mikudagur 3. oktober 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. oktober 2012 · Nr. 115
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Elkin letur
dyrnar upp fyri
samfelags
tænastu
– Samfelagstænasta er ein sera gagnligur revsimøguleiki ella ískoyti til aðra revsing. Tøl vísa, at afturstigið
er minni fyri fólk, sum verða revsað við samfelagstænastu, samanborið við tey, sum verða revsað við
fongsulsrevsing. Harafturat er tað ein væl bíligari loysn enn at búra fólk inni, somuleiðis sum hetta kann
leiða tey aftur á arbeiðsmarknaðin, sigur 39 ára gamla Elkin Klettheyggj, nýggjur leiðari á kriminalforsorgini
Pætur Albinus
1. desembur verður vaktarskifti á
kriminalforsorgini. Eftir samfull
36 ár á brúnni takkar Karin
Kjølbro fyri seg sum leiðari fyri
kriminalforsorgina,
har
Elkin
Klettheyggj nú fer at loysa hana
av. 39 ára gamla Elkin Klettheyggj
er upprunaliga úr Sandvík, men
hevur síðani 1996 verið partur av
kriminalforsorgini í Danmark,
har hon er útbúgvin sosialráð
gevi, kriminolog og hevur tikið
leiðsluútbúgvingina hjá kriminal
forsorgini har.
Hon hevur roynt eitt sindur
av hvørjum hesi árini, hon hevur
starvast í Danmark. Hon hevur
starvast í fongslum, har rokkarar
og bandar hava sitið, og sum eftir
donskum mátistokki eru sokallað
hørð fongsul.
Hon hevur eisini roynt seg við
egnari verkætlan, sum hjálpti
hópin av brotsmonnum aftur í ein
vanligan gerandisdag við familju
og arbeiði. Nú er hon til reiðar at
veita heimlandinum Føroyum
eina hjálpandi hond við sínum
íkasti til hvussu ein góð kriminal
forsorg skal virka.
Altíð verið áhugað
Elkin Klettheyggj er kend inn
an yrkið. Líka síðani hon las til
sosialráðgeva, hevur hon havt
ein serligan áhuga fyri kriminal
forsorgini. Her hevur hon eisini
arbeitt síðani 1996.
– Áhugin fyri kriminalforsorg
ini kom meðan eg las til sosial
ráðgeva, og serliga í sambandi
við mína høvðusuppgávu, har eg
skrivaði um fongsulsrevsing og
hvørji árin tað hevur á fólk. Har
møtti eg fangum og fekk innlit í
fongsulsverðina, sum eg helt vera
sera áhugaverda, sigur Elkin, sum
skjótt fekk sín dreym uppfyltan.
– Eg fekk mítt fyrsta starv í
Kif (tí fríu forsorgini, red.), har
vit arbeiddu við at hjálpa fólkum,
sum vóru heimleys, við at finna
bústað og at fáa fólkini undir
útbúgving og í arbeiði. Tað var
sera gevandi. Eg føldi, at arbeiðið
var týdningarmikið, og at eg
gjørdi mun hjá hesum fólkunum,
sigur Elkin.
Tað er ikki einans kriminal
forsorgin, sum hevur áhuga hjá
henni, men eisini politiska økið
sum heild.
– Eg havi altíð verið áhugað
í
samfelagsviðurskiftum
og
politikki. Eg eri uppvaksin í ein
um heimi við einum pápa, sum
altíð var upptikin av tí, so tað var
heilt náttúrligt, at eg fekk áhuga
fyri hesum, heldur hon.
Drúgvar royndir
Føroyska kriminalforsorgin ger
persónkanningar og hevur eftir
lit við treytaðum dømdum og
royndarleyslatnum. Harafturat
arbeiðir kriminalforsorgin tætt
saman við løgregluni og varð
haldinum í Tórshavn og hava
hesi regluliga fund saman, eins og
samarbeiði er við donsku fongslini,
har føroyingar sita. Elkin hevur
drúgvar arbeiðsroyndir innan
hetta økið í Danmark, og metir
hon, at hetta kann koma henni
til góðar.
– Nú eru nógv viðurskifti í
kriminalforsorgini í Danmark
ørðvísi enn í Føroyum, men eg
hugsi, at mínar royndir við at
samskipa tiltøk millum fleiri
stovnar kunna koma mær til góð
ar. Eisini havi eg arbeitt nógv við
at menna tiltøk bæði innan ar
beiði, útbúgving og viðgerð, sum
væntandi eisini kann brúkast her
heima. Eg havi arbeitt á og saman
við nógvum ymiskum stovnum
innan
kriminalforsorgina,
og
kenni tí økið sera væl. Tað kann
vónandi koma teimum føroying
um tilgóðar, sum skulu víðari í
kriminalforsorgini. So havi eg
eisini tikið útbúgving innan
kriminologi, sum er vísindi um
kriminalitet, og hvussu hesin út
viklast og kann fyribyrgjast. Ser
liga innan fyribyrginarøkið vóni
eg, at eg kunna brúka nakað av tí,
sum eg havi lært, sigur Elkin.
Elkin tekur við sum leiðari á
kriminalforsorgini eftir Karina
Kjølbro, sum hevur havt hetta
starvið í samfull 36 ár. Kennir
Elken tað sum ein heiður, at hon
nú er útnevnd sum avloysari
hjá einari slíkari legendu innan
økið?
– Tað er púra víst, at hennara
í meldrinum
Nýggi leiðarin á kriminalforsorgini: