Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. oktober 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 1. oktober 2012 · Nr. 114 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið effo deildin 26. umfar – Eg veit ikki um tað kann hava nakað við tað at gera. Kanska onkrir av teimum, sum vóru her áðrenn kenna seg eitt sindur útihýstar, tá ein venjari kemur við fleiri leikarum og gevur teimum høvðusleiklutin á liðnum. Tað skal sjálvandi ikki verða soleiðis, men fleiri av teimum hava kanska spælt fast í fjør, men sita nú uttanfyri, sigur Jann Ingi eitt sindur ivasamur á málinum. – Skalt tú klára teg í oddinum, so skalt tú eisini hava ein breiðan hóp og so má onkur sita uttanfyrin. Eitt annað er eisini at vit hava havt nógvar skaðar. Vit eru ongantíð komnir í eina rútmu tí tað er altíð onkur sum er skaddur. Talan er eisini um týðandi leikara sum Ahmed Keita, Ibrahim Camara og Emmanuel Ukpai, sigur Jann Ingi. Jann Ingi metir eisini, at tíðin helst er komin til at satsa upp á tað sum Toftir hevur at bjóða og so ikki stremba hægri enn hvat tað røkkur til. Toftir er hóast alt minsta bygdin, ið hevur lið í bestu deildini. – Kanska skulu vit heldur stremba eftir einum fimta plássi við okk­ara egna fólki eins og NSÍ og KÍ hava gjørt. Meiri tú satsar og meiri fólk tú tekur aðrastaðni frá meir vónbrotin verða viðhaldsfólkini, tá tað ikki gongur væl. Hygg eitt nú eftir NSÍ. Um teir tapa ein dyst, so eru fólk ikki so ónøgd, tí tað eru teirra egnu leikarar og tí góðtaka tey kanska meiri, vísur Jann Ingi á. Vistu tað kundi ganga gali Undan kappingarárinum var nógv væntað av B68. Tað var heldur ikki uttan orsøk, tí fleiri stór nøvn komu til Toftir. Leikarar sum Christian Høgni Jacobsen, Einar T. Hansen og Emmanuel Ukpai komu til. – Tað hevur verið eitt stórt trýst á okkum frá næstan øllum. Vit hava roynt at minkað um tað, men vit vistu at tað kundi fara at ganga gott, men av tí at tað eru so nógvir nýgg­ir leikarar, so vistu vit eisini at tað kundi ganga illa, greiður Jann Ingi frá. Ringa gongdin hevur næstan verið afturgangandi alt kappingar­ árið. – Tað hevur verið líka frá byrj­ anini, at tað ikki hevur riggað. Vit byrjðu ikki so væl, men so vendi gongdin inntil vit spæla móti KÍ her. Vit føra 2-0 og teir vinna í evstu løtu. Síðani tá hevur tað ikki riggað hjá okkum, sigur liðskiparin. Tað hava verið nakrir ávísir dystir, ið hava givið greiðar ábend­ ingar um, at tað ikki fór at ganga so væl í ár. – Tað hava verið nakrir dystir sum eitt nú undan summarsteðginum, tá vit spældu móti TB her. Vit vóru á odda 1-0, men teir skora til 1-1 beint fyri dystar enda. Vit skulu hava trý stig í einum slíkum dysti. Tað er í einum slíkum dysti, at tú merkir at tað riggar bara ikki, sigur Jann Ingi og leggur afturat; – Vit hava roynt at hildið hýr­ inum uppi og stemningurin hevur verið á góðari leið, men tað sæst ikki aftur til venjing. Ringa gongdin ávirkar mental og tað merkist. Eg gleði meg altíð til venjing og dystir, men tað er ringt, sigur Jann Ingi at enda. Pætur Dam er munurin Seinni hálvleikur er bara tveir min­ uttir gamal, tá avgerandi løtan í dystinum kemur. Eftir hornaspark endar bólturin úti hjá Gert Hansen. Høgri bakkurin sendur bóltin inn­ fyri til ein púra leysan Pætur Dam Jacobsen, sum bara fimm metra frá málinum kann stúta bóltin í málið. – Eg kom at standa púra leysur, sigur Pætur Dam Jacobsen, sum ikki er tann, ið skjýtur tey nógvu mál­ini. – Tað er bara gott fyri eitt lið, tá fleiri leikarar skora. Arnbjørn Hansen hevði onkrar góðar møgu­ leikar í dag, men málmaðurin hjá teim­um gera fleiri stórbjargingar, sigur stríðsmaðurin víðari og vísur á, at B68 kundi havt trýst teir meiri um teir ikki løgdu seg so langt aftur í fyrra hálvleiki. Sigurin merkir, at EB/Streymur nú er í somu støðu sum teir vóru í í 2006. Ein heimdyst frá at gerast meistari. Fyri B68 merkir tað, at toftamenn nú skulu vinna 4-0 á TB við Stórá í seinasta umfarinum fyri at bjarga sær lívinum í bestu deildini. trondur@sosialurin.fo Tað er einasti møguleikin hjá B68 fyri at blíva verandi í Effo­deildini staðfestur Jóhan Dávur Højgaard liðskipari hjá B68. B68 tapti í dag 1-0 fyri EB/ Streymi á Toftum. Seinastu løt­un av dystinum trýstu tofta­ menn nógv, men teir megnaðu ikki at bróta niður verjuna hjá EB/Streymi. – Hetta var ikki uppiborið. Javnleikur hevði helst verið eitt meiri rættvíst úrslit, sigur Jóhn Dávur Højgaard í løtuni eftir at dómarin hevur bríkslað fyri seinastu ferð. trondur@sosialurin.fo Mugu knúsa TB munurin Pætur Dam Jacobsen var munurin, tá hann gjørdi einasta og avgerandi málið í dystinum Mynd: Álvur Haraldsen Vónbrotnir Tað tykist nú sera torført hjá toftamonnum at varveita plássið í bestu deildini, eftir 1-0 tapið móti EB/Streymi Mynd: Álvur Haraldsen