni. Simon Anholt, sum var í Før­oyum fyri tíð síðani, helt, at Føroyar skuldu markn­ aða­rføra seg við frísk­leika, og valdu vit tá at velja eitt navn, sum ger upp­livilsið hjá kundanum gott. Fjord er skandinaviskt, og tá ið vit ala í firðum, var tann parturin upplagdur. Hidd­en stendur fyri tann króg­vaða fjørðin, tað óspilta staðið í Skandinavia – eitt drag­andi og lokkandi navn, held­ur Atli Gregersen, sum eisini vísir á, at heimsins kend­ asta framleiðsla, Coca Cola, leingi bara var ein vøra hjá fyritøku við øðrum navni, men eftir at verða heim­ skent skifti navn til the Coca Cola Company. Um tað er upp á tal hjá Luna at skifta navn til Hiddenfjord vil Atli Gregersen ikki reiðiliga svara upp á – Hiddenfjord er bara navnið á vøruni. Marknaðarføringin hjá Luna við heitinum Hidden­ fjord tykist gangast væl, tí runt í heiminum eru tað fleiri matstovur, sum lýsa við, at tey hava Hiddenfjord- laks. - Starvsfólkið eigur heiðurin Divaz undihildu við sangi í steðginum Norðurlandahúsið var fullsett