Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. oktober 2012síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 3. oktober 2012 · Nr. 115 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 í meldrinum skógvar verða stórir at fylla og eg kenni tað avgjørt sum ein stór­an heiður og avbjóðing. Í mínum hugaheimi eru Karin og kriminal­forsorgin her heima eitt og tað sama. Fyri henni hevur hetta ikki bara verið eitt arbeiði, men ein liviháttur og hjartablóð. Allastaðni eg eri komin í kriminal­ forsorgini í Danmark, hava fólk vitað um og kent til Karina. Hon hevur gjørt vart við seg, har hon hevur ferðast. Eg ivist ikki í, at Karin – eisini framyvir – fer at gera seg galdandi á økinum og eg vóni, at eg kann fáa okkurt gott ráð fra henni av og á, detta rós­ andi orðini frá Elkin um undan­ gongu­kvinnuna Karina Kjølbro. Stóð fyri verkætlan Tá ið Elkin starvaðist í Danmark, var hon við til at taka stig til eina verkætlan, ið kallaðist Kompasset. Henda verkætlan hevði fyri eyga at hjálpa misnýtarum, sum ikki vóru batnaðir eftir fleiri royndir til avvenjingar, at sleppa út aftur í veruliga lívið. Á henda hátt royndi Elkin við verkætlanini at leiða teir út í eitt vanligt arbeiðslív og út­vega teimum arbeiði umborð á skipum. Við góðum stuðli frá reiða­rínum Rübert Shipping á Fjóni bar henda verkætlanin til. – Vit sendu fólk umborð á minni farmaskip, har teir kundu sigla millum eitt hálvt og eitt heilt ár. Eg hevði eftirlit við teim­ um og vitjaði teir í havnum runt um í Evropa. Har arbeiddu vit við at finna røttu leiðina víðari á arbeiðsmarknaðin og tað eydn­ aðist fleiri ferðir. Eg hoyri enn frá fyrrverandi kundum, sum glaðir greiða frá um eitt heilt annað lív við familju og arbeiði, sigur Elkin um verkætlanina, sum kundi ver­ ið nýtt í Føroyum eisini – ella er hon ikki upprunaliga føroysk? – Hugtskotið er føroyskt! Tað eru dømi um ungar føroyskar dreingir, sum kanska ikki skikk­ aðu sær pent og fóru til skips, har teir búnaðust og komu aftur sum onnur fólk. Tað hevur verið familjan, sum hevur syrgt fyri hes­um, jú, tað hevði væl borið til at skapt eina líknandi verkætlan her heima, heldur Elkin. Lítið, men umráðandi Kriminalforsorgin í Føroyum hev­ ur eina deild í Tórshavn, har tveir sosialráðgevar starvast. Hetta er lítið í mun til onnur lond, men tað merkir ikki, at hon er minni týdningarmikil. – Kriminalforsorgin í Føroyum er ein minni deild, men sera týdn­ ingarmikil, tí hon saman við øðr­ um stovnum skal arbeiða við at fyri­byrgja meira kriminaliteti og helst minka um hann. Vit kunna fegnast um, at vit liggja lágt í hag­ tølum í kriminaliteti saman­borið við okkara grannalond, men tað skal eisini halda áfram og vón­ andi blíva enn minni. Av tí at sam­ felagið er so lítið, fyllir tað sum hendur á økinum nógv hjá mong­ um og viðkemur fleiri fólkum. Eg havi lagt til merikis, at tað eisini fyllir nógv í fjølmiðlum, eins og tað ger aðrastaðni, sigur Elkin. 1. desembur fer hon til verka, og hon er til reiðar við sínum egna íkasti. – Í fyrstu syftu skal eg seta meg inn í økið og tey serligu viður­skifti, sum eru galdandi fyri kriminal­forsorgina her heima. Sum nevnt, so er hetta nakað heilt annað enn fongsulsverðin í Keyp­ mannahan. Fyri meg er tað av­ger­ andi at menna fólk, soleiðis at ein vitjan hjá kriminalforsorgini kann gerast eitt snúningspunkt og ein møguleiki at framyvir liva á røttu síðuni av lógini, sigur Elkin. Uttanlands er samfelags­tæn­ asta ein vanlig revsing, men enn er hetta ikki ein partur av lógini í Føroyum. Tað kann tó broytast, nú Elkin setur seg við róðrið í kriminalforsorgini. – Samfelagstænastan er ein sera gagnligur revsimøguleiki ella ískoyti til aðra revsing. Tøl vísa, at afturstigið er minni fyri fólk, sum verða revsað við samfelags­ tænastu, samanborið við tey, sum verða revsað við fongsulsrevsing. Harafturat er tað ein væl bíligari loysn enn at búra fólk inni, somu­ leiðis sum hetta kann leiða tey aftur á arbeiðsmarknaðin, sigur Elkin Klettheyggj at enda. albinus@sosialurin.fo – Fyri meg er tað av­ger­andi at menna fólk, soleiðis at ein vitjan hjá kriminalforsorgini kann gerast eitt snúningspunkt og ein møguleiki at framyvir liva á røttu síðuni av lógini, sigur Elkin Mynd: Álvur Haraldsen