mánadagur 1. oktober 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 1. oktober 2012 · Nr. 114
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
effo deildin 26. umfar
Fuglfirðingar eru ósigraðir í 12
landskappingardystum, sum er
eitt veruligt bragd. Men tað hjálpir
ikki so nógv, sum teir høvdu ynskt,
tá EB/Streymur eru ósigraðir í 11
teimum seinastu landskappingar
dystunum
Seinastu 12 umførini hevur
gingið ótrúliga væl hjá ÍF í lands
kappingini. Vit skulu heilt aftur
til 14. leikumfar tann 24. juni fyri
at finna seinasta ósigurin hjá ÍF í
Klaksvík. Tá tapti ÍF 0-1 ímóti KÍ
norðuri í Klaksvík. ÍF hevur síðani
tann dystin vunnið 10 dystir og
spælt tveir javnar, men tíverri
fyri fuglfirðingar, so er líkt til, at
júst hesir báðir javnleikirnir, 1-1 á
heimavølli ímóti EB/Streymi í 21.
umfari, og 0-0 ímóti B68 á Toftum
í seinasta umfari verða avgerandi,
so ÍF ikki megnar at vinna føroya
meistaraheiti fyri fyrstu ferð
síðani 1979.
EB/Streymur ikki
tapt síðani 29. juni
EB/Streymur hevur ikki tapt síð
ani 15. leikumfar, tá teir taptu 0-1
ímóti NSÍ við Løkin í Runavík.
Hesar seinastu 11 dystirnar hevur
EB/Streymur vunnið 9 dystir, og
spælt tveir javnar, og hava teir nú
møguleikan at avgera alt sjálvir
á heimavølli ímóti júst NSÍ kom
andi leygardag. Tað er rættiliga
óvanligt, tá ein hugsar um hvussu
jøvn liðini hava verið, um vit frá
rokna útidystirnar hjá FC Suður
oy, at tvey oddalið kunnu spæla
næstan eina hálva kapping uttan
at tapa. HB'arnir fara at stríðast
av øllum alvi fyri at fáa minst
javnleik ímóti ÍF í Fuglafirði, fyri
at halda seg frammanfyri KÍ í
stríðnum um tað seinasta Europa
League plássið.
Bersøgin NSÍ-venjari
Venjarin hjá NSÍ, Kári Reynheim
var bersøgin í sendingini »3. hálv
leikur« á Rás2, at hansara menn
fara at gera alt sum stendur í
teirra valdi til at oyðileggja FM-
veitsluna við Margáir. Í Fuglafirði
hava fólk vant seg við tankan um
silvur, og fáa tey meir er tað bara
gleðiligt. Í Sundalagnum hava tey
liði við teimum flestu royndunum,
tá tað kemur til oddastríð, men
árstalið 2006 er uppi og vendir
viðhvørt, tá sundalagsfólk sóu ein
amerikanskan KÍ-spælara, sum
eitur Paul Clapson senda meistara
skapið til Havnar. Og júst í USA er
ógvuliga vanligt at siga: »It ain´t
over before the fat lady sings«.
heris@sosialurin.fo
Heri Simonsen
Tað byrjaði sum ætlað hjá fugl
firðingum vesturi á Eiðinum í
Vági leygardagin. Longu tá fimm
minuttir vóru farnir skeyt Clayton
Soares sítt 22. landskappingarmál
fyri ÍF. Nú høvdu fleiri vænta, at
fuglfirðingar fóru at negla fyri
tíðliga, men so gjørdist ikki. FC
Suðuroy kom meira við, og fleiri
mál komu ikki í fyrra hálvleiki.
Stórur dramatikkur var tó í fyrra
hálvleiki, tá Jan Ellingsgaard fekk
ein fótbóltsstyvla í høvdið, so blóð
sprænurin stóð frá honum. Bartal
Eliasen fekk eisini ein snudd í
einum nærdysti. Báðir vístu tó ein
ótrúligan hugburð, og stríddust
víðari fyri lið sítt.
Ein hvøkkur
ÍF fekk ein ordans hvøkk, tá bert
tríggir minuttir vóru farnir av
seinna hálvleiki. David Asare gav
John Tordar Poulsen eina góða
sending. Ungi framherjin fekk
bóltin framvið Jákupi Mikkelsen
og í málið. Samstundis kom EB/
Streymur á odda á Toftum, og eina
løtu
varð
føroyameistaraheitið
í hondunum hjá EB/Streymi. ÍF
kom tó skjótt fyri seg, og fekk við
trimum málum aftrat lagt aftrat tí
góða málmuninum, sum liðið hevur
í mun til EB/Streym. Fyrst skoraði
Jan Ellingsgaard, aftaná gott saman
spæl við Karl Løkin. FC Suðuroy
spælararnir vóru ikki serliga blíðir
um 3-1 málið, sum Bartal Eliasen
skeyt. Teir vóru ivaleysir í, at Bartal
hevði tikið bóltin við hondini. Bæði
Dan Djurhuus og Heini Vatnsdal
fingu stutt eftir hendingina tað
reyða kortið. Ímóti dystarenda
staðfesti Ari Ellingsgaard sigurin
fyri ÍF, sum nú má vinna á HB, og
so vóna, at NSÍ fær minst javnleik
ímóti EB/Streymi við Margáir í
Streymnesi leygardagin, so ætlaða
silvurveitslan í mentanarhúsinum
í Fuglafirði kann broytast til eina
gullveitsla.
Fóru ikki í panikk
Jan Ellingsgaard hjá ÍF segði við
Rás2 aftaná dystin, at teir fóru
ikki í panikk, aftaná útjavnandi
málið hjá FC Suðuroy. – Vit tóku
okkum veruliga saman tá, strídd
ust manniliga, fóru longur fram á
vøllin, og fingu trý mál, og vunnu
ein uppibornan 4-1 sigur. Møgu
leikin fyri FM-heitinum er ikki so
stórur nú, men vit ætla at vinna á
HB í Fuglafirði, og stríðast sum óðir,
og vóna, at NSÍ kann geva okkum
eina hjálpandi hond, segði ein vón
ríkur Jan Ellingsgaard við Rás2
leygardagin.
ÍF vann á hvøkkinum
Fótbóltur Ta einu løtuna leygardagin var EB/Streymur føroyameistari, tí tá hevði FC
Suðuroy javnað ímóti ÍF, samstundis vóru sundalagsmenn á odda ímóti B68 á Svangaskarði.
Men fuglfirðingar reistu seg skjótt, og halda lív í tí seinastu meistaraskapsvónini
ÍF hevur ikki tapt síðani 24. juni
Mynd: Áki Bertholdsen