mikudagur 3. oktober 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 3. oktober 2012 · Nr. 115
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
heilsutrygd
Áki Bertholdsen
Leiðslan á Landssjúkrahúsi
num vil sleppa at krevja fleiri
brúkaragjøld frá fólki, sum
brúka Landssjúkrahúsið.
Tað sigur Tummas í Garði,
læknastjóri.
Hann heldur, at hetta
kundi bøtt eitt sindur upp á
hart spentu fíggjarstøðuna
hjá Sjúkrahúsinum, har tað
ár um ár verður kravt, at ál
varslig sparikrøv skulu set
ast í verk.
- Eitt brúkaragjald, vit
hava fingið loyvi at seta í
verk, at krevja pening frá
teimum útlendingum, sum
brúka tænastur á Lands
sjúkrahúsinum.
Men tað er ikki tann stóra
inntøkan,
kanska
nakrar
hundraðtúsund krónur um
árið.
- Annars hava vit í fleiri ár
biðið um loyvi at taka pening
fyri kanningar, sum ikki hava
samband við sjúku, eitt nú at
kanna kavarar, kanna eygu
í sambandi við sýnsváttanir
og at kanna frísk ítróttarfólk.
- Vit hava ikki heimild at
taka brúkaragjøld frá fólki,
men vit hava onki hoyrt aft
ur frá Heilsumálaráðnum
um tað.
Hann sigur, at prísurin
fyri slíkar kanningar hevði
verið
ymiskur,
men
ein
kanning hjá einum serlæk
na kostar ofta 1000-2000
krónur, men krevjast skann
ingar ella aðrar nágreinandi
kanningar, kann prísurin
vera 2000 krónur, fyri at
nevna nøkur dømi.
- Brúkaragjøld av hesum
slagum eru ikki ókend rund
an um okkum, heldur ikki í
sosialdemokratiska Svøríki,
vísir læknastjórin á.
Eitt gjald, tey eisini hava
nevnt, er, at tað kundi kosta
einar 100 krónur at fara á
skaðastovuna.
Tummas í Garði sigur, at
slík gjøld verða eisini brúkt
fyri at tálma nýtsluna.
- Vit vita av royndum, at
tað er skjótt at ein tænasta,
sum er ókeypis, elvir til ovur
nýtslu.
Hinvegin kennir hann
eisini grundgevingina ímóti
hesum, at brúkaragjøld og
aðrar forðingar kunnu fáa
fólk at aftra seg at fara á
sjúkrahús, hóast tey hava
tørv á tí.
- So hetta er ein politiskur,
hugsjónarligur spurningur,
leggur læknastjórin afturat.
Tað er álitisbrot, at gjaldið
til
Heilsutrygd
verður
broytt til at verða eitt fast
gjald, umframt eitt ávíst
prosent av skattskyldugu
inntøkuni.
Tað halda tey í lands
felagnum hjá pensjón
istunum.
Tey heita heldur á
politikarar um at hald
seg til lyftið um at alt
gjaldið skal verða um
vegis skattin, so at øll
rinda eitt ávíst prosent
í Heilsutrygd eftir sama
leisti sum vit rinda til
ALS, Samhadsfasta og
Barsilsskipan.
Tað hevði ført við sær,
at øll tey, sum eru ringast
fyri, pensjónistar, sum
bara hava fólkapensjón,
lesandi og láglønt annars,
høvdu onki, ella at kalla
onki, rinda í Heilsutrygd.
Í
Heilsumálaráðnum
hava tey roknað seg fram
til, at skal alt gjaldið tak
ast umvegis skattin, hevði
øll skula goldið 1,35% av
skattskyldugu inntøkuni
til Heilsutrygd.
Karsten Hansen, lands
stýrismaður í Heilsumál
um staðfestir, at tað er
samgongan ikki samd um.
Semjan í samgonguna
er tvørtur ímóti tann,
at Heilsutrygd skal ikki
gjaldast umvegis skattin,
men skal vera eitt serligt
gjald.
Tí er tað enda við, at
øll skulu rinda eitt grund
gjald upp á 160 krónur um
mánaðin, umframt 0,55%
av skattskyldugi inntøku
ni.
Tað kundi kosta einar
100 krónur at fara á
skaðastovuna.
1,35%
100 krónur fyri at
fara á skaðastovuna
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ Leiðslan á Landssjúkrahúsinum vil sleppa
at taka krevja brúkaragjøld frá fólki, sum brúka sjúkrahúsið.
Eitt møguleiki er, at tað skal kosta at fara á skaðastovuna