Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. oktober 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. oktober 2012 · Nr. 115 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Hetta er so ikki tað, sum tey lovaðu okkum. Tað staðfestir Arne Thor­steins­son, formaður í Lands­felagnum hjá Pen­ sjón­istu­num. Hann sipar til ætlanina hjá samgongini at leggja gjald­ið til Heilsutrygd um. Higartil hava øll goldið 265 krónur um mánaðin í Heilsu­trygd, sama, hvussu inn­tøkan er. Men nú skulu øll rinda eitt grundgjald upp á 160 krón­ur, umframt 0,55% av skatt­skyldugu inntøkuni. Hann sigur, at í lands­ felag­num hjá pen­sjón­istu­ num hava tey ikki havt stund­ir at gjøgnumganga ætlan­ina. Men tað skilst á honum, at tey føla seg lumpað av politik­ar­unum. - Men í fyrstu atløgu kann eg staðfesta, at hetta er ikki tað, sum po­li­tik­ar­ar­ nir lovaði, tá ið sjúkra­kass­ ar­nir vórðu avtiknir. Hann vísir á, at tá ið landið ognartók Sjúkra­ kass­ar­nar, var tað við tí fyri eyga at stovna eina al­ menna sjúkratrygd, har út­ reiðsl­ur­nar verða tiknar inn um­vegis skattin. - Men tað, sum kom burt­ ur úr, var ikki annað enn tað, at vit fingu ein almennan sjúkr­akassa ístaðin, har øll fram­vegis hava rindað eina fasta upphædd, akkurát, sum vit rindaðu í tann gamla sjúkrakassan, sigur Arne Thorsteinsson. - Tá varð sagt, at sum frá­ líður skuldi leggjast um til eina veruliga sjúkratrygd, har gjaldið varð kravt inn um­vegis skattin. Tað stóð eisini beinleiðis við­merk­ununum til lógina um Heilsutrygd, sum Løg­ tingið samtykti, at tað fasta gjaldið skuldi bara vera gald­andi til nýggjársaftan 2011, tí frá 1. janur í 2012 skuldi gjaldið verða tikið inn umvegis skattin. - Tað sær út til, at tað er fullkomiliga slept, legg­ur staðfestir Arni Thor­steins­ son. Harafturat heldur hann, at skipanin við flatskatti og forskatting av pensjónum, skeiklað alt til, tí har fingu tey við góðum lønum allan ágóð­an, ímeðan tey lágløntu í nógvum førum skulu rinda meir. - Tað er heilt ótrúligt, tí í øllum framkomnum londum rundanum okk­um, er hetta slagið av sjúkra­ kassa avtikið og ein sjúkra­ trygd komin ístaðin, har rind­a­ð verður eitt ávíst pro­ sent. - Men hvør hevur sagt, at Føroyr eru eitt framkomið land, leggur hann turrisliga aftur­at. Men er tað ikki ein stórur bati, at fasta gjaldið lækkar 105 krónur? - Jú, men tað hvørvur ikki, sum okkum varð lovað og fyri pensjónistarnir er hetta framvegis ein vánalig skip­an, ístaðin fyri, at tað varð lagt undir skattin, sum ætlan­in var, staðfestir Arni Thor­steins­son Hann sigur, at tey í lands­felag­num hjá pen­sjón­ istun­um nú fara at viðgera upp­skotið, so kemur ein form­lig fráboðan frá felag­ num seinni. Áki Bertholdsen Hereftir skulu tey flestu rin­ da minni í Heilsutrygd enn tey hava gjørt higartil. Men tað eru eisini rætti­ liga nógv, sum skulu gjalda meiri. Tað verður úrslitið, nú sam­gong­an ætlar at broyta gjald­ið til tað almennu Heilsu­trygd­ina. Tá ið Sjúkrakassarnir vórðu tiknir av, og Heilsu­ trygd sett á stovn, skuldu øll yvir 18 ár rinda 245 krónur í Heilsutrygd ístaðin fyri gjald­ið til sjúkrakassan. Men tað rakk ikki til útreiðsl­ur­nar og tískil varð gjald­ið hækkað upp í 265 krón­ur og tað hevur verið gjald­ið síðani. Men nú verður hetta broytt, so at frá á nýggj­ ári­num skulu øll rinda eitt grund­gjald upp á 150 krónur, ella 115 krónur mini enn nú. Hetta umfatar øll yvir 18 ár, eisini tey, ið bara fáa fólka­ pen­sjón, ella aðrar pen­sjón, og tey, sum fáa út­búgv­i­ng­ar­ stuðul, ella aðrar skattafríar veit­ing­ar. Men harafturat skulu øll eisini rinda 0,55% av skatt­sky­ ldugu inntøkuni í Heilsu­trygd. Einki hámark verður sett á gjaldið og sostatt koma øll at gjalda sama prosent av løn­ini í Heilsutrygd, sama hvus­su góða ella lítla inn­ tøku, tey hava. Talan er um alla skatt­skyl­ duga inntøku, bæði vanliga inn­tøku og B inntøku og tal­ an er eisini sum hava inn­tøk­ ur umvegis FAS, DIS og NIS. Upprunaliga var ætlanin annars, at alt gjaldið skuldi tak­ast inn umvegis skattin. Men Karsten Hansen, lands­stýris­maður í Heilsu­ mál­um, ásannar, at semja fek­ st ikki í samgonguni um hetta. - Tískil kom hendan ætlan­in ikki at halda, sigur hann. Kortini heldur hann ikki, at skipanin, har øll rinda tað sama, er haldgóð. - Talan er um ein nevskatt, har øll rinda tað líka, sama hvørja inntøku tey hava og sosialt er tað ikki rættvíst, sig­ur hann. Úrslitið er so skipanin, sum samgongan nú er samd um, har hvør einstakur nú skal rinda 1.920 krónur í føst­ um gjaldi til Heilsutrygd um áriðð, umframt 0,55% av skatt­skyl­dugu inntøkuni. Í dag er fasta gjaldið til heilsu­trygd 3.180 krónur um árið, so tað lækkingin er 1.260 krón­ur um árið. - Gjaldið til Heilsutrygd verður sostatt eisini at verða tengt at inntøkuni hjá hvørj­ um einstøkum. - Men prosentgjaldið verð­ ur ikki tikið av grund­upp­ hædd­ini til fólkapensjón, út­ búgv­ing­ar­stuðli ella øðrum skatta­fríum veitingum. Karsten Hansen sigur, at hetta tryggjar, at tey, ið eru ring­ast fyri í samfelagnum, koma at gjalda minni til Heilsu­trygd. - Øll tey, ið hava eina inn­ tøku undir 229.000 krónur um árið, skulu hereftir rinda minni í Heilsutrygd enn tey higar­til hava gjørt og øll tey, sum forvinna yvir 229.000 krón­ur um árið, rinda meiri Tilsamans eru 39.000 fólk, sum rinda Heilsutrygd. Her­eft­ir koma 24000 fólk at rin­da minni í Heilsutrygd og 15.000 fólk koma at rinda meir. heilsutrygd Hava svikið lyftið til pensjónistarnar HEILSUTRYGD Tá ið Heilsutrygd varð stovnað, varð sagt, at alt gjaldið skuldi umvegis skattin, men tað lyftið er ikki hildið sigur formaðurin í landsfelagnum hjá pensjónistunum Tað, sum kom burtur úr, var ikki annað enn tað, at vit fingu ein almennan sjúkrakassa Einki hámark verður sett á gjaldið Svikin lyfti Politikararnir hava svikið lyftið, teir góvu okkum, tá ið Heilsutrygd varð stovnað, sigur Arne Thorsteinsson, formaður í landsfelagnum hjá Pensjónistunum Tey flestu sleppa bíligari enn í dag HEILSUTRYGD nú verður gjaldið til Heilsutrygd broytt og tað merkir, at summi fara at rinda meiri, men tey flestu fara at rinda minni, enn tey higartil hava gjørt