Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. oktober 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. oktober 2012 · Nr. 115 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 heilsutrygd Áki Bertholdsen - Tað er ringt at síggja, hvussu vit kunnu sleppa und­an at siga starvsfólki upp og at bíðilistar verða longri. Tað staðfestir Tummas í Garði, læknastjóri á Lands­ sjúkra­húsinum. Næsta ár verður Lands­ sjúkra­húsið hart rakt av sparing­um. - Eftir uppskotinum til fíggjar­lóg, sum samgongan nú hevur lagt fyri tingið, skal Landssjúkrahúsið spara 800.000 krónur. Men harafturat kemur, at Landssjúkrahúsið fær onga hægri játtan fyri tær lønar­ hækk­ingar og tær prís­hækk­ ingar, sum verða næsta ár. - Vit hava mett, at næsta ár mugu vit spara tilsamans spara 10 milliónir, sigur Tummas í Garði. Fer at raka hart Læknastjórin letur ongan iva verður um, at hetta fer at raka sjúkrahúsið hart. Politikarar hava kravt í fleiri ár, at Landssjúkrahúsið skal spara og nú eru vit á marki­num, har tað ordiliga pín­ur, hvørja ferð, tiltøk skulu setast í verk, sigur hann. Hann sigur, at í øllum før­um dugir hann ikki at síggja, at tað slepst undan at tænastan versnar og at starvs­fólk verða søgd upp. Hann sigur, at Lands­ sjúkra­húsið hevur longu spart, alt tey kunnu í sam­ bandi við ymsar vørur og tæn­ast­ur, tey keypa, eitt nú at bjóða vørur og tænastur út. - So tað er ógvuliga av­ mark­að, hvørjar skrúvur eru eftir, sum kunju stillast, sigur lækna­stjórin. - Hóast vit hava eina fíggjar­ætlan upp á yvir 400 millión­ir, fer tað at krevja álvars­lig inntriv at spara 10 milliónir, leggur hann aftur­ at. - Verður øll sparingin um­ roknað til starvsfólk, svara 10 milliónir til eini 30 full­tíðar­ størv. Missa starvið Landssjúkrahúsið hevur ann­ars longu sett setan­ar­ steðg í verk. Tað merkir, at størv, sum fólk eru farin úr, verða sum heild ikki sett aftur. Tískil kann ein partur av spar­ingini verða natúrlig frá­gongd, har størv ikki vera sett, tá ið fólk fara úr starvi. - Talan kann eisini verða um, at fólk fara niður í starvstíð. - Men tað er heldur ikki ósann­líkt, at tað kann enda við hópuppsagnum og at kanska at upp ímóti 30 full­ tíðar­størv rúka. Her skal leggjast at nett­ upp í heilsiverkinum er van­ ligt, at fólk arbeiða niður­ setta tíð, so hóast tað rúka 30 árs­verk, svarar tað sostatt til væl fleiri starvsfólk. - Vit hava 800 starvsfólk á Landssjúkrahúsinum og tað er í øllum førum greitt, at vit kunnu ikki hava líka nógv ársverk næsta ár, sum vit hava nú. Og undir øllum um­støð­ um fáa tey starvsfólk, sum eftir eru, tað strævnari, enn tey hava tað nú. Hann sigur, at ein av­ leiðing av verður eisini, at bíði­list­arnir til summar við­ gerð­ir fara at verða longri, enn tær eru nú. - Tað verður sera óheppið, tí hóast bíðitíðin til nógvar við­gerðir ikki er so long, er kortini long bíðitíð at sleppa til neurolog og aðrar ser­ lækn­ar, sum ikki eru í Før­ oyum, men sum koma heim av og á. Leiðslan á Lands­sjúkra­ húsi­num situr nú og telvar við teir ymsu deplarnar á Sjúkra­húsinum fyri at finna spar­ingar. Fyrrenn tað talvið er liðugt, fær Tummas í Garði ikki sagt nakað ítøkiligt um, hvussu verður. - Men tað er á hasinum støði­num, eg havi nevnt, at vit nú eru komin, sigur lækna­stjórin. - Næsta ár er sparingin ein up­p­gáva, sum er nógv størri, enn hon hevur verið hini árini, leggur hann afturat. Flyta ímillum kassar Tað hevur onkuntíð verðið sagt, at nú ber ikki til at spara meiri á Landssjúkrahúsinum, uttan at skerja heil virkisøki burt­ur, tí sláimaskinan, har eitt sindur verður klipt av her og har, kann ikki brúkast meiri? - Tað er líka við. Men vit duga ikki at síggja nakað enda­mál í, tí tað er bara at flyta útreiðsluna úr einum al­menn­um kassa, í ein annan. Tummas í Garði sigur, at tær viðgerðir Lands­sjúkra­ húsið ikki kann veita, mugu veitast uttanlands. Sostatt mugu fleiri sjúklingar send­ ast á sjúkrahús uttanlands at fáa og tað skal eisini rindast. Hann sigur, at heldur enn at skerja virksemið, royn­ir Landssjúkrahúsið at taka viðgerðir heim, tí tað er bíligari enn at senda sjúk­ ling­ar av landinum. - Vit føla tað eisini sum um vit hava eina tænastu fyri alt landið og tí stríðir tað ímóti okkara hugsjónum at skerja virksemið. Hendan talvan vísir, hvussu títt gjald til Heilsutrygd verður ávirkað av nýggju skipanini. Tann, sum onga skattskylduga inntøku hevur, sleppur 1.260 krónur bíligari enn ídag. Tann, sum hevur eina inntøku upp á 150.000 krónur, sleppur 435 krónur bíligari enn í dag og tann, sum forvinnur 229.000 krónur um árið, rindar akkurát tað sama eftir nýggju skipanini, sum í dag. Tann, sum forvinnur 500.000 krónur um árið, rindar 1.490 krónur meiri í Heilsutryg um árið eftir nýggju skipanin, enn eftir teirri gomlu og tann, sum forvinnur eina millión um árið, rindar 4.240 krónur meiri. Hópuppsagnir hótta á Landssjúkrahúsinum SPARINGAR Landssjúkrahúsið skal undir stórar sparingar næsta ár og læknastjórin sigur, at talan kann saktans verða um hópuppsagnir Pínumarkið Næsta ár verður neyðugt við álvarsligum sparingum á Landssjúkrahúsinum, sum fara at pína illa og tað er ilt at síggja, hvussu tað slepst undan at siga fólkið upp, sigur Tummas í Garði, læknastjóri á Landssjúkrahúsinum Læknahússtjórin letur ongan iva verður um, at hetta fer at raka sjúkrahúsið hart Soleiðis verður títt gjald ávirkað