mánadagur 1. oktober 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. oktober 2012 · Nr. 114
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
effo deildin 26. umfar
Málleyst í týdningsleysum dysti
Fótbóltur Einki stóð upp á spæl við Løkin í Runavík leygardagin, har NSÍ og B36 hittust. Hetta
sást til tíðir, og megnaðu hvørki av liðunum at fáa mál. 0-0-javnleikurin broytir einki
Pætur Albinus
At kalla einasti týdningsleysi dyst
urin hetta næstseinasta umfarið í
Effodeildini var í Runavík, har NSÍ
í góðveðri tók ímóti B36. B36 hevði
endað á sætta plássi óansæð hvussu
dysturin endaði, og tað sama hevði
NSÍ á sjeynda plássi.
NSÍ-liðið var væl fyri til dyst
in, og var tað einans Helgi L.
Petersen, sum sat uttanfyri. Hjá
B36 stóð verri til. Høgri og vinstri
bakkur, Høgni Eysturoy og Símun
Joensen, sótu uttanfyri við skaða
og leikbanni, meðan Rasmus Dan
Sørensen, Patrick Larsen og Jákup
Højgaard eru uttanlands við U19-
landsliðnum.
Hetta gav eitt nú debut til 19 ára
gamla Robert Heðin Brockie, sum
hevur verið partur av næstbesta
liðnum.
NSÍ kundi avgjørt
Tað, at bæði høgri og vinstri bakkur
hjá B36 sótu uttanfyri, lat dyrnar
upp fyri vongspælinum hjá NSÍ,
sum alt kappingarárið hevur verið í
betringi og í løtuni er eitt hitt besta
í landinum. Tað sást púra greitt, og
hevði tað ikki verið fyri teimum
báðum
miðverjuleikarunum,
har eitt nú Robert Heðin Brockie
ósmæðin spældi sera væl, hevði NSÍ
verið á odda tíðliga í dystinum.
Tað vóru bara fimm minuttir
farnir, tá ið Meinhardt Joensen
í B36-málinum mátti vísa eina
stórbjarging fyri at steðga einum
stútara, sum Klæmint A. Olsen
royndi seg við.
Síðani gekk skjótt. Álop fyri og
annað eftir skolaðu yvir B36-málið.
Debes Danielsen fekk stutt eftir
góðan møguleika eftir verjukiks,
løtu seinni aftur Debes Danielsen
eftir innlegg og stutt fyri leiklok
gjørdist Jann Martin Mortensen
púra leysur, men Meinhard Joensen
bjargaði.
Nógvu møguleikarnir hjá NSÍ
stóðust av at B36 ikki megnaði at
halda upp á bóltin, og tá ið NSÍ
fekk bóltin, gekk sera skjótt fram
eftir vøllinum. B36 spældi seg ikki
fram til ein upplagdan møguleika í
fyrra hálvleiki, og vóru teir hepnir,
at støðan í hálvleikinum var 0-0.
B36 fekk møguleikan
Frá byrjan í seinna hálvleiki var tað
framvegis NSÍ, sum hevði bóltin
mest, men nú hevði B36 fingið
skipað seg nakað betur í verjupart
inum, og høvdu heimamenninir
verri við at spæla seg ígjøgnum.
Spælið hjá B36, eins og støðan hevur
verið í so at siga alt ár, bar ikki brá
av meistaraspæli, og gjørdi hetta
ikki uppgávuna hjá NSÍ trupla.
Tá ið ein tími var leiktur, slapp
B36 meiri við í dystin, og tóktist tað
eins og NSÍ-leikararnir ikki høvdu
neyðugu orkuna eftir til at fram
haldandi skapa dystin. NSÍ hevði
ikki nakran upplagdan møguleika
í seinna hálvleiki, men hinvegin
hevði B36 tveir rímiliga stórar mál
møguleikar at avgera dystin. 20
minuttir fyri leiklok rakti Bárður
Olsen á tvørtræið, og í yvirtíðini
var Robert Heðin Brockie um at
fáa skot á ein leysan bólt í feltinum,
men hetta miseydnaðist.
Ímóti dystarenda fekk málverjin
hjá NSÍ, Kristian Joensen, beinleiðis
reytt kort fyri at á sjónligan hátt
gera vart við sína misnøgd ímóti
dómaranum, eftir at hann var
órógvaður at sparka bóltin út í
spæl.
B36 og NSÍ, sum bæði eru í onga
mannalandi í Effodeildini, samdust
um ein 0-0-javnleik, og var hetta
helst eitt rættvíst úrslit, hóast NSÍ
serliga í fyrra hálvleiki var betri
liðið.
albinus@sosialurin.fo
Merkisvert var, at Súni Olsen bar liðskiparabandi fyri skadda Jákup
á Borg, og ikki Róaldur Jacobsen, ið annars er varaliðskipari
Myndir: Álvur Haraldsen