Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-01, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. oktober 2012síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. oktober 2012 · Nr. 114 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Nú hevur góði vinur mín Jóhan Petersen havt sína árligu grein um fólkaatkvøð­una. Tað er at fegnast um, at hann so trúliga royn­ir at minna okkum før­oy­ing­ ar á størsta dag í søgu okk­ara. Eg síggi, at hann eisini er farin at nýta ta bók, eg gav út við skjølum um hendingarnar fyri og eftir fólkaatkvøðuna. Har et nógv til at taka! Men eitt er løgið, og tað er, at hann ikki rættiliga hevur fingið fatur á hvør valluttøkan var á fólkaatkvøðuni. Verða bæði tøl hansara rundaði upp, so sigur hann í fyrstu syftu, at valluttøkan var 68%, men síðani, at ein onnur kelda sigur, at hon var 66%. Annað av hesum tølum er skeivt, men hvat er tað? Hetta er tó einki duls­ mál, tí svarið stendur í næsta setningi. Har sig­ ur hann tað, sum stend­ ur á síðu 566 í bókini “Fólkaatkvøðan 1946”. Hetta er tað bræv, dagsett 16. september 1946, har setti amtmaðurin boðaði forsætisráðnum frá, at heima sótu 32%, og ikki er neyðugt at vera stórur roknimeistari fyri at síggja, at valluttøkan tí var 68%, og at tann keldan, sum sigur 66%, hevur mistikið seg. Víð­ari sigur hann, at loys­ingin fekk 33% og stjórnaruppskotið 32%, og at av øllum velj­ar­un­ um lótu 3% inn seðlar, har ikki kundi gerast av, um viðkomandi var fyri loysing ella stjórnar­upp­ skotinum. Úrslitið av fólka­at­ kvøðuni var tí krystall­ klárt. Løgtingið hevði biðið veljararnar vegleiða seg, tí tingmenn kundu ikki finna út av, um takast skuldi undir við stjórnaruppskotinum ella loysast. Heili 65% av øllum veljarunum hugs­ aðu so væl um málið, at tey vóru før fyri at geva tingmonnunum eitt greitt svar, og av teimum vóru 161 fleiri fyri loysing enn fyri stjórnaruppskotinum. S t jó r n a r u p p s ko t i ð kom tí í minniluta og fall, tí tað fekk bert 49,3% av atkvøðunum, meðan loysingin hevði meiri­luta og vann við 50,7%. Luttøkan á hesi fólkaatkvøðu var eisini óvanliga høg samanborin við ta, sum aloftast er á fólkaatkvøðum aðra­ staðni. At tingmenn ikki vildu seta loysingina í verk beinanvegin er eitt annað mál. Tað er teirra skomm og ikki veljaranna skomm. Men sum stjórn­mála­menn í Sveis, har van­ligt er við fólka­ atkvøðum, plaga at siga: Í longdini hevur tað víst seg, at veljararnir høvdu rætt (Fólkaatkvøðan 1946, síða 8). Vit føroy­ ing­ar hava fingið nógv gagn burtur úr, at tey, ið vóru á døgum fyri 66 árum síðani, stóðu so stinn, og einki er at ivast í, at halda vit á við at byggja á tað støðið, tey ruddaðu okkum, so fara vit øll, eisini Jóhan Petersen, at fáa enn meir gagn burtur úr hesi røttu avgerð tjóðarinnar í komandi tíðum. Valluttøkan á fólka­at­kvøð­ uni í 1946 Zakarias Wang Søgan endurtekur seg! Sirið Stenberg Tjóðveldi Eftirhondini er tað sum við 90 ára føðingardegnum ”Same procedure as last year” Nú skulu oyggjafólk aftur út at stríðast fyri sínum rættindum. Rættindi at vera partur av einum samfelag, sum veitir nøktandi tænastu til øll fólk, og sum tryggjar at liviligt er allastaðni í land­ inum. Hetta havi eg altíð mett sum eina sjálvfylgju og sum nakað, sum sjálvsagt átti at verið eitt aðalmál hjá ein­ hvørjum stýrið. Tíverri er tað ikki so. Vit fáa nú at vita í upp­ skot­inum til fíggjarlóg at rokna verður við einum tali, har man frammanundan veit, at gott 3 milliónir koma at mangla í hjá Strandferðsluni vegna høga oljuprísin. Tað tykist sum taktiskt spæl. Hetta at planleggja við ov lítlari játtan. So verður málið um at koma upp á ver­andi játtan mett sum ein siður, tá ið samgongan allar­ nådigst møguliga kemur ásamt um at leggja hesar 3 milli­ónurnar afturat. So hava oyggja­fólk fingið tað tey bóðu um. Veruleikin er tó ein helt annar enn, at tað er nakað bragd. Veruleikin er at tænastan sum í dag er, er alt ov skerd, og tað einasta rætta hevði verið at økt um hesa. Hví skulu vit t.d finna okkum í at oyggjaleiðir ikki sigla allar dagar ? Hví skulu vit finna okkum í at hava 2 túrar dagliga ? O.s fr Nei, hetta er bert ein áminn­ing um hvat vit eru uppi ímóti. Einari samgongu, sum hevur sum aðalmál at ríka nøkur fólk í landinum, hví skuldu hon hugsað øðr­ vísi um økir í landinum ?? Vinnulívið í útjaðarinum er viðbrekið, og tolir als ikki hóttanir um skerjingar. Fólkið í útjaðarinum finnur seg heldur íkki í slíkum hótt­ anum meira ! Ongin onnur samgonga hevur sum hendan tiltuskað sær so nógvar milliónir meira í inntøku, við at skatta pen­ sjónirnar við inngjald. Við at skatta pensjónir við inngjald hevur samgongan tikið sær ræði á 265 milliónum meira enn aðrar samgongur hava, so tað átti at verið nakað at tikið av. Men nei, aðalmálið er at ”tann sum hevur honum skal vera givið” Nú er tolið uppi í útjað­ar­ inum ! Nú skulu oyggjafólk aftur út at stríðast fyri sínum rættindum. Rættindi at vera partur av einum samfelag, sum veitir nøktandi tænastu til øll fólk, og sum tryggjar at liviligt er allastaðni í land­inum 2013