Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. oktober 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 3. oktober 2012 · Nr. 115 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 heilsutrygd Gjaldið til Heilsutrygd, verður ikki heilt so sam­ halds­fast, sum lands­ stýris­mað­urin í Heilsu­ mál­um hevði ætlað. Í síðstu løtu, áðrenn upp­skotið varð lagt fyri Løg­ting­ið, vrð tað broytt, so tann skeiva vegin í so máta. Í uppskotinum, sum varð sent til hoyringar, stóð, at fasta gjaldið til Sam­haldsfasta skuldi vera 150 krónur um mánaðin. Harafturat skuldi pro­ sent­gjaldið verða 0,60% av inntøkuni. Men í síðstu løtu broyt­ ti landsstýrið hetta til at tað fasta gjaldið skuldi verða 160 krónur um mán­aðin, ella 10 krónur hægri og prosentgjaldið skuldi verða 0,55% av skattskyldugu inntøkuni, ella 0,05% lægri. Eftir upprunaliga upp- skotinum hevði tann, sum forvinnur 230.000 krón­ur um árið, ongan mun merkt, men tey, sum for­vinna minni, koma at rinda minni og tey, sum for­vinna meir, koma at rinda meiri. Men eftir tí, sum lands­ stýrið samdust um í evstu løtu, er markið flutt niður á 229.000 krónur, ella 1.000 krónur lægri. Hetta hóvar ikki øllum. Pe­n­sjónistarnir halda, at tað er nóg galið við einum føst­um gjaldi, tí tað er ímóti tí, sum teimum varð lovað. Men at fasta gjald­ið harafturat verður hækk­að, ger, at ætlanin er sosialt enn skeivari. Karsten Hansen, lands­ stýris­maður í heilsu­mál­ um, er ikki heilt samdur við teimum sum halda, at tað er heilt galið við teirri nýggju skipanini við Heilsutrygd, har øll rinda eitt fast gjald og síða­ni eitt ávíst prosent av skattskyldugu lønini. - Teir veiku bólkarnir í samfelagnum, sum onga inntøku hava, uttan fólka­ pen­sjón, lestrar­stuðul ella aðrar skatta­frí­ar veitingar, spara 105 krón­ ur um mánaðin, ella 1260 krónur um árið. Karsten Hansen held­ ur, at tað eigur at gera rætt­i­liga stóran mun hjá teim­um. - Eg minnist, hvussu at­ finn­ing­arsom tey vóru, tá ið gjaldið til Heilsutrygd hækk­aði 20 krónur úr 245 krón­um um mánaðin, upp í 265 krónur um mánaðin, tí hevði so stóran týdning fyri tey lægstløntu. - Tá ið ein hækking upp á 20 krónur ger so stóran mun, eigur ein lækking, sum er upp á 105 krónur væl­sakt­ans eisini at muna rætti­l­iga væl, heldur lands­s­týrismaðurin. - Er talan um eini hjún, har bæði eru pensjónistar, er talan um eina sparing upp á 2500 krónur um ár­ ið, leggur hann afturat. Hann vísir á, at politiska avtalan í sam­ gongu­ni er, at Heilsutrygd skuldi ikki leggjast inn í skattin, men at talan skul­ di verða um eitt gjald. - Verður grundgjaldið tik­ið av, kundi øll skipanin akkur­át tað sama bara ver­ið løgd undir skattin, men tað er ein politisk av­ gerð í samgonguni, at so skal ikki vera. - Tí er hendan skipanin gjørd, sum er rættiliga sam­halds­føst, men sum kort­ini ikki er løgd heilt und­ir skattin, sigur Karst­ en Hansen. Áki Bertholdsen Næsta ár fara útreiðslurnar hjá landskassanum til lønir til almenn starvsfólk, at verða einar 20 milliónir hæg­ ri, enn tær eru í dag. Tað verður úrslitið, um so er, at allar almennar lønir hækka tað sama sum lønir hjá Starvsmannafelagnum hækk­ar eftir nýggja sátt­ mála­num, sum varð undir­ skriv­aði í gjár. Sjónarmiðið hjá lands­ stýris­manninum er, at hesu­ ferð fekk Starvs­manna­felag­ ið eina lønarhækking upp á 220 krónur sum eitt ískoyti fyri samráðingarnar í fjør, tá ið tey einki fingu. - Men so fekk Starvs­ manna­felagið aftur 220 krón­ ur í lønarhækking fyri í ár. - Lønarhækkingin upp á 440 krónur um mánaðin, Starvs­mannafelagið fekk hesu­ferð, er í veruleikanum tal­an um eina lønarhækking upp á tvær ferðir 220 krónur, sig­ur landsstýrismaðurin. Jørgen Niclasen, lands­ stýris­maður í fíggjar­mál­um staðfestir, at nú er ein sátt­ máli gjørdur og enda­málið er avgjørt, at hann skal vera fyri­mynd fyri teir sáttmálar, ið koma aftan á og at hetta skal verða karmurin. - Tá ið vit samráddust við Starvsmannafelagið hesu­ ferð, meti eg tað soleiðis, at vit hava samráðst vegna allan tann almenna ar­beiðs­ mark­naðin. - Tað merkir, at tað, sum Starvsmannafelagið fekk, verð­ur lønarkarmurin, øll hini alment starvsfólkini fáa. Tað fer at svara til eina útreiðslu afturat upp á 39-40 millión­ir krónur til lønir. Hava vitað leingi Men støðan er tann, at hvørki í ár, ella næsta ár, er nak­að sett av á fíggjarlógini til lønarhækkingar. Jørgen Niclasen sigur, at hetta er nakað, lands­stýris­ fólkini hava vitað leingi, tí tað er staðfest í játtan­ar­ karm­unum, sum eru sa­m­ tykt­ir. Sostatt hava tey havt um­ støð­ur og stundir at leggja so til rættis at neyðugu spar­ ing­ar­nar kunnu finnast. - Tað stendur nú til tey ein­støku landsstýrisfólkini at laga virksemið soleiðis til rætt­is, at játtanin heldur. Jørgen Niclasen sigur, at hann kann ikki veita trygd fyri, at hetta ikki fer at føra upp­sagnir við sær. Men hann vísir eisini á, at í miðal fara eini 300 alment starvs­fólk frá um árið, tí tey verða pensjónerað. - Verður talan um at skerja talið á starvsfólkum, eig­ur at bera til at koma rætt­i­liga langt, bara við at lata vera við at seta starvs­ fólk aftur fyri tey, sum fara frá við nátúrligari frágongd. Hann vísir á, at verða allar 20 milliónirnar, sum tað al­ menna skal rinda meiri í løn­ um næsta ár, umroknaðar til starvs­fólk, svarar tað kanska til eini 60 fólk. - Tað merkir, at verður talan um eitt miðal ár til nátúr­liga frágongd, fara 300 fólk úr starvið, men so kunnu 240 setast aftur, sigur landsstýrismaðurin. - Tað átti eisini at latið seg gjørt at tálma út­reiðsl­ ur­nar 20 milliónir, tí tað er ein rættiliga lítil partur av eini fíggjarlóg upp á 4800 milliónir, leggur hann aftur­ at. Tað er áleið 0,4%, sigur hann. Hinvegin vísir hann á, at tað er neyðugt at traðka á bremsuna og tálma útreiðslu­vøkstrinum. - Seinastu 11 árini eru útreiðsl­ur­nar hækkaðar yvir 4,8% í miðal, men inn­tøkur­ nar eru bara hækkaðar 2,2%. - So tað sigur seg sjálvt, at vit máttu tátta í. Vit byrj­ aðu í ár, har vit tálmaðu út­ reiðslu­vøksturin niður góð 2,2%, men næsta ár er skulu út­reiðslurnar so ikki hækka yvir­høvur. Tað, sum Starvs­manna­felagið fekk, verður lønar­karmurin, øll hini alment starvsfólkini fáa. Natúrlig frágongd ístaðin fyri at siga starvsfólk upp SPARINGAR Næsta ár fær landskassin einar 20 milliónir í eyka útreiðslu til lønir í sambandi við sáttmálasamráðingar, men natúrligfragongd kann forða fyri uppsagnum Sparing Tað eigur at bera til at spara 20 milliónir av eini fíggjarlóg upp á 4800 milliónir, heldur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Spara 1260 krónur um árið Kvinkaði skeivan vegin