mikudagur 3. oktober 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. oktober 2012 · Nr. 115
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vestnorden Travel Mart 2012
Rannvá G. Fossaberg
Veitararnir,
sum
eru
at
síggja í føroysku básunum
á Vestnorden Travel Mart
í Reykjavík, fara ikki tóm
hentir heimaftur. Tað sigur
Guðrið Højgaard frá Ferðaráð
Føroya.
– Umframt at nýta høvið
at práta við núverandi kund
ar og møguliga betra um
verandi
samtarvsavtalur,
so fáa føroysku veitararnir
eisini møguleika at hitta
nýggjar kundar, sum tey
ikki annars vildu hitt, sigur
Guðrið Højgaard. Hon held
ur tað hava stóran týdning,
at fólk frá føroysku ferða
vinnuni luttaka á eini ferða
vinnumessu sum Vestnorden
Travel Mart.
– Tað hevur stóran týdn
ing at Føroyar eru um
boðaðar á messuni. Hetta er
eitt tiltak sum vita saman
við Grønlandi og Íslandi
gera fyri keyparar úr Europa
men eisini aðrastaðni frá.
Sjálvandi
skulu
Føroyar
vera við, tá tað snýr seg um
at marknaðarføra Norður
atlantshav.
Ymiskir veitarar við
Tað eru ymisk umboð frá før
oysku ferðavinnuni, sum eru
við á messuni, har endamálið
fyrst og fremst er at møta
keyparum.
– Tað er her, tað verður
forhandlað, og avtalur verða
undirskrivaðar. Her eru fólk
frá matstovum, gistingarhús
um, bussfeløgum og onnur
sum onkursvegna starvast
innan ferðavinnu í Føroyum,
sigur Guðrið Højgaard. Tað
er tó onkrir stórir veitarar í
Føroyum, sum ikki eru við
á Vestnorden Travel Mart,
men tað er eingin trupulleiki,
heldur Guðrið Højgaard.
– Sum við so nógvum øðr
um er tað ein spurningur um
raðfesting, og tað er heldur
ikki so, at allir veitarar skulu
vera við. Eg haldi ikki, at tað
ger nakað, at øll ikki eru við til
sama tiltak, tí ístaðin kunnu
vit býta okkum upp, soleiðis
at Føroyar eru umboðaðar til
ymiskar ferðavinnumessur,
greiðir Guðrið Højgaard frá.
Luttakaratalið í ár er umleið
tað sama, sum tað hevur
verið seinastu árini. Tó vóru
fleiri føroyskir veitarar við
seinasta ár, tá Vestnorden
Travel Mart var hildið í
Føroyum.
– Luttakaratalið er altíð
hægst hjá tí landinum, har
messan verður hildin. Tað
síggja vit eisini hesaferð,
har tað er ein ørgrynna av
íslendskum básum at síggja,
sigur Guðrið Højgaard. Hóast
hetta ikki er ein vanlig messa,
har nógv verður gjørt burtur
úr básunum, heldur Guðrið
Højgaard at bæði veitarar og
keyparar fáa nógv burturúr.
– Hetta er meira sum ein
workshop, skilt á tann hátt
at hvør veitari hevur eitt
borð og nakrar stólar. Eisini
hava tey onkrar standarar
við plakatum, men annars
verður lítið gjørt burturúr
tí visuella. Hetta riggar væl,
haldi eg, og fólk fáa nógv
burturúr, og tað er tað týdn
ingarmiklasta, sigur Guðrið
Højgaard.
rannva@sosialurin.fo
– Tað er umráðandi at vera
við á slíkum messum, um tú
vilt gera teg galdandi innan
ferðavinnuna, sigur Birgir
Enni. Líka síðani 1989 hevur
hann fingist við at bjóða út
lendskum ferðafólkum túrar
við
Norðlýsinum.
Hóast
hann øll hesi árini hevur
samstarvað
við
nógvar
aktørar innan ferðavinnuna
og framvegis hevur samband
við hesar, heldur Birgir Enni,
at føroyskir veitarar innan
økið eiga at vera við á eini
ferðavinnumessu sum Vest
norden ravel Mart.
– Ert tú ikki sjónligur
fyri kundunum, so verður
tú lættliga gloymdur. Har
afturat er tað ofta á júst
slíkum messum, at nýggj
hugskot koma fram og verða
ment, greiðir Birgir Enni frá.
Var ein av
teimum fyrstu
Tað vóru einans fáir føroy
ingar, sum fingust við ferða
vinnu, tá Birgir Enni fyri
23 árum síðani fór undir at
bjóða ferðafólkum túrar við
Norðýsinum.
– Tað var rættiliga óvanligt
tá, og tað tók eisini nakað av
tíð, áðrenn ferðafólk blivu
varug við møguleikan at upp
liva Føroyar á henda hátt. Í
90árunum byrjaðu vit at gera
lýsingar, og so kom meira ferð
á, sigur Birgir Enni. Umframt
útlendsku ferðafólkini byrj
aðu føroyingar eisini í størri
mun enn áður at ferðast í
egnum landi.
– Vanligt hevði verið, at
føroyingar fóru uttanlands at
ferðast, men kreppan gjørdi,
at tað ikki bar til hjá nógvum
fólkum. So í feriunum kom
føroyingar við familju og
børnum umborð á Norðlýsið
fyri at fáa eina uppliving
saman, greiðir Birgir Enni
frá.
Vísti slide-show
umborð
Stórar broytingar eru farnar
fram innan føroysku ferða
vinnuna hesi árini, Birgir hev
ur verið við. Serliga tøknin og
internetið hava broytt nógv,
heldur Birgir Enni:
– Fyrst í 90árunum var
ikki vanligt at fólk høvdu
talgilt myndatól. Men tað
fekk eg mær og brúkti tað í
samband við túrarnar við út
lendskum ferðafólkum um
borð á Norðlýsinum. Eg tók
altíð eina rúgvu av myndum,
og so kundu ferðafólkini
ogna sær eina fløgu við eini
500 myndum á, sigur Birgir
Enni og heldur fram:
– Eg keypti mær eisini eina
av hesum stóru teldunum,
sum vóru tá, til at hava um
borð. So plagdi eg at vísa
eitt slide-show við myndum
frá túrunum, og tað dámdu
teimum óføra væl, minnist
Birgir Enni.
Tú mást vera sjónligur
– Ert tú ikki sjónligur fyri kundunum, so verður tú lættliga
gloymdur. Tí eri eg við á messuni. Tað sigur Birgir Enni, sum er
ein av føroysku luttakarunum á Vestnorden Travel Mart
Loysir seg
at vera við
Ferðavinna Stjórin á Ferðaráð Føroya,
Guðrið Højgaard, er ikki í iva um, at føroysku
luttakararnir á Vestnorden Travel Mart fáa
nakað burturúr. – Tey eru við, tí tey vinna
nakað við at luttaka, sigur Guðrið Højgaard
Guðrið Højgaard, stjóri
á Ferðaráð Føroya
Birgir Enni
Myndir: Rannvá G. Fossaberg