Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-01, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. oktober 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. oktober 2012 · Nr. 114 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Jóannes Hansen EB/Streymur og ÍF kappast um FM heitið. Tey hava bæði alt 2012 verið millum tey fremstu. At fuglfirðingar og teir í Sundalagnum hava verið so óførir í heimligu landskappingini sást ikki aftur í umboðanini, tá ið landsliðið fyrst í september fór til Týsklands. Burtursæð frá ÍF mál­ verjanum Jákupi Mikkelsen áttu hvørki ÍF ella EB/Streym nakran annan lut í landsliðnum. Í kvøld hevur Lars Olsen boðað frá, hvørjar spælarar hann vil hava í fyrireikingunum til heimadystirnar ímóti Svøríki og Írlandi ávikavíst 12. og 16. oktober, og nú eru toppliðini eitt sindure betri umboðað. Millum eyðsýndu menninar á ÍF liðnum eru vongverjin í vinstru Jan Ó. Ellingsgaard og verjukendi mið­vallarin Karl Løkin. Teir hava báðir fingið landsliðsboð. Arn­ bjørn T. Hansen hevur verið nógv skaðadarvaður og tískil ikki førur fyri at spæla, hvørki fyri EB/Streym ella landsliðið. Tær seinastu ferð­ irnar hevur EB/Streyma topp­skjútt­ in verið fremsti maður á sínum liði, og Lars Olsen metir Arnbjørn at vera so mikið væl fyri, at hann hevur sent boð eftir honum. Gilli Sørensen úr TB er eisini í hesum førinum boðsendur at fyri­reika seg til stóru altjóða upp­ gávurnar. Allir hinir vóru við í fyrireikingunum til dystin í Týsk­ landi. Málmenn: Gunnar Nielsen, Manchester City Kristian Joensen, NSÍ Jákup Mikkelsen, ÍF Verjuleikarar: Rene Joensen, Brøndby IF (DK) Jónas Tór Næs, Valur (ISL) Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Odmar Færø, Forfar (SCO) Rógvi Baldvinsson, Ålgård (NOR) Erling Jacobsen, Víkingur Rógvi Holm, HB Jan Ó. Ellingsgaard, ÍF Miðvallarar: Súni Olsen, B36 Fróði Benjaminsen, HB Símun Samuelsen, HB Hallur Hansson, AaB Ålborg (DK) Hjalgrím Elttør, KÍ Daniel Udsen, FC Helsingør (DK) Christian Lamhauge Holst, Silkeborg IF (DK) Karl Løkin, ÍF Kaj Leo í Bartalstovu, Víkingur Gilli Sørensen, TB Framherjar: Klæmint A. Olsen, NSÍ Jóan Símun Edmundsson, FC Fredericia (DK) Arnbjørn Hansen, EB/Streymur Fríggjadagin 12. oktober kl. 17:00 spæla Føroyar og Svøríki, og fýra dagar seinni, týsdagin 16. oktober kl. 19:00, vitjar Írland á Tórsvølli. Toppskorarin heldur eisini fram í HB fótbóltur Christian Restorff Mouritsen hevur í ár skotið ikki færri enn 12 mál fyri HB. Tað er nokk ein av høvðusorsøkunum til, at leiðslan í høvðusstaðar­felagnum hevur gjørt av at leingja samstarvið við bólttrygga og dribblisterka miðvallaran. Tróndur Arge 25-ára gamli miðvallarin hevur í ár havt útgangsstøðið á høgra miðvøllinum. Hóast hann nokk trívist best mitt fyri á álopskenda mið­vøll­ inum, so hevur hann fingið nógv burtur úr frá høgra mið­vallarplássinum. Hann er tann miðvallarin, ið hev­ ur skotið flest mál í ár. Hann liggur nummar fimm á toppskoraralistanum. Framm­an fyri fyri hann eru Clayton Soares, Páll Klett­ skarð, Arnbjørn Hansen og Klæmint Olsen, sum allir eru framherjar. Nýggi sáttmálin er galdandi fyri komandi kappingarár. HB hevur nú longt sáttmálan við níggju leikarar. Teir eru Símun Samuelsen, Alex Jose dos Santos, Rógvi Holm, Jógv­ an Rói Davidsen, Tróndur Jensen, Jógvan Skeel Nolsøe, Teitur Gestsson og Gunnar Haraldsen. ÍF størri lut á landsliðnum Pætur Albinus Tepurt tap Fríggjadagin í síðstu viku legði føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti leiðina til Finnlands, har leikast skuldu tveir venjingardystir ímóti finska kvinnulandsliðnum. Teir dystirnir vórðu spældir leygar­ dagin og sunnudagin. Hin fyrri dysturin endaði við einum teprum 27-25-sigri til Finn­ land. Málskjúttar hjá Føroyum vóru: Halla Skylv Midjord 1, Bára Hansen 2, Marjun Falkvard Dan­ berg 2, Jacklin Durhuus 1, Birita Ward­um 1, Gurið Mortensen 2, Helga Eyðunsdóttir Kjærbo 1, Liljan Djur­huus 3, Durita Christophersen 7, Turið Arge Samuelsen 2. Javnt í seinna dystinum Dagin eftir, tað var sunnudagin, spældu liðini bæði seinna dystin. Hesaferð hilnaðist betur hjá teim­ um føroysku kvinnunum, sum fingu javnleik 23-23. Støðan í hálvleikinum var 11-9 til Føroyar. Málskjúttar hjá Føroyum vóru: Marjun Falkvard Danberg 1, Jacklin Durhuus 3, Gurið Mortensen 1, Liljan Djurhuus 2, Durita Christophersen 6, Turið Arge Samuelsen 8, Anja Heinadóttir 2. albinus@sosialurin.fo Hóast veðrið ikki var av tí besta, so var senior kappingin, sum skuldi verið spæld 1. og 2. september, spæld hetta vikuskiftið. Byrjað varð leygarmorgunin og teir níggju luttakararnir fóru undir kappingina við góðum treysti, tí hann lovaði ikki serliga gott veður. Men veðurgudarnir vístu seg frá sínari góðu síðu og lótu ringa veðrið bíða. Sunnudagin varð so byrjað klokkan 13.00, men tá níggju hol vóru spæld, øtlaði hann vindin og regnið var somikið, at kappingarleiðslan tók avgerð um at lata tey 27 spældu holini telja. Janus Norðberg vann við 128 sløgum, Eyðun av Reyni brúkti 136 og Per Poulsen 141 sløg. albinus@sosialurin.fo Tap og javnleikur ímóti Finnlandi Norðberg vann golfkappingina golf Janus Norðberg vann sunnudagin útsetta kapping á frálíka nýggja grasinum á golfvøllinum á Glyvursnesi. Hondbóltur Føroyska kvinnulandsliðið spældi um vikuskiftið tveir venjingardystir ímóti Finnlandi. Úrtøkan var eitt tepurt tap og ein javnleikur