Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. oktober 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. oktober 2012 · Nr. 114 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Avbyrgingar er heitið á einum nýggjum, eina­stand­ andi bókaverki, sum er úrslit av samstarvi mill­ um yrkjaran og mynd­lista­ mann­in Tórodd Poulsen, Stein­prent og Føroyaprent. Eitt nýtt yrkingarsavn hjá Tór­oddi Poulsen er altíð áhuga­vert í sær sjálvum, men í nýggja savninum fáa vit tíggju upprunagrafiskar mynd­ir oman á tað heila, um­framt permuna, sum eisini er eitt steinprent. Bókin, ið fevnir um hundrað síður, er blivin júst so for­ kunnug, sum ein kundi ynskt sær frá myndlistarliga og poetiska nýskaparanum. Tvær ferð hevur hann fingið Bókmentaheiðursløn M.A.Jacobsens og hann er innstillaður til ta stóru Norðurlendsku Bók­menta­ heiðurs­lønina óteljandi ferðir. Isolatiónirnar eru existentialistiskar ella kanska kunnu vit siga, at tær eru existens-term­ ina­torist­iskar, tí sjálvandi snúgva tær seg í stóran mun eisini um lívsins íhald. So­statt fylgir yrkjarin og myndlistamaðurin somu sorg­blíðu slóð sum í seinastu yrk­ingar­søvnunum. Vit síggja eisini sama lyndið til økta økonomisering, at orðini gerast færri, so at reglurnar sjáldan eru sett­ ar saman av meira enn ein­ um ella tveimum orðum. Yrk­ingarnar snúgva seg um ein­semi, tað at vera fyri seg sjálv­an, at vera einstaddur og avbyrgdur og eygleiða hvussu lívið styttist. Hetta ljóð­ar kanska deprimerandi, men tá tað verður lýst á so originalan hátt og við so stór­um listarligum yvirskoti, sum Tóroddur Poulsen megn­ar at gera tað, verður upp­liv­ing­in av Avbyrgingum í grundini upplyftandi. Einastandandi avbyrgingar Tóroddur Poulsen: Avbyrgingar: 100 síður Stuðlað verkætlanini hava: Norðurlandahúsið í Føroyum, Mentanargrunnur Landsins og Føroyaprent. Bókin fæst í Steinprenti og í bókhandlinum. Hon kostar 350 krónur Thomas Michael Smith hevur skrivað sjey stutt­ søg­ur, sum hann gevur út á egnum forlagi. Ein fyrrverandi før­oy­ ingur er søgan um føroy­ ingin, sum í eini opin­ bering sær Føroyar fyri sær um nøkur ár. Konga­ ríkið Danmark er kollvelt. Á Fólkatingi er eingin før­ oy­ingur. Har eru 167 grøn­ lendi­ngar og seks danir. Vakra grønlendska flagg­ið veittrar í fullari stong yvir Christiansborg. Grøn­land hevur tikið við ríkis­leiðslu­ ni, tí í Grønlandi er gull og aluminium og annar virðismikil málmur. Grøn­ lendingar flyta út heim­sins besta vatn úr tí bráðn­aða innlandsísinum. Vatn­ið verður flutt í stórum tanga­ skipum og yvirhøvur brúkt til brennievni til elorku. Tær seks av teimum sjey søgunum í bókini hjá Thomas Michael Smith eru nýútkomnar. Robert Mc­Birnie las søguna hjá Thomas Michael, Plankin, í Út­varpi­num hjá Kringvarpi Før­oya fyri nøkrum árum síðan. Tortilla Katt er søgan um fýra fittar bumsar í Havn, og Órættur er søgan um eina brotsgerð, sum høvund­ur­in varð lagdur undir at hava framt, tá ið hann var óviti. Hesin órættur hevur riðið høvunda­num sum ein marra, tí tann var ósekur. Thomas Michael skriv­ aði og gav út bókina Málara­søgur í 2002. Hann hev­ur eisini yrkt og umyrkt fleiri sangir, eitt nú Nánd, sum verður sungin á mest sum øllum veitslum. Stuttsøgubókin, Ein fyrr­verandi føroyingur, er 81 síður tilsamans. Hon kost­ar 128 krónur og er at fáa í bókasølunum frá mána­degnum 1. oktober. Ein fyrr­ verandi føroy­ingur Tað regnaði í Havn. Tann flottasta toftin var gróthúsið hjá ríkisumboðnum ... Nólsoyggin var nú av álvara farin í tvey. Ikki eitt einasta petti var at síggja til leivdir av bygdini. Sundið var nú so vítt, at trýstið frá ódnunum úr eystri hevði nógv fríari ræsur til at herja á Havnina