mánadagur 1. oktober 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. oktober 2012 · Nr. 114
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge - Toftir
Dysturin á Svangaskarði er bara
nakrar minuttir gamal, tá sosialurin
hittir B68 liðskiparan. Hann sendur
einsamallur á fremstu rekkju og
hyggur. Hann hevur leikbann og
kann tí ikki hjálpa liðfeløgunum,
sum úti á vøllinum stríðast fyri
lívinum í bestu deildini.
Jann Ingi er bersøgin og ikki
bangin fyri at seta orð á tey tingini
hann vil greiða frá. Hann var sum
ungur mettur sum ein av okkara
stóru stjørnum. Hann kom á lands
liðið og royndi seg eisini uttanfyri
landoddarnar.
Veruleikin í dag er eitt sindur
øðrvísi enn dreymarnir vóru tá.
Hann er komin heim aftur at spæla
og hevur enntá verið tvær ferðir í
1. deild við barndómsfelagnum.
Hann hevur mist landsliðsplássið
og tykist ikki standa fremstur í
huganum hjá landsliðsvenjaranum.
Menn sum Pætur Dam Jacobsen,
Atli Danielsen, Christian Mouritsen
og Høgni Madsen standa helst
frammanfyri á listanum.
Men Jann Ingi hevur ikki upp
givið
landsliðsdreymin.
Hann
ásannar tó, at hann ikki kann spæla
eitt ár afturat í næstbestu deildini.
– Málið er at koma aftur á lands
liðið og spæla í bestu deildini kom
andi ár, sigur Jann Ingi, meðan
hann neyvt fylgir við hvat hendir
á vøllinum.
Tað er ikki tað fyrsta hann sigur.
Hann hevur tosað eitt sindur rund
an um og vil illa traðka nakran á
tærnar, sjálvt um hann ikki er bang
in fyri at seta orð á sínar tankar.
Kom heim til
1. deildar fótbólt
Leikliga er EB/Streymur omaná í
fyrra hálvleiki. Toftamenn standa
langt afturi á vøllinum og bíða eftir
møguleikanum fyri at fara skjót
álop. Oddur Højgaard og Ndende
eru í miðverjuni, meðan liðskiparin,
Jóhan Dávur Højgaard, er fluttur
fram á verjukenda miðvøllin.
EB/Streymur er í vanligum
skapi. Levi Hanssen, og Hans Pauli
Samuelsen á hvør sínum vongi,
meðan Arnbjørn Hansen er fremsti
maður. Í løtum leitar Hans Pauli inn
mitt fyri, meðan Sorin Anghel tekur
yvir í vinstru. Vóru sundalagsmenn
neyvir, so komu teir á odda í fyrra
hálvleiki.
– Hygga nú, sigur Jann Ingi
skeptiskur, tá Hans Pauli er um at
gerast leysur í brotsteiginum. Tað
er ein stórur lætti fyri toftamannin,
tá innleggið hjá Hans Pauli verður
ruddað burtur.
Jann Ingi kom aftur til føroyskan
fótbólt í 2005, eftir at hava roynt
seg í donskum fótbólti.
– Tá eg kom heim aftur úr Dan
mark vóru B68 akkurát fluttir niður
í 1.deild. Tá valdi eg B68 sjálvt um eg
hevði aðrar møguleikar. Tá misti eg
landsliðsplássið í eini trý ár. Vit fóru
niður aftur í 2007 og valdi eisini at
blíva verandi, so eg haldi at eg havi
givið nógv fyri felagið. Hendir tað
aftur, so verður ótrúliga ringt hjá
mær at verða verandi. Eg vil gjarna
brúka tey seinastu árini upp á at
verða á landsliðnum og kunna fáa
nakrar upplivingar afturat, sigur
Jann Ingi.
Tað er blivið til 22 landsdystir
fyri 28-ára gamla miðvallarin. Fyrsti
dysturin kom í 2003 og seinast Jann
Ingi var í landsliðstroyggjuni var í
2010.
Spælistílurin riggar
ikki til okkum
Tað eru fleiri meiningar um hvat
er gingið gali á Toftum í ár. Jann
Ingi vil heldur ikki geva einstøkum
persónum skyldina, men metir at
nýggi spælistílurin í ár og broytta
manningin er ein orsøk til ringu
gongdina.
– Tað er ilt at bara peika á eina
orsøk, men broytti spælistílurin
hevur viðvirkað til at tað hevur
gingið so illa. Kanska gjørdu vit ov
nógvar broytingar í mun til tað sum
riggaði framman undan. Tað er ikki
tí at leikararnir, sum eru komnir til
ikki eru góðir, men onkursvegna
hevur tað bara ikki riggað, sigur
Jann Ingi.
– Vit hava spælt upp á ein annan
máta enn tað, sum B68 altið hava
verið góðir til. Tey seinnu árini hava
vit spælt upp á at standa væl og so
spæla upp á kontra. Í ár hava vit
skula stýrt dystinum og tað hava
vit ikki megnað. Tað hava vit roynt
fyrr eisini og tað hevur ikki riggað,
sigur Jann Ingi.
Fleiri hava sagt, at samanset
ingin av teimum lokalu og NSÍ leik
arunum hevur ikki riggað. Jann Ingi
hevur eitt sindur ilt við at svara upp
á akkurát tann spurningin.
effo deildin 26. umfar
Eg spæli í
bestu deildini
komandi ár
Jann Ingi:
Fótbóltur Tað sigur liðskiparin hjá B68, sum sat
uttanfyri við leikbanni, tá B68 tapti fyri EB/Streymi,
sum nú er ein dyst frá meistaraheitinum. B68 stendur at
missa plássi í Effodeildini og helst eisini liðskiparan
Jann Ingi Petersen fekk
reytt í dystinum móti ÍF
og var tí leikbannaður til
dysti móti EB/Streymi