Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-01, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. oktober 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 1. oktober 2012 · Nr. 114 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Tróndur Arge - Kollafjørður Hörður Fannar Sigþórsson. Tað er navnið á nýggju kempuni hjá Kyndil. Hann er høgur av vøkstri og verjir nærmast fyri tveir. Tað er óhugs­andi at skjóta upp um hann. Meddar tú til við undirhondini, so smæðist hann heldur ikki at seta armarnar í vegin. Hann var kosin ársins verjuleikari hjá Akureyri í fjør. Strikuspælarin hev­ur skotið flest mál fyri Kyndil í teim­um báðu fyrstu dystinum í hesum kappingarárinum. Hann er ís­lend­ ingur og sær í nógvar mátar eisini út sum ein týpskur íslendiskur hond­bólts­spælari. Avrikið hjá honum sunnu­dagin bendir á, at hann kemur at spæla ein stóran leiklut á lið­num hjá Kyndli. Hann smæðist ikki á vøllinum og tað er um at kosta Kyndli dýrt, tá hann í seinna hálvleiki taklar ein framstormandi Andrias Nielsen hjá KÍF. Teir fara sendandi eftir gólvinum og áskoðararnir eru á gosi. – Hatta má vera ein útvísing, verður geyla á rekkjuni aftanfyri. Hörður Fannar Sigþórsson fær eisini eina útvísing fyri harðligu taklingina, men fer ikki av vøllinum fyrr enn hann hevur hjálp Andriasi Nielsen á føtur aftur. – Soleiðis spæla vit Íslandi, heldur hann heldur skemtiliga fyri, tá Sosialurin spyr hann um hend­ ingina. Støðan er 18-18 og KÍF fær brots­kast. Tað verður brent, men í tví­dyst­inum fyri at fáa hendur á næsta bóltinum fær Kyndil enn eina út­vísing og nýtt brotsspark til KÍF. Tað verður eisini brent, men KÍF kemur upp á 21-18, umframt at Finnur Hansson fær eina útvísing tá. Hesa løtuna sær einki út hjá Kyndli. Kom til Føroyar við damuni Hörður Fannar Sigþórsson heldur saman við Fríðu Petersen, sum væl kend í føroyska hondbólts um­ hvørvinum. Hon hevur roynt seg í íslendskum hondbólti í seinastuni og tað er her at Fríða og Hörður hava funnið saman. Nú er Fríða við barn og tí gekk leiðin aftur til Føroyar. Við sær í viðførinum hevði hon stóra strikuspælaran. – Eg fekk eina uppringing og bleiv spurdur um vit vóru áhugaðir í einum strikuspælara. Eg spurdi so hvør viðkomandi var. Tað gekk skjótt upp fyri mær, at talan var um ein sannan fong fyri okkum um vit fingu hann, sigur føroyski lands­ liðs­leikarin, Finnur Hansson, sum er uppvaksin í Íslandi. Samanspæli millum teir báðar riggaði væl í dystinum. Finnur mundi leggja upp til minst trý av teimum sjey málunum hjá íslend­ ing­inum. – Eg eri glaður fyri at verða kom­ in á eitt lið, sum dámar væl at spæla bóltin inn á strikuna, sigur Hörður. Hann nevnir spælarar sum Finnur Hansson, Josef Abrahamsen og Birgir Poulsen, sum allir dáma væl at spæla bóltin inn til striku­ spælaran. – Eg havi spælt saman við Jugoslav Djumic í nøkur ár. Hann er ein frálíkur strikuspælari, so tað er gott at fáa ein slíkan sum Hörður inn á liðið. Hann er stórur og lættur at finna, sigur Finnur Hansson. Kyndil hálar inn aftur Við 21-18 og einum manni í undir­ tali eydnaðist tað Kyndli at halda fast í KÍF og liðini flygdust líka til dystarenda. So hvørt KÍF skoraði, so javnaði Kyndil aftur. Tað end­ aði við, at liðini fingu hvør sín møguelika at avgera dystin. Báðir møguleikarnir blivu brendir og tí endaði tað við 30-30 javnleiki mill­ um tvey álopssinnaði lið í høllini í Kollafirði. Fyri Kyndil vóru tað menn sum Hörður Fannar Sigþórsson, Høgni Klein Olsen og Birgir Poulsen, sum komu væl frá uppgávuni, meðan Nicklas Selvig, Andrias Nielsen og í løtum Hans Eli Sigurbjørnsson, sum gingu á odda fyri KÍF. Báðir partar eru helst ikki nøgdir við javnleikin, men tað var helst eitt rættvíst úrslit. trondur@sosialurin.fo Atlantic airways deildin Hondbóltur Tað var bæði ferðmikið og spennandi í KÍF høllini sunnudagin. Ein av høvðusleiklutinum í dystinum átti nýggja kempan á strikuni hjá Kyndli, sum varð toppskoarari fyri gestirnar 30-30 aftaná tvær ferðir 30 minuttir Mynd: Álvur Haraldsen