Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. oktober 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. oktober 2012 · Nr. 114 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen – Hetta var ómetaliga spell. Eg veit ikki, hvat tað er, sum ger, at vit missa tað, men vit blivu øgiliga passivir í álopsspælinum ímóti endanum og øgiliga spentir, og so kláraðu vit ikki at halda tað, staðfesti venjarin hjá Neistanum, Áki Mørk, tá hann beint eftir dystarlok skuldi taka saman um dystin, sum Neistin átti við húð og hár – men allíkavæl misti. H71 kom á odda 2-0 í dystinum, men so stóð annars Neistin fyri tí allarmesta næstan tíman. Beint fyri hálvleik eydnaðist hoyvíkingum at koma upp á javnt, og hálvleiksstøðan var eisini 12-12. Og hóast H71 beinanvegin í seinna hálvleiki kom upp á 14-12, svaraði Neistin aftur og sá restina av seinna hálvleiki út til at byggja sær ein sigur upp, meðan H71 snøgt sagt einki megnaði. – Hetta var ikki okkara dagur, men vit vunnu tá avtornaði, so tað var bara super. Eingin av okkum dugdi at koma upp úr tí aldudali, sum hesin dysturin var frá byrjan til enda, og tað var heldur ikki meira enn bara akkurát, at vit fingu vent tí ímóti endanum, staðfesti Rógvi Sørensen hjá H71, samstundis sum hann ikki bara helt, at talan var um undirmeting av Neistanum. – Ja og nei, tí tú veitst, at tú ongantíð skalt undirmeta nakran. Men allíkavæl sat tað kanska onkrastaðni, at teir hava eitt nýtt lið, samstundis sum teir eru óroyndir og ungir. Hetta var so harðasti dystur, eg havi spælt leingi, tí vit royndu og royndu, men ikki fyrr enn síðstu fimm minuttirnar fingu vit tað at rigga, tá vit endiliga fingu sett ferðina upp. At hoyvíkingar ikki fyrr enn í evstu løtu fingu sítt skjóta spæl at koyra, var ein stór orsøk til, at teir vóru um reppið at missa stig – og í veruleikanum ikki høvdu uppiborið tvey. Men eisini vantandi royndir og vantandi orka hjá Neistanum gjørdu sítt til, at tað ikki eydnaðist at binda fyri, so einki var hjá hoyvíkingum at koma eftir. – Orkan er ikki tann, sum hon átti at verið, og tí verður tað stirvið hjá okkum, og tí fáa vit ikki mál. Vit klára ikki at halda høvdið kalt, tí var bara ein lítil marginalur við okkum aftrat, hevði tað kanska gingið. Vit stóðu væl í verjuni, tí H71 fekk bara 24 mál, men vantandi fjølbroytni í álopinum var nokk tað, vit taptu uppá, tá samanumkom, staðfesti Áki Mørk. Atlantic airways deildin Atlantic Airways Deildin menn nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 H71 2 51 48 3 4 2 KÍF 2 60 56 4 3 3 StÍF 2 54 42 12 2 4 VÍF 2 55 53 2 2 5 Kyndil 2 55 57 -2 1 6 Neistin 1 23 24 -1 0 7 Team Klaksvík 1 13 31 -18 0 Hilmar Jan Hansen Vestmenningar vóru sera vónbrotnir, tá teir fyri viku síðani á heimavølli sótu eftir við ongum, eftir at kollfirðingar høvdu vitjað. Í gjár var aftur heimadystur, nú strandingar vitjaðu, men hesa ferð lá betur fyri, og VÍF, sum av mongum verður mett sum størsti FM- favoritturin av øllum, fekk stigini. Tað vóru annars gestirnir, ið løgdu best út og komu á odda 2-0, men so koyrdi VÍF annars avstað, kom upp á 5-2 – og so var dagsskráin líka­sum løgd. Seks mál vóru á muni í steðginum, og StÍF kom ongan­ tíð aftur nærri enn fýra mál restina av dystinum. – Vit spældu ikki so væl fyrstu tvey álopini, og tað revsaði revsaði beinanvegin, men so koyrdi tað annars hjá okkum, so vit snøgt sagt trumlaðu teir niður í fyrra hálvleiki, sigur venjarin hjá VÍF, Jan Ottosen, ið serliga var errin av offensiva verjuspælinum, ið eisini tóktist taka strandingar á bóli. – Av tí at vit dekkaðu 3-2- 1, fingu vit øgiliga nógvar møguleikar við skjótálopum, men brendu eisini nógv. Men eg eri nógv meira til offensiva verju, enn eina flata verju, so hetta líktist tí, sum eg gjarna vil hava tað til. Ein annar stórur munur á dystunum hjá VÍF ímóti StÍF og KÍF var, at í fyrsta dystinum bleiv talan í stóran mun um einmansavrik, men at liðið hjá vestmenningum hesa ferð spældi nógv meira sum eitt lið. StÍF fekk ikki tingini at hanga nóg væl saman, og tær løturnar, tá StÍF spældi væl, var tað fyrst og fremst Sveinur Justinussen, ið gjørdi munin. Strandingar royndu at mansverja Filip Jojic frá hálvum fyrra hálvleiki og út í hálvan seinna hálvleik, men sleptu tí síðani, og tað riggaði heldur ikki nóg væl, tí Jojic bleiv allíkavæl toppskjútti hjá VÍF. – Eg haldi, at vit høvdu gott stýr á dystinum, tí StÍF mátti renna aftaná alla tíðina. Nú fingu vit nøkur ting at rigga øgiliga væl, men framvegis byggja vit upp og skulu fínpussa eitt og annað, tí alt er ikki komið upp á pláss enn. Men tað kemur, so hvørt sum vit fáa dystirnar, segði Jan Ottosen. hilmarjan@sosialurin.fo Verjan legði botnin Hondbóltur Vælvirkandi og offensiva verjuspælið hjá VÍF var fremsta orsøkin til, at tað eydnaðist at stegða StÍF, so dysturin í botn og grund var mestsum avgjørdur í fyrra hálvleiki VÍF - StÍF 29-23 (15-9) VÍF: Filip Jojic 8 (2), Andrias Eriksen 5, Agnar Joensen 5, Martin Ritto 4, Sámal J. Djurhuus 3, Joen P. Høgnesen 3, Bárður Brimvík 1 StÍF: Sveinur Justinussen 9, Borgar Danielsen 4, Jørmund Joensen 3, Pætur Joensen 3 (3), Jógvan G. Joensen 1, Teitur Nilssen 1, Allan Norðberg 1, Steinar Prestá 1 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen H71 - Neistin 24-23 (12-12) H71: Rúni Højgaard 8, Hallur Biskopstø 6, Bogdan Florea 5, Rógvi Sørensen 2, Sigmundur Dahl 1, Høgni Djurhuus 1, Sigmundur Nolsø 1 Neistin: Beinur Davidsen 6, Jugoslav Djumic 6, Andras Joensen 3, Teitur Magnusson 3, Guðfinnur Thorsteinsson 3 (1), Herbjørn Lava 1, Terji Mørk 1 Dómarar: Regin Mittún Petersen & Ragnar Simonsen Bundu ikki fyri Hondbóltur Neistin hevði buktina og báðar endarnar, men orsakað av vantandi royndum og orku eydnaðist ikki at halda fast, og tí fór H71 í evstu løtu avstað við báðum stigunum Unga og óroynda Neistaliðið hevði H71 á knøunum mestsum allan dystin, men kláraði bara ikki at binda fyri, og so struku hoyvíkingar avstað við øllum, tá samanum kom Mynd: Álvur Haraldsen