Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. oktober 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. oktober 2012 · Nr. 114 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Tróndur Arge Tað er ikki uttan vanda, at menn frá á fótbóltsvøllin hvørt vikuskiftið. Í seinastuni hava vit sæð leikarar sum Vagnur Mohr Mortensen og Dánjal Róa Olsen fingið álvarsligar skaðar. Í dystinum millum FC Suð­ uroy og ÍF var eisini um at ganga gali, tá Jan Ó. Ellings­ gaard fekk ein fót­bóltsskógv í høvdið. Skaðin er ikki eins álvar­ samur og hjá hinum báðum, men tað kundi sæð út sum Jan Ó. Ellingsgaard hevur verið í nevaleiki og fingið ein ordans frammaná frá einum óðum Mike Tyson. Hendingin fór fram í fyrra hálv­leiki, men Jan sýtti fyri at fara av vøllinum. Tað endaði við, at vinstri bakkurin, sum júst hevur fingið landsliðsboð, skoraði eitt týdningarmikið mál, tá hann legði ÍF á odda 2-1. Hesa myndina hevur lið­ felagin hjá Jan, Høgni Zacha­ riassen, tikið umborð á Smyrli á veg norð aftur. trondur@sosialurin.fo Jan vildi ikki av vøllinum Tróndur Arge FC Fredericia megnaði ikki at byggja víðari upp á sigurin móti Lyngby. Jóan Símun Edmundsson spældi ongan part í steypadystinum móti FCK, men byrjaði inn, tá FC Frede­ ricia var og vitjaði gamla felagið hjá Jákupi Mikkelsen, Herfølge. Hóast Jóan Símun og menn hansara vóru við leikliga yvirlutan, so riggaði einki frammanfyri mál­in­ um. Tríggir persónligir feilir endaði við at Herfølge vará odda 3-0. FC Fredericia minkaði um muin tíðliga í seinna hálvleiki og helt so áfram at trýsta. Tað gav tó ikki úrslit, hóast talan var um stórar møguleikar í onkrum førum. FC Fredericia liggur nú nummar fýra í Betsafe deildini við 17 stigum. Lyngby liggur á odda við 20 stig­um. Lamhauge spælir aftur Christian Lamhauge Holst hevur havt ein minni skaða, men er nú komin fyri seg. Hann spældi á øðrum sinni fyri silkeborg síðani hann fór av vøllinum við skaða í gjár. Silkeborg vann 2-1 á AaB, sum ikki hevði Hall Hansson við í hópinum. Christian Lamhauge Holst byrj­ aði inni og spældi í 71 minuttir. Vón­andi merkir tað, at føroyski landsliðsleikarin spælir við fullari megi tá Írland og Svøríki koma hendan vegin. Finnur í hópinum Finnur Justinussen er í hópinum hjá Jønkøping Sødra IF, sum í kvøld skal spæla móti Halmstad. Halmstad liggur nummar tvey í næst bestu svensku deildini, meðan Jønkøping Sødra IF liggur nummar 11 av 16. Finnur Justinussen hevur higar­ til spælt tveir dystir við besta lið­ num, sambært heimasíðuni hjá fe­ lagnum. Finnur Justinussen fekk debut á landsliðnum í Íslandi, men hevur ikki verið úttikin síðani. Hann er heldur ikki í hópinum, sum Lars Olsen tók út til dystirnar móti Írlandi og Svøríki. Jóan Símun byrjaði, men tapti Mynd: Høgni Zachariassen Jóan Símun nevaleikari ella fótbóltsspælari?