Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-01, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. oktober 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 1. oktober 2012 · Nr. 114 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Tíðindaskriv Á landsfundi Sjálv­stýris­ floksins í dag, varð so­ljóð­ andi yvirlýsing samtykt. Fólkavøsktur Sjálvstýrisflokkurin vil, at nógv størri dentur skal leggjast á at finna fram til, hvat skal til fyri at skapa fólkavøkstur í Føroyum. Neyðugt er at arbeiða við ítøkiligum og langtíðar loysnum fyri, at fólkatalið í Føroyum kann vaksa. Landsfundurin fegnast um, at Sjálvstýrisflokkurin í samgonguni, eitt nú við Sandoyarætlanini, longu hevur verið við til at fremja tiltøk til verju fyri fólkatalið í einum av útjaðarøkjunum í landinum. Ferðavinna Sjálvstýrisflokkurin fegnast um, at játtanin til ferðavinnuna er tvífaldað. Raðfestingin skal halda fram, so ferðavinnan framyvir verður ein týðandi partur av samfelagsbúskapinum. Útbúgving Sjálvstýrisflokkurin vil, at enn størri dentur verður lagdur á útbúgvingar- og skúlaviðurskifti, tí eitt væl útbúgvið fólk er eitt tað týdningarmesta tilfeingið í einum nútímans samfelagi. Livikor Sjálvstýrisflokkurin vil, at stórur dentur skal leggjast á at betra livikorini hjá teimum, sum hava skerdar møguleikar, soleiðis at tey kunnu fáa eina virðiliga tilveru. Orka Sjálvstýrisflokkurin við ábyrgd fyri umhvørvi­ smálum, leggur stóran dent á at náa málinum, at útlátið skal minkast við 20 prosentum fram til 2020. Arbeiðsumvhvørvi Sjálvstýrisflokkurin vil, at arbeiðsumhvørvið verður raðfest, fyri at fyribyrgja óneyðugar arbeiðsskaðar og útreiðslur. 29. september 2012 Rúna Sivertsen, skrivari Landsfundur Sjálv­stýris­ floksins hevur hesa yvirlýsing Margith Jensen Sjúklingar í ongamannalandi Í hesum døgum situr ein stórur hópur av sjúklingum og bíða eftir, at fáa viðgerð, frá læknanum Øivind K. Mathiasen. Læknin arbeiðir við ”bleyt­ um” musklum. Hann gevur viðgerðir fyri koyrils­brest, nakkaskaðar, diskus-pro­laps og aðrar skaðar. Við­gerðar­ hátturin er sera effektivur, og hava vit í Føroyum fleiri dømir um fólk sum eru blivin frísk. Í Føroyum vera hesar við­gerðir ikki goldnar av landinum, men úr egnum lumma. Hevur man verið longi sjúkur/sjúkrameldaður, eru ikki nógvir pengar at taka av. Tað sum sjúklingarnir gjalda fyri eina viðgerð, rind­ar ikki ferðaútreiðslur og uppihald hjá læknanum, meðan hann er í Føroyum. Við øðrum orðum, hann hevur útreiðslur av at koma til Føroyar at arbeiða. Tað kann ikki vera rætt! Grundin til at sjúklingar sita og bíða er, at Øivind ikki kann blíva við At arbeiða uppá ”goodwill”. Trúgvi ikki, at tað eru nakrar Føroyskir læknar ið høvdu viljað arbeitt uttan løn. Hvat kann man so gera? Tað er sera einfalt, gjalda við­gerðina hjá hesum sjúk­ lingum, so teir kunnu fáa tað hjálp sum teir hava fyri neyðini. Nógvir av hes­ um sjúklingum eru í bestu árum, og er tað ikki stuttligt, ikki at kunna vera úti á arbeiðsmarknaðinum. Hetta tekur hart uppá tað fíggjaligu støðuna, men so sanniliga eisini familjuna. Tíðin er komin til, at sjúk­lingar við skaðum, vera javstillaðir við aðrar sjúk­ lingar, sum hava aðrar sjúkur. Tað er púra burtur úr vón og viti, at man í 2012 skal hava eina ávísa sjúku fyri at fáa goldið viðgerðina. Tosaði við ein svenskan lækna herfyri. Hann segði, at Øivind K. Matthiasen er besti læknin innan sítt økið, í Europa. Vit í Føroyum eiga tí, at gera alt fyri, at hann kann koma til Føroyar aftur. Latið okkum tí standa saman um at fáa læknan hendanvegin aftur. Tað kann ikki vera rætt, fólk mugu flyta av landinum, fyri at fáa tað viðgerð teimum tørvar. Eitt samfelag fyri tey vælstillaðu? Marja Lund Gjógvará Vit liva í dag í einum fram­ komnum samfelagi, men enn eru nógv, sum stríðast fyri lívsins uppihaldi. Við verandi landspolitikki gerst stættamunurin størri, og hetta má rættast upp sum frægast kommunalpolitiskt. Vit skulu føra ein politikk, ið stuðlar og stimbrar borg­ arum, ið eru antin peninga­ liga ella heilsuliga veikir. Vit skulu føra ein politikk, ið er heilsufremjandi og fyri­byrgjandi, og harvið steðga trupulleikum, áðrenn teir taka seg upp.Vit skulu raðfesta tey sosialu virðini, ið er grundarlagið undir einum framkomnum vælferðar­sam­ felagi. Eitt sosialt og rættvíst samfelag fyri øll. Sum minsta mark skulu vit øll hava møguleika at nøkta okkara grundleggjandi tørvir. Vit siga, at vit búgva í einum vælferðarsamfelagi, men er tað vælferð, at mamm­ur mugu bidda um mat frá Herberginum? Er tað vælferð, at stuðulsátøk sum “Í menniskjum góður tokki” fáa fleiri hundrað umsóknir um hjálp? Er tað vælferð, tá Blákrossur boðar frá, at rúsevnismisnýtslan ímillum ung er vaksandi? Og er tað vælferð, at vit gerast alt færri í kommununi? Fyrr í tíðini vóru nógv fátøk og ognarleys í Havn, ið stríddist fyri lívsins uppihaldi. Traðarmaðurin, sum standmyndin uttanfyri býráðshúsið ímyndar, fekk ein møguleika at lívbjarga sær og sínum, við at velta og røkja eina trøð. Skulu vit miðal- og lágløntu í Tórshavnar Kommunu ikki eisini fáa møguleika, eins og traðarmaðurin, at lívbjarga okkum, og ikki verða fyri vanbýti. Vit eru øll borgarar í Tórshavnar Kommunu við somu rættindum. Traðarmaðurin stendur við tungari byrðu uttanfyri býráðið. Hvør inni í býráðnum skal lætta um hansara byrðu? kommunuval 2012