Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. oktober 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. oktober 2012 · Nr. 114 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 - Bókamessan í Göteborg er besti møguleikin, at gera føroyskar bøkur sjón­ligar í Norðurlondum, sig­ur Birna Jacobsen, sum fyri Norður­ landahúsið sam­skip­ar før­ oysku luttøkuna á størstu bóka­messu­ni á okkara leið­ um. Føroyski básurin ligg­ur væl fyri, beint við høvuðs­inn­ gongdina og er sera sjónligur, prýdd­ur við stórbærum náttúru­myndum, sum ger, at tey 100.000 vitjandi á messu­ ni steðga á og hygga eftir teimum bergtakandi mynd­ unum. - Rættuliga nógv fólk hava vitjað básin og víst áhuga fyri føroyskum bók­mentum, føroyska málinum, før­ oyskari mentan og ikki minst Før­oyum sum ferðamál, so hetta er ikki bara ein møgu­ leiki hjá føroyskum rit­ høvundum og forløgum at profilera seg, men so sanni­ liga eisini hjá føroysku ferða­ vinnu­ni, sigur Birna Jacob­ sen. Jenny Johannessen, sum er agentur fyri føroyskar rit­høvundar og forløg undir heiti­num Farlit, sigur, at áhugi er fyri føroyskum bók­ um í Norðurlondum, serliga Íslandi, men eisini í Kekkia. Um tvær vikur fara før­oy­ ingar við 14 úrvaldum bók­um á heimsins størstu bóka­ messu, sum er í Frankfurt. - Tá vænta vit, at týski og evro­peiski áhugin kemur til sjónd­ar í størri mun enn her í Norðurlondum, sigur Jenny. - Tað er ein røtt avgerð at verða við á bókamessuni í Göte­borg, sigur Niels Jákup Thom­sen, stjóri á Bókadeild Før­oya Lærarafelags og vísir á norska bókamarknaðin, sum er trupul at sleppa inn á. - Fyri fyrstu ferð hava vit fingið gott samband við eitt minni norskt forlag, sum av álvara vil geva út føroyskar bøkur. Tílík for­ løg eru ikki á stórum bóka­ mess­u­m, men hvørt ár eru tey her. Og so sleppa okk­ ara rithøvundar lættari til orðanna á bókamessuni í Göteborg. Tað ber ikki til á hin­um størru messunum úti í heimi. Tí er rætt í fyrsta lagi at røkja norðurlendska markn­aðin, men síðani eisini at røkja altjóða marknaðin í Frank­furt. - Okur eiga at verða við á báðum støðum, hugsa í tveim­um stigum, og í báðum førum fáa tað besta úr før­ oysk­um bókmentum, sum hava nógv at bjóða altjóða mark­naði­num, sigur Niels Jákup Thomsen. Nógvir høvundar, norður­ lendskir og altjóða, hava eisini vitjað føroyska bóka­ bás­in. Göteborg er gott fyri føroyskar bøkur Birna Jacobsen, projektleiðari í Norðurlandahúsinum Carl Johan Jensen og Tórodder Poulsen, høvundar Marjun Syderbø, rithøvundur og Birgir Kruse frá Námi Niels Halm, stjóri í Norðurlandahúsinum Bertel Haarder, fyrrverandi danskur mentamálaráðharri Hugin Eide, Niels Jákup Thomsen frá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Høgni Hoydal, løgtingsmaður