mikudagur 3. oktober 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 3. oktober 2012 · Nr. 115
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vestnorden Travel Mart 2012
Rannvá G. Fossaberg
Ein
trupulleiki
innan
føroyska ferðavinnu er at
føroysku veitararnir duga
ov illa at síggja møguleikar
heldur enn forðingar.
– Tá tað oysir niður,
hava vit lyndi til at fella
í fátt og halda tað vera
keðiligt
fyri
útlendsku
ferðafólkini,
sum
skulu
uppliva okkara landi. Veru
leikin er tó, at sendur tú
eitt ferðafólk út at hyggja
eftir fossum og áum, tá tað
regnar av grimd, koma tey
altíð væl nøgd heimaftur,
tí tey hava fingið eina upp
living, tey ikki fáa aðrastaðni,
sigur Eirik Suni Danielsen,
sum fyri átta árum síðani
fór undir at reka Gjáargarð
við Gjógv.
Væl vitjaða bygdin
Tað er eingin loyna, at nógv
ferðafólk vitja við Gjógv.
Ógvuliga
nógv.
Sambært
Eirik Suna Danielsen er
orsøkin
rættiliga
einføld.
Gjógv liggur væl fyri.
– Fyrst og fremst er
plaseringin av bygdin góð.
Tað tekur bara ein tíma at
koyra úr Havn og norður til
Gjáar. Harafturat ber til at
síggja rættiliga nógv á túr
inum norður, greiðir Eirik
Suni Danielsen frá og heldur
fram:
– Ein onnur orsøk til at
bygdin er so væl vitjað er
eisini tí, at vit hava eina rætt
iliga stórsligna náttúru, sum
ferðafólk
verða
ógvuliga
hugtikin av. Umframt hetta
so hevur tað eisini týdning
fyri ferðafólk, at til ber at fáa
okkurt til matna á staðnum,
og at vesiviðurskiftini eru í
lagi. Og tað er tað við Gjógv,
sigur Eirik Suni Danielsen.
Eiga at luttaka á VTM
Gjáargarður er eisini um
boðaður ímillum teir tíggju
føroysku básarnir, sum eru
at síggja í Hørpu, teir tveir
dagarnir Vestnorden Travel
Mart er.
– So leingi Vestnorden
Travel Mart er, so eiga vit
sum føroyskir aktørar innan
ferðavinnuna
at
luttaka.
Mann kann siga sum so, at
vit fáa als einki burturúr við
ikki at vera við, sigur Eirik
Suni Danielsen, sum dámar
væl at møta teimum fólk
unum, hann javnan sam
skiftir við umvegis telefon
og teldupost.
– Eg haldi, tað er týdn
ingarmikið, at vit her kunnu
møta
teimum,
sum
eru
kundar
frammanundan,
og at vit samstundis koma
í samband við møguligar
framtíðar kundar. Á eini
slíkari messu hittir tú fólkum
innan ferðavinnuna, sum tú
kanska annars ikki vildi hitt,
og á tann hátt er hetta eisini
við til at viðlíkahalda og
uppbyggja eitt netverk, sigur
Eirik Suni Danielsen.
rannva@sosialurin.fo
Føroyar hava alt tað,
sum Grønland og Ísland
ikki hava, og júst tað
ger, at Føroyar eru kapp
ingarførar við hesi bæði
londini, tá tað snýr seg
um ferðavinnu. Tað sigur
Theresa T. Kreutzmann,
stjóri á Kunningarstovuni
í Tórshavn.
– Í Føroyum hava vit
tann fyrimunin, at út
lendsk ferðafólk noyðast
ikki at velja frá, tá tey
eru her. Tey kunnu bara
velja til, tí landið er lítið,
og harvið er skjótt at
vitja oyggjarnar. Soleiðis
er ikki í Grønlandi og Ís
landi, greiðir Theresa T.
Kreutzmann frá. Hóast
Føroyar hava tað, sum skal
til fyri at fáa ferðafólk at
velja Føroyar fram um
onnur møgulig ferðamál,
er tað av alstórum týdn
ingi, at føroyska ferða
vinnan og tey tilboðini,
vit hava at bjóða, verða
endurnýggjað.
– Mann kann ikki hvíla
leingi á eini success, og
tað verður kravt nógv av
ferðavinnuni. Tískil er
umráðandi, at vit endur
nýggja okkum javnan,
tí kappingin frá øðrum
londum er altíð hørð, sigur
Theresa T. Kreutzmann.
Kappingarneytar
eiga at samstarva
Sambært
stjóranum
á
Kunningarstovuni í Tórs
havn
hevur
føroyska
ferðavinnan av ymiskum
orsøkum ligið í einum
aldudali hesi seinastu ár
ini.
– Vit hava verið í einum
aldudali, sum hevur gjørt,
at vit eru follin í fátt.
Hóast tað gongur rætta
vegin aftur, so er tað júst
nú at aktørarnir innan
føroysku
ferðavinnuna
skulu
arbeiða
saman,
tí tað er tað, sum gevur
orku og vilja til at menna
okkum, sigur Theresa T.
Kreutzmann og leggur
afturat:
– Innan fyri ferðavinnu
er
týdningarmikið,
at
hugsa ótraditionelt, og tað
er nakað, vit skulu gera
meira av, heldur Theresa T.
Kreutzmann. Hon hevur
fleiri ára royndir innan
ferðavinnu í Grønlandi
og sambært henni kunnu
føroyingar læra nógv av
grønlendingum.
– Ofta verður funnist at
trongu fíggjarkørmunum,
sum føroyska ferðavinnan
virkar undir, men Grøn
land
hevur
havt
27
milliónir krónur at brúka
til
ferðavinnuna,
men
allíkavæl hava tey ikki
megnað at fáa fleiri ferða
fólk handanvegin, greiðir
Theresa T. Kreutzmann
og heldur fram.
– Eitt sum grønlend
ingar duga væl er at
samstarva, hóast mann
er kappingarneytar. Tað
er nakað, vit skulu gera
meira í Føroyum, at sam
starva og hugsa krea
tivt, sigur Theresa T.
Kreutzmann.
rannva@sosialurin.fo
Føroyar eru
kappingar
førar
– Ferðafólk, sum koma til
Føroya, kunnu fara allastaðni
í landinum upp á stutta
tíð, og tað er ein styrki, vit
ikki eiga at gloyma, sigur
Theresa T. Kreutzmann,
stjóri á Kunningarstovuni í
Tórshavn, ið luttekur á ferða
vinnumessuni í Reykjavík
Stóra messan fyri ferða
vinnuna í Føroyum, Íslandi
og Grønlandi, Vestnorden
Travel Mart, fór av bakka
stokkið í gjár. Í ár er tað
Ísland, sum er vertur fyri
messuni, ið fer fram í Hørpu
í Reykjavík.
Teir
tveir
dagarnar,
messan er, hava útvið 150
ymiskir
veitarar
innan
ferðavinnuna hvør sín bás
inni í Hørpu, har umleið
120
keyparar
úr
øllum
heiminum vitja. Umframt
veitarar og keyparar eru
eisini onnur umboð fyri
ferðavinnuna og politikarar
og fjølmiðlafólk til staðar á
messuni.
Tað er North Atlantic
Tourism Association, sum
síðani 2006 hevur skipað
fyri
messuni.
Føroyar,
Grønland og Ísland skiftast
um at skipa fyri. Ísland
2. hvørt ár og Føroyar
og Grønland 4. hvørt ár.
Komandi ár er Grønland
vertur
fyri
ferðavinnu
messuni,
tá
Vestnorden
Travel Mart verður hildið í
Nuuk.
Vestnorden Travel Mart 2012
Duga ov illa
at síggja
møguleikar
Føroyingar eru ov skjótir at síggja forðingar ístaðin
fyri møguleikar. – Vit eru sjálvi størsta forðingin, sigur
Eirik Suni Danielsen, sum eigur og rekur Gjáargarð,
sum eisini hevur bás á Vestnorden Travel Mart
Theresa T. Kreutzmann
Eirik Suni Danielsen