Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-01, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. oktober 2012síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 1. oktober 2012 · Nr. 114 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mær tykist at M. A . Jacob­sen heiðurslønin og tær sømdargávur sum verða givnar samanvið M. A. Jacobsen eiga bert at geva givnar til skap­andi fólk sum liva og búgva í Tórshavnar Komm­unu. Tórshavnar Komm­una skal ikki lata sømdar­gávur til festi­ valar og annað uttanfyri Havn­ina, slikt er okkum óvið­komandi. Eitt sunnukvøld í plan­taguni er ein av okk­ara perlum sum al­tið gleðir eitt­hvørt veitslu­hald. Hon er somu­leiðis fyrsta kom­ mer­ciella grammo­fon­ plátan i Føroy­um. Leiv­ ur Johanne­sen, sum sang um Sunnu­kvøldið í plan­taguni – hann er gloymdur av teimum á par­nass­inum, hví fær Leivur ikki sømd­ar­gávu frá býráð­num? Tjóð­ veldið fer at endur­skoða M. A. Jacobsen við­tøku­ rnar og leita upp øll tey sum eru gloymd, øll tey sum við sínum kreativa virki gleða Havn­arfólk. Eisini skal upp­hædd­ in hjá M.A. Jacobsen heiðurslønini fara mun­ andi upp. Tú fær ikki skaldskap fyri peanuts. M.A. Jacob­ sen, Eitt sunnukvøld í plantaguni og peanuts Johan Mortensen Valevni fyri Tjóðveldisflokkin Hetta standi eg fyri: Grunda atkvøðuna á røttu virðini! Bjørg Dam Valevni hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu Sum uppstillað til bý­ráðs­ valið blívi eg javnan spurd, hvat eg standi fyri. Her havi eg skrivað míni virðir, sum eg brúki sum grundarlag at arbeiða útfrá og til støðu­ takan. Við at kunngera tey, kanst tú sum veljari føla teg tryggan við at velja meg, um tú ert samd/ur við mínum grundvirðunum. Í stuttum stendur, at eg gangi inn fyri, at borgarar hava ábyrgd av egnum lív­ið, kommunan skal skapa karm­ ar fyri borgarar og vinnu, upp­lýsa og veita tænastu og hjálp tá á stendur. Í Tórs­ havnar kommunu er pláss fyri øllum. Frá nú av og til valið, fari eg, at skriva greinar ið viðgera virðini gjøllari. Hevur tú eitthvørt uppá hjartað, ella eitt mál tú heldur eigur at takast upp, so ert tú hjartaliga vælkomin at biðja meg taka tað upp. Virðir: • Tórshavnar kommuna, har øll viðurkennast, trív­ ast, mennast og rúmast. • Tað skal verða lætt at flyta til, gott og trygt at búgva í Tórshavnar kommunu. • Vit skula fjálga um barna­ familjur, einligar for­syrgj­ arar, tey við serligum tørvi og tey veikastu í sam­felagnum. • Útvega fjølbroytt bústað­ ar­tilboð, eitt nú lutaíbúðir, lestraríbúðir, eldraíbúðir og íbúðir til brekaði. • Tryggja trivna, fjøltátt­ aðan ítrótt, musikkskúla, kvøldskúlatilboð og ung­ dómshús. • Tað skal verða trygt at ganga og súkkla í komm­ ununi. • Ungdómurin skal viður­ ken­nast, kveikjast og hoyr­ast. • Havnin skal hava eitt ríkt lestrar- og gransk­inga­r­ um­hvørvið. • Vit skula virðismeta lívs­ royndir okkara elstu borg­ ar­um, og skapa virðiligar karmar bæði fyri virkin og óhjálpin. • At verða í náttúruni og á sjónum er týdningarmikil rættur, tí skal kommunan tryggja borgarunum at­ komuleika til náttúruna. • Húsdjór og kelidjór mynda gerandislívi í Tórshavnar komm­unu, eins og urta­ garðar, viðarlundir og náttúran, skula tey virðast og rúmast. Tórshavnar kommuna, eitt gott arbeiðspláss og tilvitaður brúkari. • Fyri at tryggja borgarum bestu tænastu, skula starvs­fólkini í Tórs­havn­ ar kommunu trív­ast, virð­ ismetast og menn­ast. • Kommunan skal verða undangonguímynd tá um­ræður at veita størv til fólk við vinnutarni, endurútbúgving og veita starvsvenjing. • Vit skula fáa sum mest fyri skattapeningin, tí eigur kommunan at verða ein tilvitaður brúkari og innkeypari. Vit skula tráa eftir at keypa føroyskt, umhvørvisvinarligt, at gagnnýta stórrakstar­ fyri­munir og stilla krøv til veit­arar, fyri at tryggja betur góðsku, menning og vøkstur. Tórshavnar kommuna og umhvørvið • Tórshavnar kommuna skal ganga fremst, tá um­ræður umhvørvið og alterna­tiva orku. • Tórshavnar kommuna skal eggja og skapa karm­ar, soleiðis at vit fáa gagn­nýtt okkara tilfeingi á besta og burðardygga hátt. • Tórshavnar kommuna skal haldast rein og vøk­ ur. Mentan, samleiki og ábyrgdarfullar borgarar • Vit eru heimsborgarar og skula hyggja og samara okkum eftir londunum rundan um, taka við læru og samstarva. Tó skal Tórs­havnar kommuna verða við at varðveita og virða føroyska samleikan, sjálvsfatan og mentan. At liva í og av náttúruni, fáment og fjarskotið stillar serligar treytir til okkum sum borgarar. Tí skal Tórshavnar komm­ una verða við, at varð­ veita teir fyrimunir smá­ samfelagið gevur. • Tórshavnar kommuna skal viðurkenna, upplýsa og tilmæla, soleiðis fáa vit ábyrgdarfullar borgarar. Tórshavnar kommuna skapar bestu karmar til inntøkuskapandi virksemið. • Ferðavinnan skal hava bestu karmar at virka undir, soleiðis fáa vit eina ferðavinnu sum gevur inntøkur og arbeiðspláss til kommununa, eisini til ófaklærd. • Perlan og Reinsaríið skal verða ein nýggjur tónleikamiðdepil, ferða­ attraktión og spælistað. • Tórshavnar kommuna eigur, at skapa bestu karm­ar fyri vinnulív, íverk­setan og eigur at taka stig til og stuðla ar­beiðsskapandi verk­ ætlanir. Eg stilli upp í býráðið í Tórs­ havnar kommunu, fyri at gera mun grundað á røttu virðini. Leivur Johanne­sen, sum sang um Sunnu­kvøldið í plan­ taguni – hann er gloymdur av teimum á parnassinum. Hví fær Leivur ikki sømd­ar­ gávu frá býráð­num? Leivur Johannesen kommunuval 2012