mánadagur 1. oktober 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 1. oktober 2012 · Nr. 114
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Jóannes Hansen
Tað var Kaj Leo her og har og alla
staðni, tá ið klaksvíkingar í góð
veðrinum leygardagin vitjaðu í
Sarpugerði.
Kaj Leo í Bartalsstovu skoraði øll
fýra málini í 4-3 Víkinga sigrinum á
KÍ.
– Eg havi ongantíð áður skorað
fýra mál í einum og sama dysti í
bestu deildini, so tað var rættuliga
merkisvert, staðfesti 21 ára gamli
bóltsnillingurin eftir dystarlok.
Størsta hálið hjá honum undan
leygardegnum var í fjórða umfari í
fjør. Tá vann Víkingur 6-0 á útivølli
ímóti B71, og ta ferðina skoraði Kaj
Leo í Bartalsstovu tríggjar ferðir
Tey fýra málini leygardagin
lyfta Kaj Leo fram á sætta plássið
á máltindinum. Á fimta plássi er
Christian R. Mouritsen, sum skoraði
tvær ferðir í 3-1 HB sigrinum á TB og
tilsaman hevur skorað tólv ferðir í
landskappingini.
Triðja málið var brotsspark, sum
Hjartvard Hansen tiltuskaði sær, tá
ið hann varð feldur í gjøgnumbroti.
Kaj Leo javnaði til 3-3, og fram
ímóti dystarenda skoraði hann
sigursmálið eftir skjótt mótálop.
Tá vóru bara tíggju klaksvíkingar
á vøllinum, tí miðverjin Jógvan
Isakasen varð vístur av vøllinum í
sambandi við brotssparksdómin.
– Vit vóru frammanfyri 2-0
eftir 1. hálvleik. Bæði málini vórðu
skorað úr stórari fjarstøðu. Í fyrra
førinum var ikki talan um serliga
gott skot, men bólturin fór í málið.
Í seinna førinum rakti eg bóltin
ógvuliga væl, og tað var heilt
greitt besta málið, heldur Kaj Leo í
Bartalsstovu.
Vilja hava bronsuna
Víkingur hevur alt kappingarárið
verið millum tey fremstu. Til og
við níggjunda umfar var Víkingur
topplið og FM favorittur. So var
úrtøkan soltnari. Kappingarárið varð
bjargað við sigri í steypafinaluni.
Harvið vóru atgongumerkini til
europeisku
kappingina
næsta
summar tryggjað.
Nú er Víkingur á fjórða plássi.
Bronsukrónurnar eru ikki so langt
burtur. HB og Víkingur hava 44 stig,
men HB er á bronsuplássinum við
betri málmuni - +22 hjá HB og +8 hjá
Víkingi. KÍ er á fimta plássi við 42
stigum.
– Vit hava møguleika at vinna
bronsukrónurnar, og vit fara í
Gundadal fyri at vinna. Tað gera vit
hvørja ferð, men fyri okkum allar
og felagið hevur tað stóran týdning,
at vit vinna heiðursmerkir. Vit
fara at leggja nógv fyri ímóti B36.
So fæst at síggja, um ÍF megnar
at gera nakað við HB, sum tykist
vera sera væl fyri, sigur Kaj Leo í
Bartalsstovu.
Bæði í fjør og í 2009 endaði
Víkingur á bronsuplássinum. Í 2009
vann Víkingur steypakappingina
við finalusigri á EB/Streymi – á
sama hátt sum í ár.
Stutt eftir dystarlok í Sarpugerði
leygardagin, tá ið Kaj Leo var
liðugur at heilsa upp á mongu
Víkingafjeppararnar, sum ynsktu til
lukku við sigrinum og teimum fýra
málunum, varð kunngjørt, at Kaj
Leo í Bartalsstovu er millum teir 24,
sum Lars Olsen hevur sent boð eftir
at fyrireika seg til landsdystirnar á
heimavølli ímóti Svøríki og Írlandi.
Kaj Leo hevur nógvar altjóða
royndir í yngru landsliðunum.
Hann var í landsliðsferðalagnum
í Týsklandi 7. september. Tá var
hann á beinkinum alla tíðina. Men
tað man ikki fara at vera leingi, inn
til Lars Olsen fer at geva honum
fyrsta møguleikan á vøllinum. Venj
aranum líkar væl spælarar, sum
hava góðan bóltførleika, eru skjótir
og hava gott skil fyri spælinum.
Júst ein sovorðin spælari er Kaj Leo
í Bartaltsstovu, sum leygardagin
skoraði øll fýra málini fyri Víking.
Hann var orduliga í hopla!
Kaj Leo sum ongantíð áður
Fótbóltur Eftir at hann fyri fyrstu ferð nakrantíð hevði skorað fýra mál í bestu deildini, fekk
sera evnaríki miðvallarin Kaj Leo í Bartalsstovu hjá Víkingi landsliðsboð leygarkvøldið
effo deildin 26. umfar
Kaj Leo í Bartalsstovu skoraði øll fýra málini í Víkinga sigrinum á KÍ
Mynd: Álvur Haraldsen
Mynd: Álvur Haraldsen