Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. oktober 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. oktober 2012 · Nr. 114 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið effo deildin 26. umfar HB vónar og TB anir Fótbóltur Eftir 3-1 sigurin á TB leygardagin, er HB framvegis við í kappingini um at sleppa út í Europa næsta summar, og TB hevur góð kort á hondini – hóast tapið – nú framtíðar lagnan skal avgerast Hilmar Jan Hansen Gamli klassikarin millum HB og TB hevði onkursvegna eitt annað virðisgrundarlag leygardagin, enn hann so mangan áður hevur havt tað. HB stríðist fyri at sleppa upp á bronsuplássið og vinna sær eitt europeiskt atgongumerki til næsta ár, meðan TB stríðist fyri lívinum, so liðið kann fáa enn eitt ár í bestu deildini, nú TB endiliga aftur telist millum 10 tey fremstu í landinum. Søguligt veingjasús var eis­ini yvir dystinum, tí ídnu TB-fjepp­ar­ arnir, ið nevna seg Einherjar, lótu so sanniliga hoyra frá sær úr vestara skýlinum, har teir róptu um kapp við góðu, gomlu sirenuna, ið varð vundin í snúningar við jøvnum millumbili. Tað gekk eitt gott korter, áðr­enn HB líkasum fekk sett seg á dyst­ inum og við eini 3-0 leiðslu tryggjað sær sigurin, men tá fyrst hol var komið á, vendist líkasum ikki aftur. TB fekk pyntað um tað heila við einum máli til síðst, men tað hevði størri týdning fyri samlaðu málúrtøkuna enn útfallið av hesum eina dystinum. Trý avgerandi mál HB setti seg meira og meira á tað heila, men fleiri hampuliga stórir møguleikar skuldu til, áðrenn tað góðar 10 minuttir fyri steðgin eydn­ aðist Símuni Samuelsen at fáa hol á, tá hann úr vinstru síðu hegnisliga fekk sent bóltin yvir í handara síðu­ net, uttan at TB-málverjin fekk gjørt nakað, og so var 1-0. Bara fáar minuttir seinni var aftur hol á, tá topp­skjúttin hjá HB í ár, Christian Restorff Mouritsen, fekk eina góða fríspæling frá Símuni og púra kaldur legði bóltin í málið til 2-0. – Eg haldi, at vit komu væl frá byrjan og sótu á teimum, og fyrri hálvleikur var góður hjá okkum. At vit so fingu fyrsta málið, loysti eitt sindur upp, og hóast 2-0 altíð er ein vandamikil hálvleiksleiðsla, fingu vit triðja málið eftir steðgin, sum punkteraði dystin. Vit høvdu so einar tvær útskiftingar stutt eftir tað, og so fór ferðin spakuliga úr dystinum, segði Jógvan Skeel Nolsøe, sum er ein av teimum yngru HB-arunum. Christian Restorff Mouritsen, ið mundi vera væl og virðiliga besti maður á vøllinum, stóð eisini fyri triðja málinum, tá hann fimm min­ uttir inn í seinna hálvleik enn eina ferð fekk eitt upplegg frá Símuni og skallaði bóltin inn til 3-0. Hervið var dysturin í roynd og veru avgjørdur, og tað bleiv ikki lættari hjá TB, tá Gunleif Olsen 20 minuttir fyri tíð fekk beinleiðis reytt, og øllum stóð greitt, at hesin dysturin neyvan fór at venda, tí HB hevði rættiliga gott tamarhald á tí, sum hendi á vøllinum. Hjá TB var Gilli Sørensen ein spírandi hóttan fleiri ferðir, men tað bleiv ofta ov einsligt hjá honum, so einki spurdist burturúr. Týðandi endabrestir Venjarin hjá TB, Milan Kuljic, var heppin í valinum, tá hann fyri viku síðani skifti seg sjálvan inn í dyst­ inum í Runavík, tí løtu seinni hevði hann skorað sigursmálið. Hesa ferð koyrdi Milan seg sjálvan inn mið­skeiðis í seinna hálvleiki, og enn eina ferð bragdaði hjá honum, tá hann átta minuttir fyri tíð fekk minkað um munin. Hetta málið fekk ikki tann stóra týdningin fyri dystin, men afturfyri pyntaði tað væl upp á málúrtøkuna hjá TB, sum frammanundan er væl betur enn tann hjá B68, sum er bein­leiðis kappingarneytin hjá tvøra­monnum, nú alt skal avgerast í seinasta dystinum. Har er støðan heilt einfalt tann, at TB bara ikki skal tapa við meira enn trimum málum, so er liðið framvegis millum tey bestu. Tað vil siga, at B68 skal suður til Trongis­ vágs at vinna 4-0, ella er B68 fokið. Seinasti dysturin hjá HB hev­ ur heldur ikki einki at siga, tí hjá havnarfelagnum snýr tað seg um at halda fast í europeiska atgongu­ merkinum, sum í løtuni liggur í hondunum á HB. Seinasti dysturin er á útivølli ímóti ÍF, sum má vinna fyri at vinna føroyameistaraheitið, samstundis sum HB við javnleiki tryggjar sær europeiskan fótbólt næsta summar. – ÍF hevur havt gott tak á okk­ um í ár, og haraftrat er tað er altíð trupult hjá okkum at spæla í Fugla­ firði, so tað hevur alt at siga fyri okkum, at vit fáa vent tí gongdini. Men vit vita, at tað hevur nógv at siga fyri felagið, at tað kemur út í Europa, og eisini er tað øgiliga stuttligt hjá okkum spælarum, so vit fara at kýta okkum leygardagin, sigur Jógvan Skeel Nolsøe. hilmarjan@sosialurin.fo Hóast Gilli Sørensen royndi sítt ítarsta, so bleiv TB ongantíð av álvara ein hóttan ímóti HB, ið vann trygt og liggur á Europa-kós, meðan TB bara ikki skal tapa við meira enn trimum málum fyri B68, so er Effo-deildin aftur á skránni næsta ár Mynd: Hilmar Jan Hansen