mánadagur 1. oktober 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 1. oktober 2012 · Nr. 114
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tann
7.
september
kom
norska
sjóverjuskipið
"Bergen" inn í Longyerbýin
á
Svalbard
við
týska
trolaranum
"Kiel".
Tveir
dagar frammanundan var
sjóverjuskipið komið fram
á trolaran, sum royndi úti
fyri Hopen. Eftirlitsmenn
hjá sjóverjuni fóru umborð
á trolaran og kannaðu tvey
hál. Tað vísti seg, at tað
var væl meiri hýsa í, enn
reglurnar loyva. Skiparin
fekk eitt sektaruppskot upp
á 15.000 krónur og reiðaríið
eitt upp á 40.000 krónur, men
hvørgin vildi taka við bótini.
Reiðaríið
hjá
"Kiel",
Deutsche Fischfang-Union
í Cuxhaven, vil vera við, at
teir norsku myndugleikarnir
gera mun á skipum, og
reiðaríið umhugsar nú at
fara í rættin við málinum.
-Reiðaríið er av teirri
áskoðan,
at
teir
norsku
myndugleikarnir gera mun
á norskum og útlendskum
fiskiskipum,
og
felagið
umhugsar nú, um tað skal
leggja málið fyri rættin
fyri at fáa eina prinsipiella
avgerð, sigur norski verjin
hjá
reiðarínum,
Hallvard
Østgård. Við øðrum orðum
sáar reiðaríið iva um tað
umstrídda verjuøkið kring
Svalbard,
og
tað
í
sær
sjálvum er áhugavert.
Ymiskar reglur
Eftir sum hvørki skiparin
ella reiðaríið hjá "Kiel" vilja
taka við bótunum, hevur
norska løgreglan koyrt málið
í rættin, og rætturin í Tromsø
hevur sett tað á skránna
tann 20. november.
Har vil løgreglan hava
rættin
at
staðfesta,
at
trolarin breyt galdandi reglu,
tí hann hevði ov nógva hýsu.
Eftir regluni kunnu skip
hava í mesta lagi 19 prosent
av hýsu í hvørjum háli, og
í teimum báðum hálunum
hjá "Kiel" vóru meiri enn 30
prosent hýsa. Men reglan
um tey 19 prosentini er
bara galdandi fyri skip úr
ES-londum og úr Føroyum.
Hon er harafturímóti ikki
galdandi fyri norsk ella
russisk skip og heldur ikki
skip úr Grønlandi, skrivar
Svalbardposten.
Eftir galdandi lóg átti
"Kiel" ikki at koyra trolið
útaftur, tá so nógv hýsa
var í tí fyrsta hálinum, men
heldur at flyta á aðra leið at
royna. Men tað gjørdi skipið
ikki.
Tað er her, at tað týska
reiðaríið vísir á mismunin
í
reglunum.
Enn
hevur
reiðaríið ikki tikið støðu
til, um tað skal góðtaka
bøturnar, ella tað skal fara
í rættin við kravi um, at
økk
fiskiskip
skulu
fáa
somu viðgerð vísandi til
Svalbardsáttmálan.
Siga norðmenn gera
mismun við Svalbard
Hava teir norsku myndugleikarnir heimild til at áseta
fiskiveiðireglur fyri leiðina við Svalbard, soleiðis at
ein regla er galdandi fyri norsk, russisk og grønlendsk
skip og ein onnur fyri skip úr Føroyum og ES-londum?
Tann spurningurin endar kanska í rættinum nú
"Kiel" varð tikin, tí hann hevði meiri hýsu í posanum, enn norðmenn hava ásett. Men týska reiðaríið heldur, at norðmenn gera mun á skipum
Svalbard
Svalbardsáttmálin, sum
er frá 1920, ásetir, at
borgarar úr øllum lond
um hava sama rætt til til
fiskiveiði og aðra veiði á
Svalbard. Noreg tulkar
sáttmálan á tann hátt,
at rættindini eru bara
galdandi uppi á landi og
út á 12 fjórðingar.
Í 1977 setti Noreg
200 fjórðinga fiskimark
kring Svalbard.
Øll lond kunnu fiska
innan fyri markið, men
tað er Noreg, sum ásetir
veiðireglurnar.
Tey seinnu árini hev
ur Noreg rikið ein meiri
virknan
umsitingar
politikk á leiðunum við
Svalbard, og hetta hevur
fingið fleiri lond at seta
spurnartekin við tað
løgfrøðiliga
grundar
lagið undir teirri norsku
áskoðanini.
Hetta kortið vísir 200 fjórðinga markið, sum Noreg setti kring
Svalbard í 1977. 12 fjórðinga markið sæst eisini á kortinum
Kort: Kartverket